sjálvur var bilsin yvir, hvussu mong møttu á fundinum í vikuni. -Hetta boðar frá góðum, og eg havi eisini hoyrt sera nógvar positivar viðmerkingar. Men hvat fáa fólk, sum vilja seta sínar pengar í hetta felagið [...] Til tað segði Kjartan Hoydal, at nevndin hevði mett um hetta og var komin til ta niðurstøðu, at tey fýra feløgini í The Faroes Partnership vóru ein hóskandi stødd hjá einum lítlum føroyskum felag at samstarva [...] Kjartan Hoydal, nevndarformaður sigur seg vera sera væl nøgdan við fundin, serliga hetta at skotbráið at kalla til fund var so stutt og at so mong fólk kortini møttu. Á aðalfundinum í fjør fekk nevndin loyvi
sum er ein góð loysn nógv ár fram. Tað verður mangan sagt, at skipið, sum nú er ætlanin at byggja, er ein framtíðarloysn. Men tað er formaðurin í vinnunevndini yvirhøvur ikki samdur í. ? Fyri mær at síggja [...] síggja er skipið, sum nú er ætlanin at byggja, ein loysn, sum nøktar tørvin beint nú og ikki ein loysn, sum kann kallast ein framtíðarloysn. ? Tí eg haldi slett ikki, at tað lýkur krøvini, sum verða sett [...] leiga Beskytteren, kanska í nøkur ár. ? Tað skal ein góð frágreiðing til at vit ikki skulu leiga Beskytteren eina tíð, kanska eitt áramál. ? Og tað skal ein líkagóð frágreiðing til at vit skulu byggja eitt
sigur, at gamla skipanin, ið kravdi, at gjaldast skuldi fyri svimjing umframt sólviðgerð var ein góð skipan, ið ikki var kappingaravlagandi fyri tær privatu sólmiðstøðirnar. At enda sigur Elin Hjelm, at ynskiligt [...] Tað kann als ikki góðtakast, at Svimjihøllin, ið er ein stovnur undir býráðnum, rekur sólmiðstøð við dygdarbestu sólunum á marknaðinum. Hetta ger, at vit, ið reka privatar sólmiðstøðir, missa viðskiftafólk [...] Tað er hetta, ið Elin Hjelm tulkar sum, at svimjihøllin beinleiðis kappast við tær privatu sólmiðstøðirnar um viðskiftafólkini. Eg haldi, at tá svimjihøllin letur upp sølmiðstøð, so kundi hon eins væl latið
dystin fús. Hvønn fríggjadag ummælir ein teirra sendingar í útvarpi og sjónvarpi farnu vikuna, og fyrstur er Jóhan Samuelsen í blaðnum í dag. Jóhan Samuelsen var ein teirra, ið ummælti sendingar í síni [...] draga inn lurtaran í sendingina. Hetta er ein sigur fyri fólkaræðið, at fólk sleppa ósensurerað framat eini mikrofon, sum røkkur út um alt landið. Harumframt dámar mær væl tíðindini í útvarpinum, tí tey [...] tveir setningarnar uppí á føroyskum. - Hinvegin eru nógvar sendingar í Útvarpinum mær dámar væl. Vetrarbreytin er ein av favorittunum, men eisini ungdómssendingin Grugg hevur fingið meg at verið hangandi
sjálvandi lekur tað út, og so er fanin í pappírinum. »Skortleysir manndráparar« er ein spennandi krimisøga, har tað verður latin ein neyv mynd av Svøríki við ófriði og fremmandahatri. Umhvørvið í Skåne, landslagið [...] sindur snarsintur, so hevur Wallander ta styrkina, at hann ikki gevst á hondum. Ein arbeiðsfelagi sigur við hann, at hann er »ein meinvitis góður løgreglumaður«, tí hann drívur á. Men eisini Wallander er tíðum [...] ósamsvar her og har. Soleiðis er tað at kalla altíð, tá ið tú hevur skrivað ella týtt ein tekst, og eingin kann vera ein gløgglan rættlesara fyriuttan. Her hevur hann gloymt at vitja, og tað er synd. Lesið
vinnustarvið, eg var einasti umsøkjarin til tað starvið. - Í 80-unum var størsti trupulleikin í heilsuverkinum tann, at vit fingu ikki fólk at arbeiða. Trot var á sjúkrasystrum og ein varð noydd at bøna [...] hava ongantíð verið heilt normal viðurskifti galdandi. Sum leiðari var tað sera hart, men ein búnast eisini. Í mun til tað fakliga var tað ógvuliga hart ikki at fáa nóg mikið av fólki til at røkja sjúklingarnar [...] ábyrgdina. Deildarsjúkrasystrar fáa ikki nógv meiri í løn enn ein vanlig sjúkrasystir, og arbeiðir ein sjúkrasystir í vaktum fær hon meiri enn ein deildarsjúkrasystir, sum helst skal taka vaktir, tí hon skal
vanlig amboð var tað serliga ein sokallaður Airtrack bani og eitt Reutergólv, sum gjørdu venjingarleguna meira spennandi enn vanligt. Airtrack banin, sum í veruleikanum er ein luftmadrassa, er ein serliga góð [...] Venjingarlegan var gjørd fyri at geva leiðarum og íðkarum íblástur til komandi kappingar og framsýningar, og samstundis skuldi henda legan økja um áhugan hjá teimum yngru fimleikarunum. Harumframt var legan ein [...] góð hjálp hjá bæði íðkarum og leiðarum til tey torføru lopini, tí hann er bleytur at lenda á og gevur betri avsett. Reutergólvið er eitt 14m x 14m fimleikagólv, sum FFS hevur keypt úr Danmark, og hetta
ásetir. Ein eyt er tó at fiskiorkan ikki veksur. Tá uppskotið varð stoypt vóru argumentini at veiðiorkan var ov stór og mátti minkast. Tað er tí lætt at hugsa sær, at um lagt verður saman innanfyri ein bólk [...] bólk við nøkurlunda eins fiskiførum, so ber hetta væl til, men um tú ger tað uppá tvørs av veiðibólkum, so er myndin ein heilt onnur. Vit vita at fyrispurningar hava verið um at leggja tvey stállínuskip saman [...] saman, men áhugin í umsitingini var ikki til staðar. Tá hevði verið talan um kapasitetsminking og greitt í samsvar við endamálið. Men í døminum Frøyanes ber alt til. Ein kapasitetsøking uppá kanska 100%
í Wien. Jú, hetta var eitt professionelt tiltak. Væl høvdu Martin og hansara musikarar fingið burúr stutta skotbráinum, mergjað og reystliga dundi »Ódn«-in fjølmenta manskórinum, vøkur var myndin úr prýdda [...] landinum, og væl hevði verið, um fíggjarumstøður vóru til tað; men illa dugi eg at ímynda mær, at hetta er ein gongdur vegur. Føroya Symfoniorkestur fær í sín part, sum er, tillutað triðingin av allari [...] Gleði og gleimur í Norðurlandahúsinum og í stovum kring alt landið, soleiðis sum hetta serliga høvið er ætlað og býður til. Hjá okkum, sum bæði sluppu at hoyra konsertina seinnapartin og seinni at sita
samdøgur í brummuni. Av føroyskum advokatum var tað bara D.P. Danielsen sum viðgjørdi hetta ófantaliga inntriv. Men hetta hendi í teimum døgum tá Jóannes Eidesgaard var eitt óskrivað politiskt blað. Eg minnist [...] soleiðis órógvaði fólk, gjørdi at eg fann mær ein meiri einsligan sess longur frammi í salinum. Man kann so sjálvandi spyrja, um tað er eitt listarligt kriterii, tá ein filmur ávirkar bløðruna. Ja hví ikki [...] "Enemy of the State". Clint Eastwood og vit Tá eg sum 18 ára gamal var á veg til Danmarkar at fáa mær eitt realskúlaprógv, kom eg í prát við ein eitt sindur eldri havnardrong umborð á Krónprinsinum. Vit tosaðu