Ein lutur er ikki antikkur fyrr hann er yvir 100 ára gamal. Bókin hjá Ólavi, Historie om det evige liv er útgivin í 1640, so hon kemur væl og virðiliga undir heitið antikvaritet.
? Eg veit ikki, hvaðani bókin kemur, sigur Ólavur Klakk. ? Men hon hevur altíð verið í húsinum. Eg havi fingið hana frá abba mínum. O. F. Joensen, og hansara forbókstavir eru eisini prentaðir í bókina. Hvaðani abbi mín hevur fingið bókina, havi eg ikki hóming av.
O.F Joensen, ella Óli í Skúla, sum hann eisini varð róptur, sat á tingi fyri Sambandsflokkin í eini 30 ár. Hann var reiðari, átti handil, var riddari av Dannebrog, so tað var ikki bert ein og hvør, ið átti bókina undan Ólavi.
Bókin Historie om det evige liv fortelur tær, hvussu tú skalt liva fyri at sleppa í himmalin. Og um tú vilt vita nakað um bókina verður tú noyddur at lesa í henni.
Gomul andaktsbók
Historie om det evige liv er skrivað av einum týskara, og hon er útgivin í Danmark í 1640. Henda bók er ein gomul andaktsbók, og tað eru fleiri bøkur av slíkum slagi í Føroyum, og Ólavur sigur, at hon er ikki nógv verd, men heilt avgjørt stuttlig at eiga.
Niels Pauli Danielsen, prestur, veit at siga frá, at slíkar bøkur vórðu brúktar at lesa úr heima við hús.
? Fyrr í tíðini vóru fólk nógv heima, á bóndagarði ella líknandi, og tá savnaðust tey til lestur í húsinum einaferð um dagin saman við húskallum og arbeiðskonum, og tá lósu tey úr andaktsbók, greiðir Niels Pauli Danielsen frá.
? Luther hevði eina bók, sum hann kallaði Husandagter, og er hon skrivað júst til hetta brúkið. Hetta er ein gamal katólskur siður, sum hevur sitið fastur í føroyingum í nógv ár. Eg veit framvegis um fólk, sum lesa lestur heima ístaðin fyri at fara í kirkju.
Niels Pauli sigur, at søgurnar siga, hvussu fastur kristindómurin er grógvin í fólk, og hetta er ein leivd frá gamlari tíð. Andaktsbøkurnar eru nógvar, men sjálvur hevur hann ikki hoyrt um júst hesa hjá Ólavi.