Alt bendir á, at fótbóltskappingin í ár verður meiri spennandi, enn hon var í fjør. Úrslitini hesa síðstu vikuna siga, at HB, sum vann bæði steypakappingina og landskappingina í fjør, ikki er so einaráðandi, sum teir hava verið. Onkrir spælarar eru ikki so væl fyri, sum teir vóru í fjør, og liðið sum tykist sum heild at hava ilt við at toga seg upp. Kenslan av at teir eru mettir av sigrum breiðir seg, og tá KÍ mánadagin sendi teir úr steypakappingini, var tað onnur ferðin innanfyri eina viku, at HB tapti í Gundadali, og tað man vera langt síðani, at hetta kom seinast fyri.
Tað ljóðaði í Gundadali mánadagin, at HB skuldi havt tosað við B36 um at flyta finaluna frá 4. juli og til fyrst í august mánaði, men hetta siga teir í HB seg ikki kenna nakað til, men tað er satt, at onkur hevur nevnt, at um havnarfeløgini komu í finaluna, so hevði tað verið upplagt at bíða við at spæla hana, til grasvøllurin verður klárur at spæla á.
Men nú eru tað altso B36 og KÍ, ið skulu gera av, um tað skal vera Kurt Mørkøre ella Jens Kristian Hansen, sum skal vera tann fyrsti at lyfta nýggja løgmanssteypinum.
At B36 og KÍ eru í somu finalu er ikki ofta komið fyri áður. Liðini hava ongantíð spælt móti hvørjum øðrum í finaluni um løgmanssteypið, og vit skulu taka langt niður í søguligu hagtølini fyri at finna hesi bæði liðini í finaluni um ísafjarðarsúluna. Tað kom bara eina ferð fyri, og tað var í 1967. HB vann ísafjarðarbikarið til ognar í 1964, og í 1965 vann B36 fyrstu aktiuna í fyrstu ísafjarðarsúluni. Teir vunnu finaluna móti HB. Í 1966 vann KÍ í finaluni, sum varð spæld í Gøtu, á HB, og í 1967 stóð finalan aftur í Gøtu millum KÍ og eitt havnarlið.
B36 og KÍ vóru í finaluni, sum KÍ vann 6-2. Ein spælari skoraði fimm mál. Tað var Steinbjørn Jacobsen. 4. juli fáa vit at síggja, um tað hesa ferð fer at eydnast hjá B36 at vinna. Teir hava ikki vunnið steypakappingina síðani 1991. KÍ vann løgmanssteypið í 1994.
Rættuliga avgerandi
Komandi sunnudag verður fyrsti triðingurin av landskappingini lagdur afturum, og sætta umfarið verður rættuliga spennandi. NSÍ, sum saman við B36 er einasta felagið, ið ikki hevur tapt higartil, skal til Klaksvíkar at spæla á norðoyastevnu, og í Gundadali verður grannauppgerð millum HB og B36.
At siga at HB er í kreppu er at taka munnin ov fullan. Men tað skal ikki nógv hugflog til at ímynda sær, at støðan verður ikki góð, um B36 fer avstað við øllum stigunum sunnudagin. B36 er trý stig undan grannunum, og um munurin gerst seks stig, fer møguleikin hjá HB at vinna nakað sum helst í ár rættuliga at kámast, men nú fáa vit at síggja. Tað hevur ljóðað, at Hans á Lag verður leikbannaður sunnudagin, tí hann fekk gult kort í 2. deild leygarkvøldið, men hetta er ikki rætt. Eitt av gulu kortunum hevur hann fingið í steypakappingini.
Leikliga eru klaksvíkingar ikki komnir heilt burturúr aldudalinum, men teir megna at stríðast, og at tað hevur nógv at siga var sjón fyri søgn í Gundadali mánadagin. Stríðsviljanum hjá NSÍ bilar einki, og vinna teir í Klaksvík, og hini úrslitini laga seg væl, so er møguleiki fyri, at teir koma heilt upp á toppin. Í 1979 vann ÍF meistaraheitið fyri fyrstu og einastu ferð higartil. Í 1989 vann B71 fyri fyrstu og einastu ferð higartil meistaraheitið, og nú er 1999, og so eru tað tey, ið tosa um NSÍ, men nú fáa vit at síggja.
Botnurin
Toftamenn vunnu í Fuglafirði, og harvið eru teir fyribils í hvussu so er leysir av botninum. Vágbingar taptu fyri triðju ferð á útivølli, og sunnudagin, tá B68 fyri triðju ferð í ár vitjar á Vágseiði, fæst at vita, um B68 skal fara at hyggja uppeftir, ella um vágbingar skulu sleppa burtur úr botninum.
Sumbingar spældu tað nógva av tíðini ellivu móti tíggju HB monnum. Kortini taptu teir 3-0, og tað sigur okkum, at Sumba, ið enn einki stig hevur fingið, er illa fyri og í løtuni høvuðskandidatur til beinleiðis niðurflyting. Sunnudagin skulu teir til Gøtu. GÍ er upplagdur favorittur, og um B36 snávar, og GÍ vinnur, so verða gøtumenn fyri fyrstu ferð á ovasta plássinum, síðani síðsta umfar í 1996, tá teir blivu føroyameistarar fyri higartil seinastu ferð.
Fuglfirðingar og sandoyingar tykjast ikki vera væl fyri í løtuni. Tað sær út til, at tað verður teirra lutur at stríðast fyri at sleppa av næstaftasta plássinum. Sunnudagin fer ÍF til Sands, og úrslitið í tí dystinum kann fara at vísa seg týdningarmikið fyri endaliga úrslitið, tá tað fer at verða gjørt upp í oktober.