Ongin avtala um at handverkarar skulu fáa lønarhækking

­Vit hava sum so ikki lovað handverkarum meiri í løn. Men vit hava boðað frá, at vit ætla at dagføra handverkaralønina eitt sindur. Men tað verður hvørki í dag ella í morgin, sigur formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag

­ Eg eri ikki so frægt sum liðugur at hugsa um tað. Og nøkur broyting hendur so ikki við tað fyrsta.

Teir handverkarar, sum hava sett nøsina fram ímóti at fáa hægri løn nú, mugu brynja seg við toli.

Herfyri ljóðaði, at Føroya Handverksmeistarafelag hevði lovað handverkarum eina trivaliga lønarhækking, nú lønirnar hjá arbeiðsfólki hækka munandi eftir teimum nýggju sáttmálunum.

Nevnt hevur verið, at meistararnir hava lovað handverkarum eina lønarhækking uppá einar 3 krónur nú og og aftur eina lønarhækking upp á einar 6 kr. komandi ár.

Eftir sáttmálanum skal handverkaralønin hækka 50 oyru 1. oktober í ár, upp í 87,15 kr.

Men handverkarar siga, at á fundi við meistararnar hava teir lovað at hækka lønina upp í 90,60 kr.

1. Oktober komandi ár, skal lønin aftur hækka upp í 88,02 kr., men tá hava meistararnir lovað at hækka lønina upp í 94,60.

Árni Hádal, formaður í Landsfelag Handverkaranna helt, at hetta var ein hækking, sum hann ikki ivaðist í at handverkarar fóru at góðtaka, hóast talan ikki bleiv um sáttmálasamráðingar

Tí handverkarar søgdu nevniliga tá, at teir fataðu hetta sum eitt lyfti frá meistarunum og eina avtalu um áðurnevndu lønarhækking.

Men hetta er ikki heilt rætt, sigur Vilhelm Johannesen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

­ Vit hava sum so ikki lovað handverkarum meiri í løn.

­ Men vit halda, at nú er munurin millum eina ar-beiðsmannaløn og eina handverkaraløn so lítil, at tað er vandi fyri, at tað fær avleiðingar fyri handverkarastættina, tí hvør skal tíma at standa í læru í fýra ár, tá ið at kalla ongin munur er á lønini kortini, sigur Vilhelm Johannesen.

Hann sigur tí, at hóast sáttmálin við handverkararnar gongur líka til 1. oktober í 2001, ætla meistararnir sær kortini at dagføra lønina hjá handverkarunum eitt sindur fyri at fáa eitt glopp ímillum arbeiðaralønina og handverkaralønina aftur.

­ Men nær lønin verður dagførd og, hvussu nógv lønin verður hækkað, fái eg púra onki sagt um enn.

Meistaraformaðurin váttar, at áðurnevndu tøl uppá 90,60 og 94,60 kr. kr. vórðu nevnd á fundinum ímillum handverkararnar og Meistarafelagið.

­ Men hesi tølini skulu bara uppfastast um eitt dømi.

­ Og tað er ongin sum kann sigast, um tað er hendan upphæddin, sum handverkaralønin verður dagførd við, ella nær dagføringin verður.

­ Hvussu tað verður gjørt, nær tað verður gjørt og, hvussu nógv, talan verður um, eru vit ikki so frægt sum liðugir at hugsa um enn.

­ So tað verður hvørki í hesum mánaðinum, ella í næsta mánaða, at nakað hendir.

­ Tó er tað púra vist, at okkurt hendir og at handverkaralønin onkuvegna fer upp- einaferð, leggur hann afturat.


Ongar samráðingar

Vilhelm M. Johannesen leggur dent á, at hóast handverkaralønin verður dagførd einaferð, verður tað ikki talan um at broyta sáttmálan.

­ Sáttmálin gongur til 1. oktober 2001 og hann verður ikki rørdur fyrrenn tá.

­ At vit fara at dagføra handverkaralønina, skal einans skiljast sum eitt einvegis tilboð frá okkum til teir.

­ Og tað er ikki eitt tilboð, sum tað ber til at samráðast um.

­ Hetta er ikki nakað, vit fara at tosa við handverkararnar um, sigur Vilhelm Johannesen.

Annars veit hann ikki, hvussu stóran áhuga hetta hevur millum handverkarar, tí tað munnu vera teir allarflestu, sum fáa væl meiri enn sjálva sáttmálalønina, so tað vera fáir handverkarar, sum í veruleikanum fáa nyttu av, at lønin verður dagførd.


Viðurkenna nú Landsfelagið

Á áðurnevnda fundi millum meistarafelagið og handverkararnar, vóru bæði Føroya Handverkarafelag og útbrótararnar í Landsferlag Handverkaranna umboðað.

Hetta fegnast formaðurin í Landsfelagnum um, tí hann sigur, at hetta kann ikki fatast sum annað, enn at meistarafelagið viðurkennir Landsfelagið.

Og tað váttar Vilhelm Johannesen.

Hann sigur, at Landsfelagið var við á fundinum av tí at tað er nógv, sum bendir á, at tað verður ein partur í komandi sáttmálasamráðingum.


Tungt tak eftir

Árni Hádal sigur, at nú er eitt tungt tak eftir og tað er at fáa Føroya Handverkarafelag at góðkenna Landsfelagið eisini, so at Landsfelagið fær sín part av teimum arbeiðsgevaragjøldum, sum meistararnir í løtuni gjalda Føroya Handverkarafelag eftir sáttmálanum. Talan er eitt nú um gjøld til eftirløn og eftirútbúgvingar.

Meistararnir siga, at teir hjava avtalu við Føroya Handverkarafelag og so leingi hann er galdandi, má gjaldið fara hagar.

Og higartil hava allar royndir hjá Landsfelagnum at fáa Føroya Handverkarafelag at útbetala tann partin av gjøldunum, sum limirnir í Landsfelagnum eiga.

­ Eg skilji ikki, hvussu teir hava samvitsku til tað. ­ Tí tað teir við hesum gera, er, at teir taka teir eldru limirnir í okkara felag til gísla og teir limir, sum vilja eftirútbúgva seg og tað mátti tænt Føroya Handverkarafelag til lítlan sóma, sigur Árni Hádal.

­Ístaðin áttu teir at verið so mikið at sær komnir, at teir betaltu okkum tann pening, vit eiga.

­ Teir skulu enntá verða vælkomnir uppí okkara eftirlønargrunn, sum er betri enn tann, teir sjálvir hava.

­ Eg skilji ikki, hvussu teir kunnu sova væl um náttina, eftir at hava tikið okkara limir soleiðis til gísla, sigur Árni Hádal.