Ein køkur sum eingin annar

- Vit hildu, at køkurin var vorðin heldur slitin og mátti skiftast út við ein nýggjan ella málast. Knappliga ein dagin kom tað til mín: - Hví ikki brúka tilfarið, sum eg brúkti til mínar málningar, til at prýða mín egna køk?, sigur Eli Smith. Í dag hevur hann ein av teimum meiri sjáldsomu køkunum í Føroyum

Børkugøta: - Ja, at køkurin er blivin soleiðis, sum hann er tað í dag, byrjaði í roynd og veru við einum óhappi umborð á bátinum, - tá motor-urin ikki vildi starta aftur, sigur Eli við einum stórum brosi.

Kemur tú inn í hugnaliga køkinum í heiminum hjá honum og familjuni í Børku-gøtu, verður ein beinanveg-in bergtikin av orginaliteti-num og samansetingini av litunum.

Eingin annar køkur er sum hesin: Skápshurðarnar hava ymiskan lit, skuffurnar og borðplátan tað sama. Munurin á hesum køkinum og øllum hinum køkunum er, at hetta er alt klætt við litum, ið Eli hevur funnið í tí føroysku náttúruni.

Tað er ikki í hvørjum køki, at borðplátan er klædd við koli úr Hvalba, karmarnir í vindeygunum við sandi úr Søltuvík, og skápshurðar og skuffur við royðugróti av Argjum, úr Múla og av Velba-stað og við jákupsskeljum av Oyri.

- Onkur hevur heitt á meg um at taka patent uppá tað. Tja, eg veit ikki. Eg trúgvi neyvan, at nakar fer at gera tað, tí hetta er sera strævið og krevur drúgvar royndir.

- Tá ein arbeiðir við hes-um, er tað ein langur vegur, áðrenn ein sær nøkur úrslit, slær hann fast. 


Ikki so einfalt

Uppskot hansara um at prýða køkin, heldur enn at skifta hann út við ein spildur-nýggjan, vann frama heima við hús. So var bert eftir at fara til verka.

Byrjað varð í tí smáa í september mánaði í 2006. Hann tók ta fyrstu skáps-hurðina við sær niður í kjallar-an, og klæddi hana við sandi og lakeraði hana. Tað tók sína tíð at finna rætta lakkið, tí nógvar royndir miseydnaðust. - Tað tók mær eisini mán-aðir at gera køkin, tí eg arbeiddi ikki allatíðina við hesum. Síðani fór eg í holt við hinar hurðarnar, karm-arnar, borðplátuna og veggin.

- Konan og dóttirin strongdu á meg, so eg mátti skunda mær at fáa alt liðugt, tí køkurin stóð í hálv-um gekki, og dótturin hevði føðingardag í februar. Men hann bleiv eisini liðugur áðrenn. Og stoltur var eg, sigur Eli, og leggur síðani aftrat: - Sjálvur haldi eg, at úrslitið er gott, og tað heldur mín elskaða kona eisini!

Hann er útlærdur sum radiomekanikari og hevur verið til skips, men við alda-skiftið slepti hann øllum hesum, og hevur síðani halgað seg listarligum arbeiði: Fyrst við pensli í hond. Nú við nýggju listagrein síni, grótmáling. 


Tann vakra lindin

Alt hevur sjálvandi sína forsøgu, og tað hevur serstaki køkurin í heimi hansara sum vera man eisini.

Henda forsøgan byrjaði á sumri 2003 út fyri Hósmøl í Nólsoy. Her finst ein hópur av gróti, mest malargrót. Men vakna eygað hjá listar-manninum fangaði eisini annað enn malargrótið: Royðugrótið.

Hann var farin við donsk-um gestum at skoða Nóls-oynna frá sjónum. Setti gest-irnar av á Borðuni og síðani skuldu hann møta teimum aftur í bygdini. Ávegis til bygdina steðgaði hann á út fyri hesi mølini, har ein týði-liga sær ta reyd-ligu royðu-lindina millum basalt-fláirnar.

Eli var bergtikin av hesi sjón og hugsaði við sær sjálvum, at hetta royðu-grótið kundi verði nýtt til at gera máling burturúr.

- Eg hevði als ikki ætlað mær í land henda dagin. Men tá motorurin ikki start-aði aftur, var ikki annað at gera enn at rógva í land og fáa fatur á fólki umvegis fartelefonina, greiðir hann frá.

Nakað eftir kom hjálpin fram, og báturin og Eli vórðu sleipaðir aftur inn á Havn-ina. 


Hermaður í Eldførinum

Løtuna her á Hósmøl brúkti hann til fulnar, eins og ein annar Robinson Crusoe, sum fór rannsóknarferð á síni oyggj.

- Tú, eg skal siga sum er, at eg varð fyltur við slíkari vælveru, meðan eg stóð her einsamallur í kvirruni og við øllum vakurleikanum rundan um, at eg mátti bara takka Gudi fyri hesa veldigu upp-livingina, greiðir Eli frá.

Tær fyrstu royndirnar av royðugrótinum í Hósmøl vóru so góðar, at hann sá hetta sum sín møguleika at menna seg enn meiri sum listamann. Við nærri eyg-leiðing sá hann ikki bert tann reyða litin, men eisini tann brúnliga, grønliga og okkurlitin í lindini.

- Her var so nógv at velja í, at eg hevði ilt við at av--gera, hvørjar litir eg skuldi taka heim við mær. Ja, satt at siga føldi eg meg sum hermannin í ævintýrinum “Eldførið”, tá hann, eftir at hava fylt lummarnar við koparmyntum, kom inn í næsta kamarið fylt við silvurmyntum!

Eli byrjaði so í smáum at mjølva grótið, og gjørdi burt-ur úr hesum bæði oljulitir og akrýllitir, sum síðani vórðu brúktir í arbeiði hansara sum listamaður. Hesa tíðina vórðu mong føroysk mynd-evni skapað úr hesum mongu ymisku litunum. 


Móðir gav íblástur

Spurningur hansara var kortini alla tíðina, um hetta kundi føra til nakað meiri? Ein dagin fekk hann eisini svar uppá tann ivan.

Ein av keldum hansara til íblástur var móðir hansara, sum ein dagin kom á vitjan. Við sær hevði hon eina reproduktión av einum málningi frá teimum egypt-isku kongagrøvunum. Tá Eli hugdi eftir málninginum, gjørdist hann sera bilsin:

- Eg sá tá, at hesir egypt-isku litirnir líktust akkurát teimum litunum, sum eg hevði úr føroysku náttúruni. At hetta varð roynt fyri fleiri túsund árum síðani og var framvegis haldgott, gav mær ein tryggleika í at halda fram við royndum mínum.

Ein fylgja av hesum var, at hann byrjaði at mála lands-løg, djór, fuglar, steinar og tey støðini, haðani litirnir stavaðu.

- Tað var ein sera stór avbjóðing at arbeiða við teimum føroysku litunum. Ein má hugsa seg væl um, áðrenn ein setir litirnar saman, um ein skal fáa ein góðan kontrast. 


Torførar avgerðir

Henda nýggja menningin av list hansara hevur ført við sær, at tann føroyska náttúran er vorðin honum sera dýrabar.

- Tað er líkasum at eg nú kann taka tær yndisligu upp-livingarnar úr náttúruni við mær til hús, eftir ein frálíkan gongutúr í haga-num. Ja, hugskotini eru ofta so mong, at tað er torført at taka eina avgerð, sigur hann við ein-um brosi.

Men tá talan var um lagn-una hjá køkinum, var av--gerðin einføld: Hví ikki royna og vísa í verki, at tað sum ein kann gera sum lista-maður, kann ein eins væl prýða sítt egna heim við?!

Henda fyrsta skápshurðin gjørdist til fleiri – og síðani til allar. Borðplátan skifti lit, tað sama gjørdu skuffurnar í køkinum og karmurin undir vindeyganum fekk eisini sítt serliga eyðkenni.

- Tað er eitt hav av møgu-leikum við hesi grót-máling-ini. Ja, ein kundi eins væl prýtt bæði møblar, gólv, klædning og loft við hesum sama, staðfestir hann.