Síðstu dagarnir hjá flogbóltsglaðum sørvingum hava ikki verið nakað serligir. Fyrst taptu menninir fríggjakvøldið og í gjár taptu bæði menninir og kvinnurnar, so einki fekst burtur úr trimum dystum, ið annars potentielt kundu givið trý stig.
At menninir hjá SÍ á útivølli taptu fyri ÍF, er kanska ikki so nógv at siga til, tí ÍF er liðið, øll hini renna aftaná í løtuni. Men verri var helst, at heldur einki fekst burtur úr heimadystinum ímóti Mjølnir í gjár, tí tá klaksvíkingarnir fóru avstað aftur, høvdu teir ein 3-1 sigur við sær úr Sørvági.
Breiddin hevur vanliga verið styrkin hjá SÍ, samstundis sum tað hevur verið trupulleikin hjá Mjølnir, men í gjár sá alt hetta næstan út til at vera vent á høvdið. SÍ hevði ein smalan hóp, ið als ikki megnaði at gera nakað við hópin hjá Mjølnir, ið var so lítil, sum hann plagar – men væl betri enn tann hjá heimaliðnum.
Mjølnir var nógv betra liðið og var eisini væl á veg ímóti einum knúsandi sigri eftir tey bæði fyrstu settini, men so steðgaði alt upp eina løtu í triðja setti, tá SÍ fekk sína løtu í hesum dystinum. Men í fjórða setti koyrdi tað aftur hjá klaksvíkingunum, ið megnaðu at taka sigurin heim.
Samstundis gjørdi hetta úrslitið, at Mjølnir nærkaðist SÍ, ið annars hevur verið næstfremst alt kappingarárið higartil. Mjølnir kann tí gerast størsti avbjóðarin til finalukjansin, ið alt bendir á, at annaðhvørt SÍ, Mjølnir ella Fleyr skal fáa ímóti ÍF. Hjá sørvingum gongur aftur á hond, og har skal nógv henda, skal SÍ ikki detta burturímillum í finalukapprenningini, ið nú av álvara er á veg inn í endaspurtin.









