Mjølnir-Fleyr 3-1 (26-24, 12-25, 25-19, 25-22)
ÍF-Nøvan 3-0 (ÍF vann uttan dyst)
FLOGBÓLTUR
Mjølnir hevur verið eitt av liðunum, sum seinastu umførini hevur roynt at hingið í oddaliðnum ÍF. Sunnudagin tóku teir ímóti Fleyr í einum dysti, sum á pappírinum sá ómetaliga spennandi út. Um Fleyr megnaði at vinna, so kundu teir leggja seg undir liðuna á Mjølnir og Fram á øðrum plássi, men um Mjølnir vann dystin, so kundu teir leggja trýst á ÍF, samstundis sum teir kundu økja um munin niður til aftaru liðini.
Vunnu hvør sítt set
Mjølnir var eisini liðið, sum fekk betra byrjanina henda dagin. Liðini fylgdust væl at í fyrsta settinum, og munurin var ikki tann stóri. Tá settið nærkaðist endanum vóru liðini enn púra jøvn, men at enda megnaði heimaliðið at draga frá, og teir vunnu eisini fyrsta settið 26-24.
Í øðrum setti kom Fleyr út sum eitt ódnarveður. Teir spældu Mjølnir niður, og heimaliðið fekk ongantíð ein fót til jørðina í hesum settinum, sum Fleyr at enda vann heili 12-25.
Nú stóð aftur á púra jøvnum, og havnarliðið sá út til at vera komið veruliga í gongd.
Mjølnir setti punktum
Í triðja setti var gongdin tó aftur vend. Nú var Mjølnir omaná stóran part av settinum, og nú sá Fleyr ikki út til at hava tað alt ov gott. Mjølnir var komið út til settið í heilt øðrum lag, og teir megnaðu eisini at vinna hetta settið rættiliga trygt við úrslitinum 25-19.
Nú skuldi Fleyr vinna bæði tey síðstu settini, um teir ætlaðu at vinna dystin, og teir royndu eisini av øllum alvi at vinna fjórða settið. Men enn einaferð vóru klaksvíkingarnir sterkari, og Mjølnir vann síðsta sett 25-22. Sostatt hava teir nú átta stig fyri seks dystir, og teir eru fýra stig aftanfyri oddaliðið. Hjá Fleyr sær hinvegin ikki so gott út. Teir hava bert fýra stig, og nú byrjar munurin at vaksa upp til ovastu liðini.
ÍF vann uttan dyst
Ein annar dystur skuldi eisini vera um vikuskiftið, tá oddaliðið ÍF skuldi taka ímóti botnliðnum Nøvuni. Henda dystin vann ÍF uttan dyst, tí Nøvan møtti ikki. Sostatt eru fuglfirðingarnir enn ósigraðir í deildini, meðan Nøvan enn hevur sín fyrsta sigur til góðar. Undan kappingini var sagt úr Nøvuni, at teir ætlaðu at vinna eitt sett í ár, men um hetta skal lata seg gera, so noyðast teir at møta upp til sínar dystir, tí uttan uppmøting kunnu teir ikki vinna nakað sett!