Ein kvirra, ið smakkar av kólnaðum kaffi

   

Uppreisturin, kærleikin og frælsið, tey trý heilagu orðini, vásaklødd, lukta av sliti og erligheit. Soleiðis vil eg liva, doyggja kann man altíð. Soleiðis sigur skaldið, og tey sum í sínum stilla sinni høvdu væntað, at løgmansrøðan í ár skuldi gerast nakað markamót í politisku søgu Føroya, í so máta, munna longu hava lagt veingirnar inn at kroppinum aftur. Ivaleyst meira sannførd nú enn nakrantíð um, at parlamentariska skipanin, Løgtingið, ið tykist at hava átikið sær leiklutin sum mekanikari og pedellur hjá donsku statsmaktini í Føroyum, valla nakrantíð fer at krúpa undan danska skjúrtufaldinum, ið hevur ligið sum ein doyvandi dýna yvir føroyska samfelagnum í hundraðir av árum.
Sagt verður í løgmansrøðuni, at Landsstýrið miðvíst hevur arbeitt fyri at fáa burtur allar forðingar til tess at røkka málinum í endurskoðaðu tilgongdini um sjálvstýri Føroya fólks. Og meginforðingin skal eftir øllum at døma fáast burtur við eini yvirtøkulóg sum løgmaður og danski forsætisráðharrin eru vorðnir samdir um. Helt annars at Tjóðveldisflokkurin átti landsstýrismannin í sjálvstýrismálum. Og Fólkatingið skal eisini taka støðu í málinum. Altso, um heimastýrislógin skal tømast ella ikki. Politiska frælsi Føroya stendur ella fellur nú aftur av danskari náði. Og tá ið søguliga sannroyndin er, at einki ríkið letur frá sær ognir við góðum, tá er tað mangt sum bendir á, at landsstýrið, við serliga virkna leikluti løgmans, er endað í eini danskari fellu, sum tung verður at sprakla seg leysa úr aftur. Tað eru og verða ongar semjur við danir sum loysa Føroyar úr donskum hafti, og einasti skjøtulin sum settur er á, í so máta, var tá ið Tjóðveldisflokkurin saðlaði um, á eina meira pragmatiska loysn í loysingarmálinum, eisini fyri at royna loysingartærið í Fólkaflokkinum, tí og bara tí hevur Anfinn Kallsberg nakrantíð verið løgmaður Føroya, men teir stóðu ikki royndina, boygnaðu sum ikki einaferð undan donskum trýsti, og tí sita vit her í eini meira fløktari støðu enn neyðugt og gott er, í frælsismálinum. Einasta forðingin, ið skal beinast burtur, fyri at vinna málinum er væntandi viljin til frælsið í Fólkaflokkinum og í hinum nú meira ella minni fusioneraða gamla Sjálvstýrinum. Tá hevði so mangt verið øðrvísi.
Løgmaður, sum av einhvørji orsøk, fáfongd kanska, nú aftur er farin at umtala seg sjálvan í fyrsta persóni, hevur saman við sínum landsstýristeknum á sætta ári riðið á eini búskaparligari flóðaldu, sum neyvan eigur sín maka í heimssøguni. Tað verður sagt um politiskar oddamenn, at ein styrki teirra er ongar avgerðir at taka, tí oftast loysa trupulleikarnir seg av sær sjálvum, - við tíðini. Og okkurt bendir á, at stýringin hesi fimm árini meira er eitt produkt av emotionellari dialektikk heldur enn av hygnum og køldum metingum og avgerðum í hvørjum einstøkum føri. Lættast er at fara við rákinum, og almennu rakstrarútreiðslurnar fóru sporðandi undan stjórnarvaldinum, við tí mesta av eini milliard hesi árini, harav miðfyristiningin, Normann-leisturin, við eini trídobling. Og nú kom so sannleikans tími. Rákið vendi, og tá sleppur eingin undan at taka hygnar og kaldar avgerðir. Stórar avgerðir, størri enn tær annars kundu verið, um man hevði verið eitt lítið sindur meira uppá forkant samsvarandi kyninum í marknaðarbúskapinum.
Soleiðis sum støðan er hevur Tjóðveldisflokkurin tvinni meginmál í parlamentarisku skipanini: Í mestan mun at førka tjóðina fram ímóti óskerdum politiskum frælsi og í øðrum lagi at virka fyri optimalari vælferð hjá hvørjum einstøkum, harundir at býta virðini soleiðis at samfelagið ikki gerst vinskt, at somu rættindi galda fyri øll og at lynt verður áhaldandi undir tjóðarinnar virðir bæði andaliga og tímiliga. Dagsins veruleiki er, at danir hava luta okkum ein part av føroyska samfelagnum út sum eitt heimastýri at stjórna, og tann parturin av røðu løgmans, ið snýr seg um hendan veruleika er nú ikki av leið, vælsaktans tí at landsstýrismenn tjóð-veldisfloksins eiga dastið av honum. Og vit sum eru gemenir tingmenn í hesi samgonguni mega krevja, at eitt veruligt gjøgnumbrot hendir í yvirtøkumálunum áðrenn sólin hevur verið eina ferð um jørðina aftur. Tað áliggur landsstýrinum at prógva, at hesin ógvuliga ivasami leisturin, at loysa í smáum bitum, er farbarur yvirhøvur. Og tað má nógv meira ferð setast á hendan partin av politikkinum um nakar í hesum landinum framhaldandi skal trúgva tí at eitt sjálvstýrislandsstýri megnar meira enn eitt sambands- & javnaðarstýri annars kundi megnað. Bara at hava klára at skorið 366 milliónir av ovuryvirflóð burtur í fimm ár, tað er nú ið so lítið, serliga tá ið málini einaferð vóru so greið. Tá ið staturin Føroyar stóð so sera klárur í sjónarringinum.
Eitt sterkt vinnulív er aðalkjarnin í einhvørjum samfelag. Úr lógvunum á teimum ið har virka koma virðini sum vit ið her sita skula skipa út aftur í samfelagið, soleiðis at tær solidarisku Føroyar vera eitt gott land at liva í, eisini tá ið skeytið til matrikulin er fluttur heimaftur úr Keypmannahavn.
Og løgmaður ásannar at tey ið virka í vinnulívinum líta á framtíðina. Tað hava tey nú altíð gjørt, annars var eingin nakrantíð farin í holt við nakað sum helst á hesum oyggjum. Gævi at politiska valdið leit eins nógv á framtíðina og tærið í fólkinum, sum hevur valt teir, man onkur helst halda. Útbyggingarnar hava verið stórar, stórar verkætlanir eru drignar av lunni, sum eitt nú "NORRØNA" og "SKÁLABERG", men staðfest verður eisini, at tað eru sektorar í vinnuni, ið hava tungar og truplar tíðir. Soleiðis er nú hesin vælsignaði marknaðarbúskapur bara, verri og betri tíðir, tí ræður um at taka hædd fyri sveiggjunum í góðari tíð. Onkur loftast ikki í svinginum, men tað gerst ikki við, konkurskvørnin ella totalsaneringar av kreppuraktum vinnum er eisini ein natúrligur partur av hesum sama marknaðarbúskapi, og hetta mega peninga- & fíggingarstovnarnir eisini rætta seg eftir. Tað er ov bíligt, tykist satt at siga rættiliga ókvalifiserað tá ið fíggingarstovnarnir, eftir at hava sopið róman í vinnuni í góðu árunum, nú rópa eftir skattaborgarans peningi fyrst ið tað lotar úr hanakjafti. Men her hevur løgmaður lært ikki so lítið av samstarvinum við Tjóðveldisflokkin hesi seinastu 5 árini. Avgjørdur sigur hann at Landsstýrið roynir at skapa so góðar karmar um vinnuna sum gjørligt, men beinleiðis at stuðla vinnuni kemur ikki upp á tal. Tað má sigast at vera eitt av søgunnar heilt stóru paradoksum, at ein vinstrahallur flokkur skuldi læra ein sokallaðan superborgarligan flokk uppi at sita í marknaðarbúskaparligum regi. Soleiðis er so mangt.
Eftir at viðurskiftini innan fyri 200 fjórðinga fiskimarkið eru so væl skipað sum ongantíð, átti hóttafall ikki at komið á hendan flotan uttan so at náttúran svíkir heilt. Prísirnir eru lægri enn teir hava verið, kanska meira normalir nú enn onkuntíð, uttan upsaprísurin har ið flotin bara verður hildin uppi av metgóðum fiskiskapi. Og tá ið tosað verður um skipaðu viðurskiftini á landgrunninum, so má politiska skipanin halda fast, soleiðis at fiskidagaskipanin ikki verður undirgrivin av partapolitiskum rossahandlum, sum hetta nú er farið at líkjast í Jógvan S-málinum, har ið Fólkaflokkurin hevur sitið á kreppufundi í fleiri dagar um eitt fiskiloyvi, ið sambært eini samdari landsstýrismannanevnd er latið ólógliga. Hvat hevur Fólkaflokkurin, av øllum, við hetta málið at gera? Tað hevði ikki verið ov nógv kravt av løgtingsmonnum, at vit aðrir, umboðandi allar aðrar flokkar á tingi, fingu at vita frá landsins leiðara, løgmanni, hvørjar serligar heimildir Fólkaflokkurin, sum heilur flokkur, nú hevur tiltuskað sær í útinnandi valdinum í Fiskimálaráðnum? Ella hevur løgmaður sjálvur ein trupulleika í hesum málinum? Í útvarpstíðindum tosa teir í hesum sambandinum nú um partapolitiskt mutur innansyndis í løgmansflokkinum, vit aðrir sum eru við í samgongusamstarvinum krevja í hvussu er av Føroya populerasta manni at hann avsannar at hann hevur havt nakað við hetta málið at gera, deymurin frá málinum er í hvussu er ógvuliga treystur. Og hann gerst bara treystari tess longri tíðin líður frá eini avgerð hjá ráðharranum sjálvum. Sum bara kann byggja á niðurstøðuna hjá løgtingsnevndini, og einki annað.
Alivinnan er í svárari kreppu. Kanska meira av metlágum marknaðarprísum enn ILA-sjúkuni. Bankastjórarnir misbrúka støðuna til at koma sær inn ígjøgnum bakdyrnar framat almennu brúksloyvunum. Men kreppustøður eiga ikki at broyta nøkur meginprinsipp. Tjóðveldisflokkurin heldur fast um, at aliloyvir, fiskiloyvir og onnur loyvir ið viðvíkja almennum tilfeingi, eru og vera verðandi almenn brúksloyvi. Eitt annað mál er útlendskur kapitalur. Tað er rætt at vit hava tvíhildið um, at 2/3 av partapeninginum skuldi vera á føroyskum hondum. Men er tað soleiðis, at ikki er nóg mikil vágafúsur kapitalur í landinum til at reka føroysku alivinnuna, so er flokkurin sinnaður til, at fara inn í eitt politiskt orðaskifti um tann spurningin.
Arbeiðsmarknaðarviðurskifti verða eisini nevnd í løgmansrøðuni. Tjóðveldis-flokkurin, ið undir verkfallinum í vár tvíhelt um, at politiska skipanin undir ongum umstøðum sanktioneraði verkfallið, boðaði tó frá, at vit vildu vera við til at skipa karmarnar um arbeiðsmarknaðin soleiðis sum vit kenna teir frá okkara grannalondum. Hetta er framvegis okkara støða, og eg fari inniliga at heita á landsstýrismannin í vinnumálum um ikki at gera hetta til eitt persóns- & fólkafloksmál soleiðis at alt ikki verður grugga til sum ikki einaferð. Tað er umráðandi at allir flokkar á tingið koma til eina semju í hesum málinum.
Einskiljingar av almennum gøgnum eru aftur uppi og venda í hesi løgmansrøðuni. Tjóðveldisflokkurin er samdur í, at stórir partur av donsku kreppuloysnunum skula einskiljast. Men tað skal gerast við skili og gjøgnumskygni. Og eitt meginkrav frá okkum er, at eingangsinntøkurnar frá einskiljingunum vera brúktar til at gjalda skuldina til danska statskassan aftur við, samstundis sum ríkisveitingin verður minkað við tí, sum ídag er kapitalútreiðslurnar av hesi somu skuld. Tvs. ein triðingsreduktión av blokkinum afturat. Verður hetta ikki leisturin, tá tekur Tjóðveldisflokkurin valla undir við teimum, tí tá hava tær bara eina einastu effekt, og tað er, at raksturin av samfelagnum verður dýrari.
Tað er hent í so lítið síðani hendan samgongan sá dagsins ljós. Serliga á sjálvstýrisleið. Sum sama skaldið kvøður: Farnar vøkunætur, ein kvirra, ið smakkar av kólnaðum kaffi, lekur eftir húsasíðunum. Vindar sveiptir í gomlum sirmi, eisini møguleikin í loyniligum kompressarum, yvir alla jarðskorpuna runnar av skelvandi lívi.
Føroyar eru eitt land við nógvum loyniligum kompressarum, og yvir alla jarðskorpuna vaksa runnar av skelvandi lívi. Serliga kreppan og tíðin eftir hana gjørdi hetta alt so sjónskt. Ein tíðarbundin niðurgongd er veruleiki, men ongin grund er til stúran. Soleiðis er lívið nú einaferð hátta í kapitalistisku skipanini, og tíanbetur er lívið so ógvuliga nógv meira enn bara peningur, keyp og søla.