Skipini hava givið teimum ungu bátin

Kappróður í Vestmanna: Manningarnar á Havfrúnni fingu stórfingna móttøku í ítróttarhøllini, tá kappróðrarfólkini komu aftur úr Klaksvík

Fríggjadagin fóru tveir kappróðrarbátar úr Vestmanna av landinum, og teir koma ivaleyst ongantíð aftur til Føroya. Bátarnir vóru fimmmannaførini Havfrúgvin og Fortuna. Tann fyrri báturin er eina fjórðings øld gamal, og tann seinni, sum av fyrstan tíð eisini æt Havfrúgvin, er eini tíggju ár eldri.

Sviar á Göteborg leiðini, sum eru áhugaðir í bátum og kappróðri, vóru fyri tveimum vikum síðani í Vestmanna og hugdu at kappróðrarbátunum, sum teir í VÍF høvdu sett í neystið, tí teir hava fingið eina nýggja Havfrúgv. Sviarnir, sum nú eiga sjey føroyskar kappróðrarbátar, vóru áhugaðir í at keypa, vestmenningar vildu selja, og so varð handlað.

Men áðrenn bátarnir fóru úr Vestmanna, høvdu teir verið við til at lagt lunnar undir tað, sum eftir úrslitinum á norðoyastevnu at døma, verður eitt kappróðrarár hjá teimum ungu í Vestmanna, ið fer at eydnast betri, enn tað hevur eydnast tey nógvu undanfarnu árini.

Nýggi báturin, sum Kaj Hammer í Havnini hevur smíðað, var ikki klárur fyrrenn fyri tveimum vikum síðani, og frá flaggdegnum av og til nýggi báturin var klárur, hava manningarnar vant umborð á gomlu Havfrúnni.


Bygdin og vinnulívið stuðlar

Bárður Nielsen, sum var við, tá dreingirnir umborð á Havfrúnni vunnu á norðoyastevnu í 1989 og sum hevur verið við til at vinna FM í kappingini millum 10-mannafør í 1995 og í 1997, er formaður í kappróðrardeildini hjá VÍF, og hann letur væl at áhuganum har norðuri:

? Vestmenningar sum heild fylgja væl við í kappróðri, og tað stendur ikki á at manna bátarnar. Kappróðurin hoyrir við til summarið hjá so mongum í Vestmanna. Kanska tí tey rógva sjálvi, tí tey standa onkrum nær, sum rør ella tí tey bara fylgja við í venjingini og kappingunum.

Formaðurin í róðrardeildini hjá VÍF sigur, at tað hevur kostað felagnum hjá teimum millum lítið og einki, at fáa eitt nýtt 5-mannafar til vega.

? Teir, sum eiga og reka skipini eru eisini áhugaðir í kappróðrinum, og teir hava rindað rokningina fyri nýggju Havfrúnna, og Uni Zachariassen, málarameistari, hevur ikki tikið nakað fyri at pussa bátin upp. Hetta eru vit alt sjálvandi fegin um, og tað má sigast at vera ein góður máti at vísa takksemi fyri bátin uppá, sum bæði genturnar og dreingirnir gjørdu á norðoyastevnu, heldur Bárður Nielsen.


Stórfingna móttøku

Tað er so manga staðni kring landið, at tað verður gjørt eitt sindur burturúr, tá kappróðrarmanningar koma aftur við sigri. Vestmanna er einki undantak í so máta, men leygarkvøldið var rómurin kanska eitt sindur størri, enn hann plagar at vera.

Viðarlundin hevði veitslu í skúlahøllini, og tá manningarnar høvdu koyrt runt í bygdini, varð farið í høllina. Manningarnar trinu pallin, og samkoman reistist við borðini og klappaði bæði væl og leingi fyri avrikunum, sum fyrr um dagin vóru framd í Klaksvík.

Longu sunnudagin var Havfrúgvin aftur at síggja á Vestmanna, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast, tá kappróður verður í Hósvík leygardagin 19. juni.

Tíggjumannafarið hjá vestmenningum ætlar at gera meiri um seg, enn teir gjørdu á norðoyastevnu, og áttamannafarið Gullbrandur við manning úr Vestmanna fer at taka lut í Hósvík.

Kappróðurin setur av sonnum dám á summarið í Vestmanna!