dreingirnir umborð á Havfrúnni vunnu á norðoyastevnu í 1989 og sum hevur verið við til at vinna FM í kappingini millum 10-mannafør í 1995 og í 1997, er formaður í kappróðrardeildini hjá VÍF, og hann letur væl [...] Sviar á Göteborg leiðini, sum eru áhugaðir í bátum og kappróðri, vóru fyri tveimum vikum síðani í Vestmanna og hugdu at kappróðrarbátunum, sum teir í VÍF høvdu sett í neystið, tí teir hava fingið eina nýggja [...] undantak í so máta, men leygarkvøldið var rómurin kanska eitt sindur størri, enn hann plagar at vera. Viðarlundin hevði veitslu í skúlahøllini, og tá manningarnar høvdu koyrt runt í bygdini, varð farið í høllina
tørvaði pening í sambandi við keyp og eisini var umbøn í samband við nýggjar næmingar til fólkaskúlan, ið var um fleiri næmingar, enn undanfarna ár, bókasavnsvirksemi, serundirvísing, undirvísing í frítíðini [...] ið hækkar raksturin og avgreiddi tí málið samsvarandi grein 44 í stýrisskipanarlógini, ið gevur fíggjarnevndini loyvi at játta pening í serstøkum førum. Vanliga hevur nevndin ikki játta pening til vanliga [...] Eisini kom eitt skjal, meðan fundur varð hildin, viðvíkjandi veddingarpeningi. Bjarni Djurholm, formaður, sigur, at nevndin viðgjørdi málini. Fyrsta nevndin ger, tá tað er uttanfyri tingskeiðið og tingið
støð. Framleiðarin skifti meining Leiðslan í SEV hevur havt samráðingar við størsta vindmylluframleiðaran í heiminum, og tað er ein fyritøka, sum eitur NEC-Micon í Randers, um at keypa eina vindmyllu frá [...] setast upp einaferð í august. Men ein dagin fyri nøkrum mánaðum síðani fekk stjórin í SEV, Klæmint Weihe bræv frá NEC-Micon, har sagt varð frá, at felagið hevði avgjørt ikki at selja SEV mylluna. Klæmint [...] síðani avgjørdi leiðslan í Sev, at ein nýggj og størri mylla skuldi setast upp á sama stað. Verandi mylla er 150kW, men ætlanin er at seta eina myllu, uppá 750 kW upp. Leiðslan hjá SEV er nevniliga av teirri
oyru 1. oktober í ár, upp í 87,15 kr. Men handverkarar siga, at á fundi við meistararnar hava teir lovað at hækka lønina upp í 90,60 kr. 1. Oktober komandi ár, skal lønin aftur hækka upp í 88,02 kr., men [...] hava meistararnir lovað at hækka lønina upp í 94,60. Árni Hádal, formaður í Landsfelag Handverkaranna helt, at hetta var ein hækking, sum hann ikki ivaðist í at handverkarar fóru at góðtaka, hóast talan [...] Men hetta er ikki heilt rætt, sigur Vilhelm Johannesen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag. Vit hava sum so ikki lovað handverkarum meiri í løn. Men vit halda, at nú er munurin millum eina ar-
setist hendir í favn, nú hann gevst. Hann hevur urtagarð, hús og bát , umframt seyð at ansa í Skúgvi. Hann fæst eisini við handverk heima. Sjúrður Poulsen hevur síðstu 18 árini verið formaður í kirkjuráðnum [...] fullu allir tímarnir til Sjúrð, sum í 71-72 tók linjuskeið á Danmarks Lærerhøjskole í metalsmíði. Tað vant uppá seg við handaligu lærugreinunum í skúlunum og tær gjørdust linjufak á Læraraskúlanum, so at [...] Sjúrður Poulsen tók læraraprógv í 1960 og byrjaði í '68 á Venjingarskúlanum, tá hesin byrjaði. Samstundis hevði hann smíðtímar fyri rektaran á Læraraskúlanum, Martin Holm. Tá Martin Holm andaðist, fullu
eisini lesa í Bíliuni. - Vit fáa tó alla hugsandi hjálp frá íslendsku støðini. Vit ætla ikki at byrja, fyrr enn vit eru til reiðar, og vit fáa kanska beinleiðis hjálp frá Lindini í Íslandi í byrjanini.Teir [...] september er, at tá verður stórt tiltak í Føroyum, sum eisini er um allan heim. - Ein bóklingur kemur í hvørt hús í Føroyum, ið kallast "Frá minus til plus". Ein stór kampagna, ið vit eru við til at stuðla [...] at byrjast skal innan ávíst tíðarskeið, eftir at loyvið er givið. Formaður í nevndini fyri nýggju støðina er Preben Hansen. Hinir í nevndini eru Dánjal á Dul Jacobsen, Símun Hansen og Jenis av Rana.
samtyktar har, verða tær lagdar fram í tingunum í londunum. Stutt sagt, framløgurnar kunnu eggja til lóggávu í londunum fyri hesi útvaldu kvinnupolitisku evnini. Við hesum í huga verður stórur dentur lagdur [...] Í sambandi við ráðstevnuna verður almennur fundur í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 6. juni kl. 2000 Kvinnuráðstevnan hjá Útnorðurránum ?Kvinnupolitiskur verkstaður hjá Útnorðurráðnum? verður í Tórshavn [...] Tórshavn í døgunum 4. til 8. juni 1999. Umleið 60 fólk frá teimum trimum londunum í útnorði, Føroyum, Grønlandi og Íslandi, hittast á ráðstevnuni at hava orðaskifti um støðuna hvør hjá øðrum og finna fram til
galdandi, og oljan kemur at liggja beint undir landsstýrismanninum. Eg eri vísur í, at tað hevði verið betri at havt oljuna í vinnumálastýrinum. Nú spjaða vit ístaðin vinnuna. Edmund Joensen vísir á, at [...] útreiðslurnar verða hareftir. Formaður sambandsfloksins vísir eisini á, at alt lønarlagið sum heild er nógv økt, og tað skal ikki undra hann, um einar 200 mill. eru komnar aftrat í útreiðslum til komandi fíggjarlóg [...] Edmund Joensen vísir eisini á, at ein orsøkin til at hava oljuna sum eina sjálvstøðuga deild inni í Vinnumálastýrinum var nettup hetta við, at hon tá ikki skuldina liggja ov nær tí politisku skipanini
at Kunningardiskurin í Vágum verður latin uppaftur. Ein skuldi ikki trúð, at tað var so torført at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag aftur, men her tykist alt verða koyrt upp í ein ellibita, so tað er [...] fingið at vitað, hvat hægsti myndugleikin á økinum, landsstýrismaðurin í ferðamálum hevur at siga til hetta málið. Hvat sigur formaður í Ferðaráðnum og leiðslan á ferðaráðnum osfr. Skal tað plaserast ábyrgd [...] landið, fara um flogvøllin í Vágum. Fyri ikki at tosa um øll tey, sum dagliga ferðast um flogvøllin í vanligum arbeiðsørindum. Ein týðandi partur av ferðavinnu og flutningi annars er informatión - kunning.
Eirikur Lindenkov Herfyri hendi tað, at klovningur kom í felagið hjá føroyskum handverkarum, sum tískil eru í tveimum ymsum landsfeløgum. Limafeløgini í Føroya Handverkarafelag eru Klaksvíkar Handverkarafelag [...] er stýrislimur í Tekniska skúla í Havn. Pól Øregaard vísir aftur øllum ákoyringum, sum felagið hevur fingið frá Landsfelag Handverkara, m. a. um tað, at Føroya Handverkara forðar teimum í at fáa eina e [...] uppgávuna ætli eg mær at røkja. Hinir báðir nevndarlimirnir í Føroya Handverkarafelag eru Suni Simonsen úr Vestmanna, sum er næstformaður og Henry Olsen í Rituvík. Leygardagin visti Sosialurin at siga frá Landsfelag