Provokatørur, popp-teys, dansari, sangari, sangskrivari, multikunstnari, filmssjónleikari og rithøvundur. Nógv heiti kunnu setast á Madonnu.
Tað ljóðar heilt ótrúligt, men satt er tað. Nú kann hon eisini skrivast í føroyska bókalistan, tí15. september kemur ein fyrstadags útgáva av einari bók hjá megastjørnuni Madonnu út á føroyskum.
Bókin hevur heitið The English Roses og verður givin út samstundis um allan heim á heili 30 málum. Bókadeild Føroya Lærarafelags stendur fyri føroysku útgávuni, ið nevnist Ensku rósurnar, og Niels Jákup Thomsen frá BFL viðgongur, at hetta er einamest merkisverda útgávan, sum hann nakrantíð hevur givið út í Føroyum.
? Hetta er eitt sonevnt samprent, sum vit eftirhondini hava nógvar royndir við, men hetta er sermerkt, tí so stórur áhugi er um bókina, og tí hon verður útgivin hjá okkum í somu løtu sum um allan heim er eindømi, sigur Niels Jákup Thomsen.
Talan er um eina røð av fimm barnabókum til børn í øllum aldri. Fyrsta bókin kemur út 15. september og næsta bókin kemur 10. november. The English Roses snýr seg um fýra smáar gentur, sum eru ellivu ára gamlar og bestu vinkonur. Tær verða tiknar á eina gandakenda ferð, og tá læra tær um lívið.
Fínar bøkur
Madonna byggir sína søgu á egnar royndir, tá hon skrivar bókina, sum snýr seg um øvundsjúku og kappingina millum gentur, og óivað kenna fólk og serliga gentur seg aftur. Men hvussu kom tað í lag, at Madonna gevur bók á føroyskum?
? Alt byrjaði, tá umboð fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags vóru á árligu barnabókamessuni í Bologne. Ein umboðsmaður gekk runt og marknaðarførdi bókina hjá Madonnu, og bókaforløg fóru at kappbjóða um at sleppa at geva bókina út. Vit kundu sjálvandi ikki bjóða afturímóti, men eg vísti henni áhuga, og tað vísti seg, at vit sluppu upp í part, sigur Niels Jákup Thomsen.
Tað var avgerandi fyri Niels Jákup Thomsen, at fólk, ið lósu bøkurnar, søgdu tær vera góðar og vælskrivaðar.
? Vit vildu gjarna vera við, tí talan var um góðar bøkur, og tað er stuttligt, tá vit føroyingar kunnu vera á jøvnum føti millum onnur um allan heim. Harafturat er talan um eitt veldugt upplag, og tí verður tað ikki so dýrt at framleiða. Vit vóna at tjena eitt sindur upp á hetta eisini, sigur Niels Jákup Thomsen.
Skrivar sjálv
Spurningurin er longu settur úti í heimi, um tað veruliga er Madonna, sum hevur skrivað bøkurnar, og tað sigur útgevarin vera púra vist.
? Alt bendir á, at hon veruliga hevur skrivað bókina. Hon hevur havt ein ógvuliga virknan leiklut og hevur eitt nú kravt broytingar líka til tað síðsta, áðrenn bókin varð prentað, sigur Niels Jákup Thomsen.
Madonna hevur kortini ikki skrivað føroysku bókina sjálv. Anna Maria Reinert Jensen, sum er lærari á Venjingarskúlanum í Havn, hevur staðið fyri tí arbeiðnum. Valið fall á hana, tí hon er ein góður týðari og er stinn í føroyskum, sigur leiðarin á BFL.
Bókin er eitt sonevnt samprent, sum BFL eftirhondini hevur nógvar royndir við. Hon verður prentað í Italia, og leikluturin hjá føroyska forlagnum er at stýra útgávuni í Føroyum, týða, gera filmir og annað. Hon verður prentað í 1000 eintøkum, men hon verður neyvan endurprentað í bræði. Fimm bøkur koma út, og tær eru ógvuliga ólíkar sigst.
Nógv verður gjørt burturúr marknaðarføringini, og sjálvan útgávudagin verður nógv gjørt burturúr í París, har Madonna verður til staðar. Sosialurin verður helst eisini á staðnum.