- Tað er satt fornoyilsi at vera kórleiðari hjá hesum 40 monnunum, sigur Helle Damkjær, sum hevur stjórnað kórinum seinasta hálvtannað árið.
Tað er ikki vanligt at kvinnur stjórna einum manskóri, men tá Helle varð spurd um hon vildi taka við leiðsluni í 87 ára gamla kórinum, ivaðist hon ikki eina løtu.
- Eg var eitt sindur nervøs at byrja við. Men eg má bara siga, at eg havi sjáldan havt eitt meiri lýðið og »lydhørt« kór enn hetta, sigur Helle, sum í kvøld skal stjóra kórinum á konsertini í Norðurlandahúsinum.
Á vitjanini verða tvær konsertir – henda í Norðurlandahúsinum saman við Tórshavnar Manskóri og ein í Gøtu kirkju, har sungið verður saman við kórinum Eystanljóð.
Nýggj sangskrá
Tá Helle fyri hálvum øðrum ári síðani gjørdist kórleiðari í manskórinum, var tað ikki tí at hon hevði royndir júst við slíkum kórum áður.
Hon er útbúgvin urguleikari, og hevur í mong ár stjórnað blandaðum kórum. Nú var ístaðin neyðugt hjá henni at seta seg inn í eina heilt aðra sangskrá.
Tí, sum hon sigur: - Fyrr kundi eg bara blaða í nótunum og síðani velja sangirnar burturúr. Nú mátti eg líkasum lurta meg fram til, hvussu ein sangur fór at ljóða í einum slíkum manskóri.
- Men hinvegin, var hetta ein sera spennandi avbjóðing. Og úrslitið, - ja tað fáa tit møguleika at í kvøld og leygardagin í Gøtu, sigur Helle Damkjær, spent á málinum.
Kórið sjálvt er ógvuliga væl skipað, og stórur dentur verður lagdur á tann sosiala partin. Hetta ger eisini sítt til, at menn verða verandi í kórinum í langa tíð.
- Eg var so mikið heppin, at teir søgdu við meg, at eg skuldi bert taka mær av sanginum. Teir skuldu ordna alt hitt.
- Og so var tað heldur ikki verri, at teir lokkaðu meg við hesi Føroya-ferðini, og sum nú er vorðin veruleiki, sigur kvinnuligi kórleiðarin.
Kórið hevur nøkur føst tiltøk um árið, men hevur haraftrat vitjað í Svøríki, Onglandi, Wales og í Letlandi.
Í 2010 verður kórið vertur fyri eini landsstevnu í sangi. Og her vóna teir – ella tey! – at okkurt føroyskt kór fer at luttaka.