– Tað var ein glaður hundur, og ein glaður eigari, ið sóust aftur jóladag.
Tað sigur Karsten Hansen í Klaksvík.
Í september var hann í haganum í Kalsoy og stikaði. Hann hevði hundin, Døgg, við sær og á veg heim aftur tók hann tríggjar ær við lombum við sær, so var tað minni eftir, tá ið fóru at reka.
Hundurin, sum ikki er meiri enn eitt gott ár, var í bandi, og tá ið tann eina ærin, og lambið, knappliga setti á omaneftir. Hundurin leyp aftan á, men bandið slitnaði, og beint eftir misti hundurin fótafestið og fór beint útav.
– Har er frítt fall upp á einar 20 metrar, so eg var púra vísur í, at hasum kundi hundurin ikki sleppa livandi frá, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at hann gekk einar tveir tímar framvið bakkanum og rópti og floytaði, men har var deyðakvirt niðriundir. Akkurát har hann var var farin, sæst heldur ikki beint niður, so eg sá ikki heilt niður, men har púra ongin reaktión.
– Tá ið tað fór at skýma, var einki at gera, enn at fara til húsar, men beinanvegin í lýsingini dagin eftir fóru vit við báti at leita. Men har var onki at síggja.
– Vit vóru eisini fleiri ferðir afturat og leitaðu, og hvørja ferð, vit annars vóru í haganum, hugdu vit eisini eftir hundinum, men hann var og bleiv horvin.
– Men so hendi tað ótrúliga at jólamorgun sóu Mikladalsfólk, at ein hundur sat uttanfyri hjá okkum í Mikladali, sigur Karsten Hansen.
– Ongin kendist við hann og at tað skuldi vera okkara hundur, sum var afturkomin eftir so langa tíð, kom ongum til hugs.
– Men hann fór ikki úr túninum hjá okkum og so komu tey at hugsa um Døgg, sum var horvin í september. So hóast tað var púra ósannlíkt, at tað kundi vera hann, tóku tey kortini myndir av honum og sendi mær, og sjálvandi kendi eg hann aftur beinanvegin, sigur Karsten Hansen.
– Eg vildi ikki trúgva tí og eg má siga, at tað var ein øgiliga undarlig kensla, leggur hann afturat.
Fólk úr Mikladali, sum skuldu til Klaksvíkar seinnapartin, høvdu hann so við, og soleiðis fingu tey hann aftur.
– Tit kunnu ætla, at tað var ein glaður hundur sum sá okkum aftur, og glaðir eigarar, ið sóu hann aftur, sigur hann.
Karsten Hansen sigur, at verður hugsað um umstøðurnar, er hundurin merkiliga væl fyri. Hann er rak, men ikki deyðarak, so hann hevur fingið at eta, tó at hann hevur ov lítið at eta.
Hann hevur eisini onkrar snuddir ymsastaði. Hann hevur meiðslað seg í annað afturbeini,ð og okkurt riv er brotið. Og hann bløðir eisini um allar fýra labbarnar, so tað er týðiligt, at hann hevur stríðst fyri at sleppa upp fyri bakkan aftur
– Annars er hann væl fyri, og vit hava verið ein trivaligan gongutúr, og tað stað stóð ikki á.
Karsten Hansen sigur, at nú skal hundurin djóralækna at verða kannaður væl og virðiliga og so fær hann tað hjálp, ið krevst.
Hann sigur, at tað er ein gáta, hvussu hundurin er komin livandi frá hesum. Har hann fór, er hellan smøl, so tað er mest sannlíkt, at hann er farin beint á sjógv.
Men, hvussu hann so er komin upp aftur, er ómøguligt at siga. Tað er høgur bakki allastaðni framvið, so hundurin hevur ongan møguleika at sleppa upp nakrastaðni.
– Einasti møguleiki, hundurin kann hava at at sleppa upp, er at ganga ein kilometur suðureftir, men har er so ein gjógv, so hann hevur undir øllum umstøðum verið noyddur á sjógv at svimja, áðrenn hann kann vera komin upp á turt.
Karsten Hansen er greiður yvir, at hundurin hevur ikki verið nógvar dagar í haganum frá tí hann er komin upp, til hann er komin til húsar, tí annars hevði onkur sæð hann.
– Øll vistu um hetta, so tá ið fólk hava verið í haganum, hava tey havt eyguni eftir hundinum, eins og eg sjálvur havi verið í haganum, men har hevur ongantíð verið nakað at síggja.
– Tað er óhugsandi, at fólk hava givið honum at eta, tí har er so bratt, at tað eru bara fólk, sum hava við hagan at gera, sum ganga har, og høvdu tey havt sæð hann, høvdu tey havt sagt frá.
Hann kann hava funnið ein deyðseyð, sum hann hevur livað av hesa tíðina, tí tað hendir seg, at seyður fer fyri bakkan.
– Eg skilji heldur ikki, hvussu hann er komin upp fyri bakkan og eg eri farin at hugsa um, antin tað kann hava verið ein hvirla, sum hevur lyft hann upp um.
– Her hevur verið so nógvur vindur, at heilir bilar og heilar bingjur eru farnar á flog, so eg veit ikki um tað er heilt óhugsandi, at tað eisini er ein hvirla, sum hevur lyft Døgg upp fyri bakkan aftur, heldur Karsten Hansen.
Hann heldur kortini, at hetta hevur merkt hundin. Hann var eitt sindur óróligur, men nú er hann nógv stillari.