Vit eiga at bíða nøkur ár at byggja nýtt vaktarskip

? Tað eru so nógv mistøk gjørd í sambandi við málið um vaktarskip, og vit hava ikki ráð til eitt afturat. So ístaðin fyri at byggja eitt nýtt vaktarskip í óðum verkum, er skilabetri at leiga Beskytteren fyri at vita, hvussu hann riggar

? Bíða í nøkur ár við ætlanini at byggja nýtt vaktarskip og leiga heldur Beskytteren hesa tíðina.

Hetta er tann greiði boðskapurin frá Heina O. Heinesen, formanni í vinnunevnd løgtingsins, til nýggja landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen.

Heini Heinesen sigur, at tað tíverri tykist sum um Landsstýrið longu frammanundan hevur gjørt av, at Beskytteren skal ikki leigaður og at eitt nýtt vaktarskip skal byggjast sum skjótast

Víst verður m.a. til, at Beskytteren væl væl dýrari í rakstri enn Tjaldrið er og at hann er ikki so væl egnaður til bjargingararbeiði.

Men formaðurin í vinnunevndini heldur ikki at hetta eru nóg góðar orsøkir til at avskriva Beskytteren í forhond og at fara undir at byggja nýtt vaktarskip beinanvegin.

Tvørturímóti heldur hann, at vit hava gjørt so nógv mistøk á hesum økinum, at vit hava ikki ráð til at gera eitt afturat.

? Tí mugu vit tryggja okkum, tey stig, vit taka á hesum øki, eru tey røttu, so at vit velja eina loysn, sum heldur nógv ár fram í tíðina

Mistøkini, hann sipar til, eru sølan av Ólav Halga, leigan av Nim og ikki minst málið um Nólsoyar Páll.

?Vit mugu fyri alt í verðini vissa okkum um, at vit ikki gera slík mistøk aftur, tí eg veit ikki, hvussu nógvar hundrað milliónir, politikarar halda at vit eiga til undirsjóvartunnil, vaktarskip, nýtt tinghús og aðrar stórar ætlanir.


Bíðið við byggingina

Heini O. Heinesen sigur, at hansara tilmælið tí er, at vit bíða við at taka støðu til at bygja eitt nýtt vaktarskip.

? Og vit kunnu gott bíða í nøkur ár, heldur hann.

? Hesa tíðina eiga vit at leiga Beskytteren til vaktarskip undir Føroyum.

Heini O. Heinesen sigur, at tað hevur stóran týdning, at tá ið vit fáa eitt nýtt vaktarskip, verður tað eitt skip, sum er ein góð loysn nógv ár fram.

Tað verður mangan sagt, at skipið, sum nú er ætlanin at byggja, er ein framtíðarloysn.

Men tað er formaðurin í vinnunevndini yvirhøvur ikki samdur í.

? Fyri mær at síggja er skipið, sum nú er ætlanin at byggja, ein loysn, sum nøktar tørvin beint nú og ikki ein loysn, sum kann kallast ein framtíðarloysn.

? Tí eg haldi slett ikki, at tað lýkur krøvini, sum verða sett til eitt framtíðar vaktarskip

? Eitt nú hevur skipið ongan tyrlupall. Og eg dugi illa at hugsa mær, hvussu vit kunnu fara inn í eina oljuvinnu við einum vaktarskipi við ongum tyrlupalli.

? Ja, eg vil enntá reisa spurningin, um vit ikki í longdini høvdu havt líka nógv brúk fyri eini tyrlu, sum á einum vaktarskipi.

 ?Svarið verður kanska, at skipið er meiri neyðugt. ? Men at vit byggja eitt nýtt vaktarskip við ongum tyrlupalli er heilt óskiljandi.

? Tí haldi eg avgjørt, at vit eiga at bíða ímeðan vit royna Beskytteren. Tá ið vit so hava roynt Beskytteren eina tíð, kunnu vit taka støðu til at byggja, og, hvat skip, vit skulu byggja, heldur Heini O. Heinesen.


Leigið Beskytteren

Heini O. Heinesen sigur, at vit tí eiga heilt avgjørt at leiga Beskytteren, kanska í nøkur ár.

? Tað skal ein góð frágreiðing til at vit ikki skulu leiga Beskytteren eina tíð, kanska eitt áramál.

? Og tað skal ein líkagóð frágreiðing til at vit skulu byggja eitt nýtt skip í óðum verkum.

? Møguliga er Beskytteren dýrari í rakstri enn Tjaldrið er.

? Men talan er eisini um eitt heilt annað skip.

? Og eg ivist eisini í, um Beskytteren er so nógv dýrari í rakstri enn tað ætlaða, nýggja vaktarskipið er.

? Og veruleikin er væl, at vit kenna ikki rakstrartølini fyri Beskytteren fyrrenn vit hava roynt hann í eina tíð.

? Tí tað eru eisini mong sum ivast í, at Beskytteren er so ónatúrliga dýrur í rakstri, sum sagt verður.

? Tað veldst eisini um útrokningargrundarlagið.

? Tað er greitt, at skal hann sigla við fullari ferð alla tíðina, kostar hann nógv.

Formaðurin í vinnunevndini sigur, at Beskytteren kann geva okkum nakrar sera virðismiklar royndir í at arbeiða við einum stórum vaktarskipi undir Føroyum.

Men nú verður sagt, at Beskytteren er væl egnaður til vaktarskip, men hann er ikki so væl egnaður til bjargingarskip?

? Tað veldst væl eisini um, hvørja bjarging talan er um.

? Er talan um bjarging úti á víðum havi er tað neyðugt at hava eitt stórt og gott havgangandi skip.

? Nýggja skipið, sum vit ætla at byggja, er eisini rættiliga stórt. Eg veit ikki, hvussu væl egnað tað er til bjarging inni undir landi. ? Skulu vit hava eitt skip, sum er væl hóskandi til bjarging undir landi, er tað kanska eitt minni skip, vit hava brúk fyri.

? Men er tað eitt lítið skip, sum Tjaldrið, vit hava brúk fyri, so er at siga tað,

? Men tað tykist tíverri, sum Landsstýrið hevur læst seg fastan í eina ávísa loysn, og so eru tey ikki at vika. men tá er vandin stórur fyri at vit gera eitt dýrt mistak, afturat, sigur Heini O. Heinesen.