-Vit sóu jú til samráðingarnar, at sjálvstýrisflokkurin við tveimum eykavaldum fekk tveir landsstýrismenn, og tað er væl tí, at tað er gjørd ein innanhýsis avtala millum sjálvstýrisflokkin og fólkaflokkin um eitt nýtt aðalstýri eisini. Føroya fólk hevur longu goldið fyri ein landsstýrismann ov nógv, og nú skal tað gjalda fyri at fáa eitt aðalstýri aftrat eisini.
Edmund Joensen sigur, at undanfarna landsstýrið tók hædd fyri hesum við at seta á stovn eitt vinnumálastýri, har oljumálini eisini skuldu leggjast, eftir at løgmaður hevði umsitið tey. -Oljumálið varð uppprioriterað so høgt tað kundi vera, og vinnumálastýrið varð eisini gjørt til at kunna handfara eina professionella oljuvinnu.
Edmund Joensen vísir eisini á, at ein orsøkin til at hava oljuna sum eina sjálvstøðuga deild inni í Vinnumálastýrinum var nettup hetta við, at hon tá ikki skuldina liggja ov nær tí politisku skipanini. Við hesum varð eisini skapt eitt ávíst trúvirði.
-Nú verður tað øvugta galdandi, og oljan kemur at liggja beint undir landsstýrismanninum. Eg eri vísur í, at tað hevði verið betri at havt oljuna í vinnumálastýrinum. Nú spjaða vit ístaðin vinnuna. Edmund Joensen vísir á, at vinnumálastýrið var primert gjørt uppá vinnuna og har eisini oljuvinnuna.
Fyrrv. løgmaður sigur annars, at vit í dag kunnu staðfesta, at alt, sum henda samgongan hevur sagt um, at almenna umsitingin ikki skal vera ov stór, er gjørt til skammar av henni sjálvari. Umsitingin veksur við rúkandi ferð, og útreiðslurnar verða hareftir.
Formaður sambandsfloksins vísir eisini á, at alt lønarlagið sum heild er nógv økt, og tað skal ikki undra hann, um einar 200 mill. eru komnar aftrat í útreiðslum til komandi fíggjarlóg. Tað væntaða yvirskotið er tí longu útholað.










