tað gekk til, at hon og Dánjal Martin giftust. Hon greiddi soleiðis frá: "Tað var eitt kvøldið, eg sat einsamøll inni í køkinum hjá okkum í Funningi, at Dánjal Martin kom inn á gólvið. Hann plagdi vanliga [...] har. Hetta kvøldið setti hann seg niður, og so kom tað bara. Jú, hann hevði hugsað um hetta, um tey ikki bara skuldu kasta saman bæði. Hann helt, at tey vóru væl egnað saman. Hon fekk tveir møguleikar at [...] doyði í 1987. Tey áttu eingi børn, men tey tóku systurson Dánjal Martins, John, til sín, tá hann var heilt lítil, og mamman doyði frá honum og systkjunum. Tað var altíð so hugnalig at koma norður til Funnings
multikunstnari, filmssjónleikari og rithøvundur. Nógv heiti kunnu setast á Madonnu. Tað ljóðar heilt ótrúligt, men satt er tað. Nú kann hon eisini skrivast í føroyska bókalistan, tí15. september kemur ein fyrstadags [...] bókina hjá Madonnu, og bókaforløg fóru at kappbjóða um at sleppa at geva bókina út. Vit kundu sjálvandi ikki bjóða afturímóti, men eg vísti henni áhuga, og tað vísti seg, at vit sluppu upp í part, sigur Niels [...] jøvnum føti millum onnur um allan heim. Harafturat er talan um eitt veldugt upplag, og tí verður tað ikki so dýrt at framleiða. Vit vóna at tjena eitt sindur upp á hetta eisini, sigur Niels Jákup Thomsen
ein roynd at draga útlendskan kapital til Føroya. Men fíggjarmálastýrið hevur kanska ikki hugsa um, at tað ber ikki til at lóggeva fyri konsolidering. Ein aðalfundur, ið er hægsti myndugleiki í einum [...] tá fólkaflokkurin sat á fíggjarmálum. Tjóðveldisflokkurin er óivað farin at kenna so mikið til í øllum fullveldisrúsinum, at alt ideologiskt vit og skil er farið, og hann hevur heilt gloymt, hvat hann [...] lættast skal um skattin á kapitalíløgum er einki óført. At hetta eisini hitar búskapin kemur kanska ikki til hugs. Tað er sostatt bert skattatrýstið hjá vanliga løntakaranum, ið skal nýtast sum stýringsamboð
floytaði, men har var deyðakvirt niðriundir. Akkurát har hann var var farin, sæst heldur ikki beint niður, so eg sá ikki heilt niður, men har púra ongin reaktión. – Tá ið tað fór at skýma, var einki at gera, enn [...] hevur verið so nógvur vindur, at heilir bilar og heilar bingjur eru farnar á flog, so eg veit ikki um tað er heilt óhugsandi, at tað eisini er ein hvirla, sum hevur lyft Døgg upp fyri bakkan aftur, heldur [...] tók hann tríggjar ær við lombum við sær, so var tað minni eftir, tá ið fóru at reka. Hundurin, sum ikki er meiri enn eitt gott ár, var í bandi, og tá ið tann eina ærin, og lambið, knappliga setti á omaneftir
Fyri ikki at gloyma Ernest Hemingway, sum búði stóran part av lívi sínum her í Havana og í bygdini Cojimar beint uttan fyri býin. Her hevur hann skrivað verk sum "Island in the Stream" og ikki minst "Gamli [...] vilja verða verðandi á Cuba. Tey vilja hava betri kor, men ikki flyta burtur. Eitt vanligt orðatak er: "Eg eri fyri kollveltingini, men ikki kommunismuni." Tað er heitt. Eg siti í løtuni á einum bókasavni [...] At siga, at Havana hevur sæð betri dagar, er ikki at taka munnin ov fullan. Hesin staðurin, sum so mangan hevur verið bæði sungið og skrivað um, hevur av sonnum verið ein verðinsbýur í sínum vælmaktsdøgum
kort í 2. deild leygarkvøldið, men hetta er ikki rætt. Eitt av gulu kortunum hevur hann fingið í steypakappingini. Leikliga eru klaksvíkingar ikki komnir heilt burturúr aldudalinum, men teir megna at stríðast [...] at HB, sum vann bæði steypakappingina og landskappingina í fjør, ikki er so einaráðandi, sum teir hava verið. Onkrir spælarar eru ikki so væl fyri, sum teir vóru í fjør, og liðið sum tykist sum heild at [...] flyta finaluna frá 4. juli og til fyrst í august mánaði, men hetta siga teir í HB seg ikki kenna nakað til, men tað er satt, at onkur hevur nevnt, at um havnarfeløgini komu í finaluna, so hevði tað verið upplagt
fast um leiðsluna, sum liðið vann sær heilt tíðliga í dystinum. At kalla alla tíðina var munurin eini tvey-trý mál, og tó at VÍF ongan tíð varð heilt afturúrsiglt, so sat áskoðarin alla tíðina við varhuganum [...] høllini í Vestmanna sunnudagin. Vanliga so mælska áskoðarafjøldin var nærum ikki at kenna aftur, og á vøllinum sýndu vestmenningar ikki sama gullspælið, sum teir onkun tíð hava víst. Tað endaði eisini við, at [...] seg. Dystargongdin kundi kanska eisini verið ein onnur, um mongu skaðarnir hjá Áka ikki høvdu gjørt, at hann enn ikki fær spælt heilan dyst við fullari ferð. Í hvussu so er tóktist hetta vera einasta
persónurin, sum ikki bakkaði ein tumma, men nú bakkaði hann heilt útav. Praksis Jóannes Eidesgaard sigur, at teir í Javnaðarflokkinum enn ikki hava viðgjørt málið, og málið er heldur ikki viðgjørt innanhýsis [...] samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann letur ongan iva vera um, at hann ikki metir hesa loysnina vera nøktandi. Talan gjørdist ikki um nakra virðiliga loysn. Hetta var tann mest mannminkandi av øllum. Um [...] hevði ikki borið til í øðrum londum, sigur Jóannes Eidesgaard, at eitt nú í Danmark er ministarar farnir frá, tá upplýsingar eru komnir fram, sum eru tyngjandi fyri teir politiskt, men kortini ikki eru lógarbrot
Hetta er nakað løgið nakað at siga. Tí tað er ikki satt. Fyri tað fyrsta er Jan í feriu nakrar vikur um árið. Viðhvørt er hann uttanlands. Onkuntíð er hann ikki til arbeiðis av øðrum orsøkum. Kortini standa [...] oddagreinar í blaðnum. Í hansara navni. Men hann skrivar tær ikki. Hann sær tær neyvan heldur, áðrenn tær eru prentaðar. Og hann skrivar heldur ikki allar greinarnar sjálvur, tá hann er til arbeiðis. Blankokekkur [...] Jan, so at siga. Hevði alt tað skrivaða verið siðiligt og sakligt, var trupulleikin ikki so stórur. Men tað er tað ikki. Stundum er tað grovt og ærumeiðandi. Tað er sannlíkt, at orsøkin nettupp er, at teir
góður. Men tað er ikki nøkur umbering fyri ikki at syngja við fullari megi. Helst hevur tað verið fjáltur á leikarunum, tí røddirnar vóru sum heild nokk so veikar, ella var ljóðið bara ikki nóg hart frá, júst [...] sæð Jósef og Fame, verður hesin leikurin ikki heilt tað sama. Ein orsøk kann vera, at sangirnir ikki eru líka fangandi, sum í undanfarnu leikunum. Kanska er uppruna handritið bara verri enn hini. Tað er [...] eini mynd, ikki var úti í rúmdini fyrr enn í 1981, verður tað alsamt torførari veruliga at gerast fangaður. Tað eru nógv samlaði smáting, ið fáa ein at síggja til, góðan leik at søkka í virði. Ikki ordiligir