til síðstu løtu at taka avgerðina. Søkti eg, so fóru mínir starvsfelagir at siga: "Hvat søgdu vit? Hatta var bara fyri at hann sjálvur skuldi hava starvið." Døpurhugin var so stórur, at eg ikki visti, hvat [...] nakran, tí at mannagongdin er tann, at ein og hvør umsøkjari av prestastørvum hevur rætt til at vita hvørjir hinir eru. Nú var eg í hvussu so er so mikið klókari, at valið kom undir øllum umstøðum at standa [...] lógu opnir fyri, at føroyingar settu treytirnar, ið samsvaraðu við at føroyingar frammanundan rindaðu allan raksturin. Claus og Ronald vónaðu, at samráðingarfólkini í Føroyum vóru so veik, at tað ongantíð
- Tað er satt fornoyilsi at vera kórleiðari hjá hesum 40 monnunum, sigur Helle Damkjær, sum hevur stjórnað kórinum seinasta hálvtannað árið. Tað er ikki vanligt at kvinnur stjórna einum manskóri, men tá [...] leiðsluni í 87 ára gamla kórinum, ivaðist hon ikki eina løtu. - Eg var eitt sindur nervøs at byrja við. Men eg má bara siga, at eg havi sjáldan havt eitt meiri lýðið og »lydhørt« kór enn hetta, sigur Helle, sum [...] lagdur á tann sosiala partin. Hetta ger eisini sítt til, at menn verða verandi í kórinum í langa tíð. - Eg var so mikið heppin, at teir søgdu við meg, at eg skuldi bert taka mær av sanginum. Teir skuldu ordna
hann at Landsstýrið roynir at skapa so góðar karmar um vinnuna sum gjørligt, men beinleiðis at stuðla vinnuni kemur ikki upp á tal. Tað má sigast at vera eitt av søgunnar heilt stóru paradoksum, at ein [...] uni, at Landsstýrið miðvíst hevur arbeitt fyri at fáa burtur allar forðingar til tess at røkka málinum í endurskoðaðu tilgongdini um sjálvstýri Føroya fólks. Og meginforðingin skal eftir øllum at døma [...] skipanini: Í mestan mun at førka tjóðina fram ímóti óskerdum politiskum frælsi og í øðrum lagi at virka fyri optimalari vælferð hjá hvørjum einstøkum, harundir at býta virðini soleiðis at samfelagið ikki gerst
var so nógv at velja í, at eg hevði ilt við at av--gera, hvørjar litir eg skuldi taka heim við mær. Ja, satt at siga føldi eg meg sum hermannin í ævintýrinum “Eldførið”, tá hann, eftir at hava fylt lummarnar [...] sjálvum, at hetta royðu-grótið kundi verði nýtt til at gera máling burturúr. - Eg hevði als ikki ætlað mær í land henda dagin. Men tá motorurin ikki start-aði aftur, var ikki annað at gera enn at rógva í [...] tryggleika í at halda fram við royndum mínum. Ein fylgja av hesum var, at hann byrjaði at mála lands-løg, djór, fuglar, steinar og tey støðini, haðani litirnir stavaðu. - Tað var ein sera stór avbjóðing at arbeiða
sum fer at taka fløguna upp og orna øll tey praktisku viðurskiftini, greiðir Maria frá. Altíð sungið Maria Andersen hevur altíð sungið. Mamma hennara plagdi at siga, at hon var longu byrjað at syngja, [...] frá, at mamma hennara er vaksin upp við, at pápin undirvísti næmingum í at spæla upp á ljóðføri í stovuni hjá teimum. Maria sjálvi minnist eisini væl aftur á barndómsdagar sínar, tá hon plagdi at fara [...] meðan hon sat í barnastóli. Upp gjøgnum barndómin sang hon bæði í kóri og í smærri bólkum. Hennara familja hevur altíð havt nógv við tónleik at gera. Abbi Mariu var við til at stovna harmoniorkestrið
í Føroyum, og Ólavur sigur, at hon er ikki nógv verd, men heilt avgjørt stuttlig at eiga. Niels Pauli Danielsen, prestur, veit at siga frá, at slíkar bøkur vórðu brúktar at lesa úr heima við hús. ? Fyrr [...] í nógv ár. Eg veit framvegis um fólk, sum lesa lestur heima ístaðin fyri at fara í kirkju. Niels Pauli sigur, at søgurnar siga, hvussu fastur kristindómurin er grógvin í fólk, og hetta er ein leivd frá [...] Historie om det evige liv fortelur tær, hvussu tú skalt liva fyri at sleppa í himmalin. Og um tú vilt vita nakað um bókina verður tú noyddur at lesa í henni. Gomul andaktsbók Historie om det evige liv er skrivað
minni væl, at tey trivust so har í oynni. Hann bar ótta fyri, at fólk fóru at finna út av, at Ragnar var hansara sonur, og at loyndarmálið, sum Rannvá ikki vildi siga nøkrum, tískil fór at verða uppklárað [...] Jóhann Hentze, sum var ferðaleiðari hendan leygardagin, at siga, at skúvoyingar hava staðfest, at øska er at finna undir svørðinum í toftini. Tað merkir, at har hevur eldur verið - antin til hita, matgerð ella [...] og avvísandi. Men, so hvørt sum tíðin gongur, sæst, at gentan er við barn, men gentan vil ikki siga, hvør eigur barnið. Tískil fær eingin at vita, at tað er kommandanturin á Skansanum, sum hevur gjørt seg
hesin eins livandi uppaftur, sum eitt minni um kærleikan tá. Tað ber ikki til at siga, at hann ikki var, tað ber ikki til at renna undan honum, sum hann var. Kærleikin er tað einasta, sum er ævigt, og hann [...] høvuðspersónur í bókini, og tí hon átti hon at verið neyvari lýst. Eg haldi, at royndin at seta persónarnar í bókini inn í eina tíðarmynd fyllir ovnógv. Vinkulin átti at verið telgdur nógv spískari. Tú kann lesa [...] fyri mær, at kvinnan var Marin, sum var gift við ommubeiggja mínum Poul Petersen úr Hoyðgarðinum í Oyndarfirði. Hann var beiggi ommu mína á Marknagili. Mammu pápa. Eg minnist sum smádrongur, at vit vóru
loyvir tí lítla at eiga) og onkrar stórar vinmenn, og ger seg til at leypa á, hóast aðrir vinir hjá honum halda, at hann eigur at kanna eitt sindur betur, og at nógvir vinir hjá tí lítla siga, at teir fara ikki [...] og sigur, at hann kortini fer at hølva tann lítla av. Hann hevur verið til hindurs, tá hann skuldi inn í eitt skáp, og skumpað undir hann, tá hann skuldi upp á loft! Tað, sum alt satt at siga snýr seg um [...] country" halda tey, at "med ondt skal ondt fordrives", og at tað meir enn so kann forsvarast at bumba ósekar irakar ella afganar fyri at raka ein einkultan oddafisk, hóast tað er ræðuligt at drepa ósekar a
kann gera, er at hava eina so góða skrá sum møguligt, tí so trúgvi eg uppá, at tað ikki kann ganga heilt galið. Men er tað so, at tú hyggur eftir álmanakkanum hjá øðrum, ella roynir tú bert at fáa tað so [...] starvið? - Eg skal siga tær, at tað er akkurát soleiðis, sum eg hevði hugsað mær. Eg visti, at eg hevði harða húð, og hon er blivin uppaftur harðari. Eitt sum tú skalt venja teg við, er, at teir føroyingar [...] við tey ymsu útisetafeløgini um at gera tiltøk, her útleigan av hølum til veitslur, fundir og skeiðvirksemi. Ja, alt møguligt. Hans Petur í Brekkunum vísir á, at hann minnist einaferð eitt prát við Egil Hansen