Mjølnir bara bíðar

Klaksvíkskvinnurnar kunnu gerast meistarar longu hetta vikuskiftið, men tað krevur so, at Dráttur tekur alt við sær úr Trongisvági

Flogbóltur

Hóast landskappingin enn ikki er liðug, so er lítið at ivast í, at tað verður Mjølnir, sum verður meistari í bestu kvinnudeildini í flogbólti. Seinasta vikuskiftið vunnu tær tryggan 3-0 á Giljanesi, og júst tann dysturin varð frá flestu síðum roknaður sum seinasta forðingin á vegnum móti gullinum. Eisini hóast Mjølnir-kvinnurnar sjálvar halda fast um, at tær enn eiga ein sera truplan útidyst eftir, tá tær í seinasta umfarinum vitja hjá ÍF.
Hesaferð verður talan so neyvan um nakran snávingarstein, tá Fleyr kemur á vitjan. Munurin millum liðini bæði hevur alt árið verið risastórur, og tað skuldi verið løgið, um hann minkaði burtur í einki bara soleiðis uttan víðari.
Og so kundi tað eisini hent seg, at Mjølnir verður meistari um vikuskiftið. At tær liggja somikið væl fyri, sum tær gera, kunnu Mjølnir kvinnurnar fyrst og fremst takka Drátti fyri, eftir at tær á heimavølli vundu burtur úr TB fyri nøkrum vikum síðani.
Nú vitjar Dráttur í Trongisvági, og megna tær enn einaferð at koppa TB, so er meitaraheitið víst hjá Mjølni. Tað er tó einki at ivast í, at TB eisini her fer at royna at fylgja við oddaliðnum, og tær eiga eisini at roknast sum favorittar. Men Dráttur hevur fyrr sýnt, at tær kunnu skapa óvæntað úrslit, og so hava tær eisini eitt tap í steypafinaluni at hevna.
Seinasti dysturin í kvinnudeildini um vikuskiftið verður á Kambsdali, har ÍF tekur ímóti KÍF. Hetta er uttan iva ein dystur, sum ÍF ætlar sær at vinna, og sum úrslitini hava verið seinstu mánaðirnar, er eisini ilt at síggja, hvussu KÍF skal broyta hesar ætlanir nakað.

Toppur og botnur
Hjá monnunum verður bert tann eini dysturin leiktur um vikuskiftið. Hetta er í Klaksvik, har oddaliðið, Mjølnir, tekur ímóti botnliðnum, Fleyr. Her er einki at ivast í, at stigatalvan endurspeglar styrkismunin, sum er millum liðini, og tí er einki at ivast í, at stigini verða eftir í Klaksvík leygardagin.