Reglurnar siga, at tá øll liðini í kappingini í Eik-liguni hava spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum, fær tað liðið, sum tá er á odda í landskappingini, annan sessin í steypafinaluni.
Ofta hevur verið greitt leingi, hvør skuldi fara avstað við hesum sessinum, men hesaferð bleiv tað munandi meira spennandi enn vanligt, tí kappingin hevur verið so jøvn millum júst Mjølnir og Fleyr, ið eisini hava verið fremstu rivalarnir seinnu árini.
Nú sjey umfør eru farin, stóð so greitt, at bæði Mjølnir og Fleyr høvdu sama stigatal, 19 stig, men av tí at Mjølnir hevði eitt vunnið sett meira, komu klaksvíkskvinnurnar í steypafinaluna við settmuninum 21-6, ímóti 20-6 hjá Fleyr.
Hartil er so at siga, at Mjølnir hevur ein annan fyrimun, tí Mjølnir hevur í vetur vunnið á Fleyr, tá liðini møttust í Klaksvík. Tá skuldu fimm sett til, áðrenn Mjølnir stóð sum vinnari við 3-2 sigri.
Men hóast tað ikki eydnaðist kvinnunum hjá Fleyr at fáa steypafinaluplássið nú, hava tær longu ognað sær eitt partabræv í kappingini um hitt plássið, tí tær vunnu FK-kappingina. Vinna tær eisini Mjølnir-kappingina, sum verður í januar, koma tær í finaluna – og um tær ikki vinna tá, fáa tær ein kjans aftrat við hálvfinalu ímóti tí vinnaranum.
KÍF bjóðar av
Mjølnir og Fleyr eru klárt tey bæði bestu liðini hjá kvinnunum og vunnu eisini um vikuskiftið sínar dystir, sum í báðum førum vóru á útivølli. Suðuri í Trongisvági vann Mjølnir 3-0 á TB, og í Sørvági gjørdi Fleyr bart og vann 3-0 á SÍ.
TB og SÍ hava annars verið feløg, sum fyri ikki so langari tíð hava gjørt vart við seg, men eisini í kvinnuflogbóltinum eru skiftandi tíðir, so alt er ikki bara, sum tað plagar at vera.
Ikki minst sæst tað aftur í, at serliga KÍF nú bjóðar teimum báðum fremstu av og bara er fýra stig aftanfyri. Fyri nøkrum árum síðani høvdu tey í Kollafirði eitt gott lið, men seinnu árini hevur fyri tað nógva verið talan um øgiliga unga manning, men nú sær gott út hjá KÍF.
Eitt annað lið, ið eisini hevur hug at bjóða av, er Dráttur, og um vikuskiftið var júst dystur millum hesi bæði í høllini í Kollafirði, har KÍF tó dró longra stráið og setti eina striku undir sína støðu sum størsti bronsukandidaturin higartil.
At enda eru tað so eysturoyarfeløgini, ÍF og Ternan, sum stríðast í botninum, har tey liggja beint aftan fyri SÍ! Tey bæði møttust á Kambsdali um vikuskiftið, tá fuglfjarðakvinnur vunnu á teimum av Toftum, so ÍF slapp av aftasta plássi.
Eik-ligan, kvinnur
ÍF-Ternan 3-1 (20-25, 25-18, 25-22, 25-17)
TB-Mjølnir 0-3 (13-25, 16-25, 19-25)
SÍ-Fleyr 0-3 (16-25, 11-25, 12-25)
KÍF-Dráttur 3-1 (25-19, 21-25, 27-25, 25-21)