Ein lovestory úr Fuglafirði

Eg gjørdist heitur um hjarta av at lesa brøvini til Hans frá Marini. Hansara tøgn fær hana at lýsa eina síðu av sær sjálvum, sum hevur bókmentaligt virði fyri eftirtíðina í Føroyum



Ummæli 



Tað munnu verða tey allarfægstu, sum á heilt ungum árum finna tann einasta rætta, og síðani liva eydnuríkt til teirra dagar eru taldir eins og í ævintýrunum. Ongin søga endar eydnusamt, og eitthvørt kærleiksforhold endar einaferð, antin á vegnum ella við deyða.

Bókin Saknaði sonurin eftir Jennifer Henke er ein vøkur søga um kærleika og um lívið, akkurát sum tað er við sigrum og niðurløgum. Og søgan er lokal, hon snýr seg um tvey ung í Fuglafirði í tíðarskeiðinum 1917-24. 



Eg siti nú aftan á og hugsi, hvat er tað, sum blívur við at renna fram fyri meg aftur á hesum 270 síðunum, tí hendan bókin hevur hugtikið meg fram um aðrar, og hon hevur fingið pláss í mínum hugaheimi.

Og tað fyrsta, eg hugsi, er skandalan. Eg eri uppvaksin á bygd, og í somáta er Fuglafjørður ikki stórt øðrvísi enn Oyndarfjørður. At Marin hjá Hoygarðs Pól skuldi geva tilfar til eina kærleikssøgu av teimum stóru, tí allarfyrstu her á leið í hesum partinum av Eysturoy, sær ein burtur frá fiktivu avrikunum hjá abbabeiggja, Hans Marius Eidesgaard, sála, at skriva um kærleikan millum mann og kvinnu, er skelkandi. Hendan stillføra kvinnan, ið avgjørt helt sítt ljós so nær skeppuni, sum til bar.

Eg hevði lisið øll brøvini, áðrenn tað gekk upp fyri mær, at kvinnan var Marin, sum var gift við ommubeiggja mínum Poul Petersen úr Hoyðgarðinum í Oyndarfirði. Hann var beiggi ommu mína á Marknagili. Mammu pápa. Eg minnist sum smádrongur, at vit vóru inni hjá teimum, og meðan Pól hevði arvað snakksaligheitina av Breytini, segði Marin sum minst. Eg hoyri enn fyri mær hennara lágu og klønu rødd, og brøvini gerast enn meira livandi, tá ið eg hugsi um hana.

Eg prøvaði eisini mína hugsan um skandaluna av, tá ið fólkið savnaðist um jólatræið í Oyndarfirði sunnudagin við Gamlaskúla, barndómsheimið hjá abba, sum eg beri navnið eftir. “Marin? hon hevði aldrin gingið við til eina slíka søgu. Hon var meira til at dyssa niður enn at blása upp.” segði fastir mín Aðalbjørg, sum kendi hana væl. 



Fyri lesarar, sum slett einki kenna til bókina, kann sigast, at hon snýr seg um fuglfirðingin Hans Niels Peter Sophus Jacobsen, sum varð føddur í 1896. Í 1911 fer hann at sigla. Brøvini í bókini eru frá 1917 og fram til 1924, og her eru talan um brøv frá systkjum, foreldrum og frá unnustu hansara, sum trúliga bíðaði eftir honum í mong ár, heilt til ommubeiggi mín fekk hana á aðrar tankar.

Og hvat er tað, sum nertir so djúpt við meg, meðan eg lesi brøvini frá Marini. Tað er hennara longsul. Í sjey ár skrivar hon til dreingin, sum bara ikki kemur heim aftur. Tað lá illa fyri hjá Hans at skriva. Hann er snøgt sagt ikki skrivandi maður, og tað er stóri fongurin í bókini. Hansara tøgn og hansara mangul av orðum fær Marina fram í ljósið og fær hana at lýsa eina síðu av sær sjálvum, sum hevur bókmentaligt virði fyri eftirtíðina í Føroyum. Brøvini frá Hans til Marina eru ikki tøk, men hennara svør siga alt. Her er kærleikin lýstur nakin, sum hann altíð er, og tá ið tað snýr seg um kenslur, dyssar Marin onki niður. Hon er slett ikki gamla konan hjá ommubeiggja, soleiðis sum eg kendi hana sum blaðungur.

Og tað fer kalt niður eftir rygginum á mær. Eg upplivi mínar ungu dagar við villum forelskilsi, brennandi heitum brøvum, pyntaði við kunstferdigum tekningum, pynti og hjørtum. Og síðani, tá ið kærleikslogin bliknar, soleiðis sum allir slíkir logar gera, hvussu brøvini skifta skap yvir til krapukendan iva, longur frammi reint fortvivlilsi og at enda skilnaður og tómrúm, sum í mongum føri er verri enn deyðin fyri tann, sum forlátin var.

Og Hans megnaði ongantíð at sleppa brøvunum. Sjálvur eigi eg enn kærleiksbrøv væl goymd av vegnum og sum koma fram við mongum ára millumrúmum. Og kærleikin sum var, er einki fúnaður í gulnaðu hjørtuprýddu brøvunum. Eg skilji væl Hans. Kærleikin hevur einki mótstykki. Tann kærleikin, sum var, doyr ongantíð. Hann er ikki nú, men hann var tá, og hann kann ikki burturforklárast, og hann kann heldur ikki snakkast, tigast ella gloymast í hel. Kemur eitt menniskja í samband við kærleika fyrr í lívinum, tá blómar hesin eins livandi uppaftur, sum eitt minni um kærleikan tá. Tað ber ikki til at siga, at hann ikki var, tað ber ikki til at renna undan honum, sum hann var. Kærleikin er tað einasta, sum er ævigt, og hann eigur einki mótstykki. Hatur er ikki tað øvugta av kærleika. Kærleikin er altíð avbyrgdur, majestetiskur og stórfingin, og í tí innasta kann einki órógva hann.

Marin giftist við ommubeiggja mínum Hoygarðs Pól, og spurningurin er um Pól nakrantíð slapp av við Hans, sum ongantíð kom aftur til Føroyar. Eg ivist. 



Eg haldi, at ráðgevingin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags er ikki nóg góð i hesi bókini, fyri ikki at siga vánalig. Høvundurin Jennifer Henke hevur funnið eina góða søgu. Tað er viðkomandi fyri bókina, at hon fortelur um lívið hjá pápanum í Ameriku. Tað berandi í bókini eru brøvini. Tey kundu næstan staðið einsamøll. Bókadeild Føroya Lærarafelags átti at sæð, at Marin er ein høvuðspersónur í bókini, og tí hon átti hon at verið neyvari lýst. Eg haldi, at royndin at seta persónarnar í bókini inn í eina tíðarmynd fyllir ovnógv. Vinkulin átti at verið telgdur nógv spískari. Tú kann lesa um viðurskiftini undir fyrra heimsbardaga aðrastaðni, um tú hevur áhuga fyri tí. Her snýr tað seg sum viðurskiftini millum Hans og Marin í fyrstu atløgu, og síðani um brævaskiftið millum familjuna og saknaða sonin. Hesi brøv eru nóg sterk í sær sjálvum, tey dokumentera og tey koma við eini fyrstu handa frágreiðing um umstøðurnar undir fyrra heimsbardaga. Fyllan við søguligum tilfari er fullkomiliga óneyðug.

Eg gjørdist heitur um hjarta av at lesa brøvini til Hans frá Marini og hansara kæru í Fuglafirði.