Jan Müller
Eftir at samstarvsavtala varð undirskrivað millum Atlants Kolvetni og oljusamtakið The Faroes Partnership týsdagin, var fundur á Hotel Føroyum fyri partaeigarunum í føroyska oljufelagnum. Har varð greitt frá gongdini hjá felagnum, sum tað sá dagsins ljós fyri umleið einum ári síðani til søguligu hendingina, nú felagið hevði gjørt avtalu við fýra útlendsk oljufeløg. Kjartan Hoydal, nevndarformaður sigur seg vera sera væl nøgdan við fundin, serliga hetta at skotbráið at kalla til fund var so stutt og at so mong fólk kortini møttu.
Á aðalfundinum í fjør fekk nevndin loyvi til at tekna 55 mill. kr. í partapengini. Síðani hava einstaklingar og fyritøkur sett 28,8 mill. kr. í felagið.
Æltanin er fara undir at tekna meira partapening í næstum. Sjálvur heldur Kjartan Hoydal, at tað í dag er kanska meira hugaligt at seta pengar í felagið, nú fólk kunnu síggja, at nakað hendir og at felagið hevur fingið tætt samstarv við stór og roynd útlendsk oljufeløg. Hann heldur møguleikar fyri at kunna klára seg sum eitt lítið felag vera góðar, og at lunnar nú eru lagdir undir at kunna fara uppí oljuvinnuna og harvið eisini at kunna geva eitt avkast seinni.
Hóast fleiri av verandi innskjótarum eru peningasterkar fyritøkur, so vónar nevndarformaðurin, at tað felagið kann fáa breiða undirtøku millum føroyingar. Men fyri at røkka 55 mill. kr. verður helst neyðugt eisini at fáa nakrar størri investorar við.
Talan er bert um fólk, sum eru búsitandi í Føroyum, sum kunnu seta pengar í felagið. Tú skal hava búð her í tvey ár og gjalda skatt í Føroyum. Ein treyt fyri at seta pengar í felagið er so eisini, at tú kanst í mesta lagi seta upp í 20% av samlaða partapeninginum.
Tað er einki dulsmál, at bæði nevndarformaður og restin av nevndini í Atlants Kolvetni fegin síggja, at felagið verður eitt fólksins felag, nakað, sum nógvir føroyingar fara at seta sítt álit til og vága nakað av pengum uppá eina - um enn óvissa framtíð - so tó eina stóra avbjóðing, sum kann fara at leggja nógv eftir seg í samfelagnum einaferð. Kjartan Hoydal sigur, at jú fleiri eru við, jú breiðari styrki hevur felagið. Í dag eru 830 partaeigarar. Upprunaliga var ætlanin at fáa nakrar fáar stórar investorar sum skuldu fáa gongd á, men ynski hevur tó verið og er tað framvegis, at her skal blíva talan um eina fólkasak.
Uppá fyrispurning um ikki lágir oljuprísir og óvissan um mark og útbjóðing kanska taka mótið frá fólki at seta pengar í felagið sigur Kjartan Hoydal, at hann sjálvur var bilsin yvir, hvussu mong møttu á fundinum í vikuni.
-Hetta boðar frá góðum, og eg havi eisini hoyrt sera nógvar positivar viðmerkingar.
Men hvat fáa fólk, sum vilja seta sínar pengar í hetta felagið!
-Tað kunnu vit ikki siga nakað um. Vit hava sett okkum fyri at royna at forða fyri, at vit kunnu missa grundkapitalin, og tað er í hesum sambandi, at tað verður tosað um at minimera vágan. Men vit kunnu sjálvandi ikki geva nakað garanti, at olja verður funnin og at hetta gevur avkast. Tað, sum hendir, er, at fólk keypa ein møguleika, sum tey í dag ikki vita gevur nakað úrslit.
Uppá fyrispurning um tað ikki er talan um deyðan kapital, sum annars kundi verið brúktur í aðrari vinnu og givið nakað av sær her sigur Kjartan Hoydal, at tað í dag eru ivaleyst av pengum í bankunum til at fara út í øll møgulig projekt, men fólk mugu so sjálv gera sær eina meting av, hvat tey vilja, og tað sær ikki mætari út, enn at fólk hava størri álit á at tað kanska er ein størri møguleiki við oljuni enn so nógvum øðrum projektum.
Wilhelm til London
Nú Atlants Kolvetni er vorðin partur av The Faroes Partnership skulu fólk frá felagnum eisini taka lut í arbeiðinum í samtakinum, og í gjáramorgunin fór Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum á sín fyrsta arbeiðsfund í London, har feløgini skulu tosa saman.
Sjálvur er Wilhelm Petersen útbúgvin verkfrøðingur og búskaparfrøðingur. Sum frálíðir fer felagið eisini at seta fólk við aðrari bakgrund sum eitt nú jarðfrøðingar og geofysikarar og fólk við serligum atliti til oljufígging og skulu hesi fólkini so eisini fara inn í teir teknisku arbeiðsbólkarnar. Higartil hevur verið tosað um at seta tveir serfrøðingar aftrat núverandi stjóranum.
Á tíðindafundinum eftir at avtalan varð undirskrivað kom annars fram, at útlendsku oljufeløgini binda seg til at læra upp fólk hjá føroyska felagnum.
Hóast avtala er gjørd, so er ikki endalig støðan tikin til fleiri spurningar, eitt nú hvussu stóran prosentpart og vága føroyska felagið skal hava, tá meira er útliðið. Men felagið verður so tryggja at vera við í øllum arbeiðinum á jøvnum føti við hini feløgini.
Uppá fyrispurning hví felagið júst hevði valt hetta eina samtakið framum onnur vístu bæði Kjartan Hoydal og Wilhelm Petersen á, at teir frá byrjan høvdu havt eitt sera gott samband við The Faroes Partnership, sum eisini hevði víst sera stóran áhuga fyri einum samstarvi.
Hví ikki teir stóru?
Men nú tá hugsað verður um, hvussu ótrygg oljuverðin er í løtuni orsakað av lágu prísunum, hevði tað ikki verið meira trygt at valt at samstarva við størri feløg so sum BP og Shell ella ESSO varð spurt á fundinum!
Til tað segði Kjartan Hoydal, at nevndin hevði mett um hetta og var komin til ta niðurstøðu, at tey fýra feløgini í The Faroes Partnership vóru ein hóskandi stødd hjá einum lítlum føroyskum felag at samstarva við. Vit hava heldur ikki valt at vera í ES legði hann aftrat.
Hvat viðvíkti vandanum fyri at okkurt av feløgunum í samtakinum kanska fór at verða lagt saman við øðrum og harvið ikki fór at vera í bólkinum svaraði eitt av umboðunum fyri Norsk Hydro, at eingin kann kenna seg heilt tryggan í hesi vinnu í dag, men hann var vísur í, at tey fýra feløgini í samtakinum vóru nøkur góð og roynd feløg, sum eisini fóru at arbeiða saman í framtíðini.










