Mjølnir ella Fleyr yvirhála SÍ

Í kvøld hittast Fleyr og Mjølnir í Eik-liguni hjá monnum, og vinnarin av dystinum yvirtekur næstfremsta plássið frá SÍ, sum hevur verið nummar tvey í allan vetur.

Dysturin, sum verður spældur í kvøld klokkan 20.30 í Gundadalshøllini í Havn, stóð upprunaliga á skránni síðsta hóskvøld, men av tí at fleiri spælarar hjá Mjølnir lógu sjúkur, varð hann útsettur.

 

Í longri tíð hava Fleyr og Mjølnir ligið væl aftan fyri tey bæði fremstu liðini, ÍF og SÍ. Men meðan ÍF støðugt hevur styrkt sína støðu sum oddalið, er SÍ viknað munandi í síðstuni, og tí royna Fleyr og Mjølnir at gera sær dælt av nú.

 

Undan dystinum í kvøld hava Fleyr og Mjølnir níggju stig í part, sum er eitt minni enn SÍ. Sostatt stendur fast, at vinnarin í Gundadalshøllini í kvøld verður nummar tvey í Eik-liguni hjá monnum.

 

Bert tvey lið kunnu koma í FM-finaluna, so tí er líkt til, at tað restina av landskappingini hjá monnunum verður rættiliga hørð kapping millum hesi trý um at koma í FM-finaluna ímóti ÍF, ið er nógv fremst.