Skattalættin til millióningar

FYRI umleið 2 árum síðani sá ein nýggj samgonga dagsins ljós. Umframt tey so væl kendu fullveldismálini var mangt áhugavert niðurfelt í samgonguskjalið. M.a. skuldi skattatrýstið linkast. Men síðani hevur lítið og einki verið at hoyrt um hetta frá landsstýrinum.

HERFYRI legði Javnaðarflokkurin fram uppskot um at hækka aldursmarkið fyri barnafrádráttin í skattinum, úr 16 uppí 18 ár, við atliti til myndugheitsaldur barnanna og forsyrgjaraskyldu foreldranna. Hetta sera rímuliga uppskot tóku tingmenn væl undir við. Men eitt slíkt uppskot, ið viðkemur barnafamiljum átti skattamálaráðharrin at komið við.


KARSTEN HANSEN lovaði, tá hann fór í Tinganes, at hann skuldi sita fast á kassanum. Men samgonguskjalið sigur, at skattalætti skal veitast, og herfyri reisti skattamálaráðharrin seg av kassanum og eitt uppskot um skattalætta varð lagt fyri tingið. Uppskotið var: Partafelagsskatturin úr 27% niður í 20%!! Eingin lætti til vanliga løntakaran og Palleba.


ENDAMÁLIÐ við lækking í partafelagsskattinum sigst ver akonsolidering av vinnulívinum og ein roynd at draga útlendskan kapital til Føroya. Men fíggjarmálastýrið hevur kanska ikki hugsa um, at tað ber ikki til at lóggeva fyri konsolidering. Ein aðalfundur, ið er hægsti myndugleiki í einum partafelag, kann játta sær sjálvum (partaeigarum) »konsolideringina« út sum vinningsbýti beinleiðis í egnan lumma. So er einki uppspart í felagnum, og við galdandi vinningsbýtisskatti (35%) so verður samlaði skatturin, (partafelagsskattur + vinningsbýtisskattur) 48%. Hetta er munandi lægri enn tað marginalskattatrýst, ið flestu føroyskir løntakarar liva undir.


LØNTAKARAR í t.d. Vestmanna, Miðvági, Sandi, Tvøroyri, Vági og Skopun, og sum vinna meira enn 140.000 krónur, liva við einum marginalskattatrýsti (tvs. skatturin av seinastu fortjentu krónuni) uppá 62,25%. Tvs. fyri at ráða yvir 1 krónu meira skulu teir forvinna nærum 3 kr. Hesi fólk fáa einki frá skattamálaráðharranum, men ir millióningar, ið hava sína ogn í partabrøvum, fáa nú eina óvanliga føstulávintsgávu frá landsstýrinum. Vinnuavkastið hjá partaeigarum verður nú skattað við eini 10?15% lægri enn hjá tí, ið skal stríðast fyri sína inntøku. Men tey, ið sleppa frá at stríðast fyri inntøkuna ? partaeigaraavkast, rinda væl minni í skatt av sínum av kasti. Politikkur landsstýrisins er púra greiður: Tey ríku skulu gerast ríkari, og løntakarin skal bløða.


TJÓÐVELDISFLOKKURIN situr á skattamálum. Í stevnuskrá floksins vil flokkurin gera seg til verja teirra minnu mentu. Men ein meira ultra borgarligan skattapolitikk hava vit ongantíð áður sæð her á landi, heldur iki tá fólkaflokkurin sat á fíggjarmálum. Tjóðveldisflokkurin er óivað farin at kenna so mikið til í øllum fullveldisrúsinum, at alt ideologiskt vit og skil er farið, og hann hevur heilt gloymt, hvat hann áður hevur sagt seg at staðið fyri.


SJÁLVT Miðflokkurin, ið ongantíð hevur sagt seg at hoyrt heima vinstrumegin miðjuna, heldur seinasta útspælið vera ovboðið og rópar nú í eini yvirlýsing frá landsfundinum varskó um, at landsstýrið er farið at gjarða út til ríkifólk, samstundis sum landsstýrið fastheldur tað harða skattatrýstið á løntakarar.


SAMGONGAN lovaði skattalætta í samgonguskjalinum. Nú vita vit, at hesin skattalætti bert var ætlaður teimum vælbjargaðu. Tá talan hevur verið um at veitt vanliga løntakaranum skattalætta hevur fíggjarmálaráðharrin sagt, at búskapurin er ov heitur. Men tá lættast skal um skattin á kapitalíløgum er einki óført. At hetta eisini hitar búskapin kemur kanska ikki til hugs. Tað er sostatt bert skattatrýstið hjá vanliga løntakaranum, ið skal nýtast sum stýringsamboð í búskaparpolitikki landsstýrisins.


TJÓÐVELDISFLOKKURIN hevur áður átt nógvar veljarar millum arbeiðandi fólkið. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvat hesin veljarin sigur til, athann framhaldandi skal liva við tí høga skattatrýstinum frá búskaparkreppuni, fyri at landsstýrið kann fíggja skattalættan til ríkmannastættin í Føroyum.