Í sambandi við ráðstevnuna verður almennur fundur í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 6. juni kl. 2000
Kvinnuráðstevnan hjá Útnorðurránum ?Kvinnupolitiskur verkstaður hjá Útnorðurráðnum? verður í Tórshavn í døgunum 4. til 8. juni 1999.
Umleið 60 fólk frá teimum trimum londunum í útnorði, Føroyum, Grønlandi og Íslandi, hittast á ráðstevnuni at hava orðaskifti um støðuna hvør hjá øðrum og finna fram til felags loysnir. Harafturat eru javnstøðuráðharrarnir frá Føroyum og Grønlandi og politikarar frá Útnorðurráðnum við. Eisini eru gestir við frá Norðurlandaráðnum.
Á skránni fyri ráðstevnuna eru hesi mál: Kvinnur í politikki, arbeiðsmarknaðarmál, javnstøðumál, familjupolitikkur, harðskapur og savnan og varðveitsla av kunningaartilfari, sum hevur samband við kvinnur. Í sambandi við ráðstevnuna verður almennur fundur í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið kl. 20.00, har luttakararnir fara at bera fram niðurstøður frá ráðstevnuni. Aftaná hetta verður orðið frítt til spurningar/orðaskifti, har øll kunnu luttaka.
Endamálið við ráðstevnuni er at styrkja samstarvið millum tey trý londini í útnorði, Føroyar, Grønland og Ísland, og at eggja luttakarunum til felags framløgu av útvaldum kvinnupolitiskum evnum, fyri síðan at leggja hesar fram sum tilráðing á ársfundi Útnorðurráðsins. Hetta merkir, at framløgurnar frá ráðstevnuni verða tiknar við á ársfundi ráðsins, og verða tær samtyktar har, verða tær lagdar fram í tingunum í londunum. Stutt sagt, framløgurnar kunnu eggja til lóggávu í londunum fyri hesi útvaldu kvinnupolitisku evnini. Við hesum í huga verður stórur dentur lagdur á bólkaarbeiði, og tað at luttakararnir eru sakkønir hvør á sínum øki.
Útnorðurráðið hevur latið upp vev-síður á internetinum:
Har eru nærri upplýsingar at finna um arbeiðið í Útnorðurránum.
Nærri upplýsingar um ráðstevnuna fást frá Páll Brynjarsson, ráðsskrivara, tlf. 354.5630 732 ? fax 354 5630 735, Kristinu Samuelsen, sendinevndarskrivara, tlf. 310850 ? fax 310686, ella frá samskiftisfólkunum í arbeiðsbólkinum Ingu Ellingsgaard, tlf. 313056 ? fax 316223 og Bergtóru Hanusardóttir tlf. 316354.
Útnorðurráðið er ein samstarvsfelagsskapur millum tingini í Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Formaður fyri Útnorðurránum er Ísólfur Gylfi Pálmason, altingsmaður, fyrsti næstformaður er Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, og annar næstformaður er Johan Lund Olsen, landstingsformaður.