hesum – tað at vera ein koloni. Tó er øllum greitt, at Føroyar eru ikki ein vanlig koloni, har Danmark virkar sum kúgandi vald. Verkætlanin gongur út upp á at visualisera spurningin við at byggja nakrar [...] framsýningina sigur Jóhan Martin Christiansen m.a. at í sambandi við at Tórshavnar kommuna hevur verið demokratisk vald kommuna í 100 ár, setti eg mær fyri at skipa fyri hesi framsýningini í Müllers Pakkhúsi [...] Pakkhúsi. Framsýningin skal endurspegla ella viðmerkja tað at liva í einum fólkaræði, sum samstundis er eitt ræði, ið hevur støðu sum koloni. Hetta er eitt paradoks. Alt, ið rørir seg í samfelagnum, verður á
menninir og hugdu at dystinum millum Áland og Gotland, sum Áland vann sannførandi 3-0. Og við tí vána innsatsi, Gotland vísti har, mundi lítið vera at ivast í, at okkara menn væntaðu at vinna í gjár á júst [...] júst Gotlandi. Men tað skuldi vísa seg at gangast heilt øðrvísi, tí Gotland veruliga reistist og megnaði til fulnar at lúra føroyska spælið av. Nógvir á gotlendska liðnum eru royndir og gamlir og garði [...] Tað skuldi vísa seg, at hetta bakkastið var ov nógv fyri føroyska liðið, sum mátti lúta fyri gotlendsku rutinuni. Tey bæði seinnu settini vóru okkara menn ongantíð í nánd av at gera nakað við Gotland
til í várs. Magni Arge sigur, at teir fara nú helst at royna tyrluna í innanlanda flúgvingini í nakrar dagar fyri at vita, hvussu hon roynist her. Arbeitt verður annars við at fáa tyrluni sáttmála aftur. [...] rúmlig at arbeiða í, hevur stóra motororku og flýgur skjótt og langt. Í Bretlandi, Írlandi og Noregi eru gjørdir fleiri sáttmálar um at nýta AW 139 tyrlur til leiting og bjarging. Ætlanin var at tyrlan [...] Magni Arge, stjóri sigur, at nú hon hevur havt uppgávur í frálandavinnuna í okkara grannalag varð avgjørt at taka hana heim eisini. Hon hevði júst flutt manning av seismikkskipi í bretskum sjógvi til Skotlands
rgransking undir heimsheilsustovninum WHO staðfesti fyrradagin, at H1N1-heimsfarsóttin ikki er til at steðga, og viðmælti samstundis at starvsfólk í heilsuverkinum verða raðfest ovast, tá koppsetingarnar [...] ið lond eiga at taka við sum partur av teirra koppsetingarpolitikki. Tað fyrsta er at varðveita eitt heilskapað heilsuverk og mest umráðandi partarnar av undirstøðikervinum. Tað næsta er at minka um sjúkuna [...] , og tað triðja at minka sum mest um smittuna innan í samfelagnum. Fyrst heilsuverk, so børn og vaksin Eisini í føroysku tilbúgvingarætlanini stendur tilskilað, hvørjir bólkar eiga at verða raðfestir,
plagar at vera vælumtókt av børnum og ungum, og ikki minst tær mongu og ymisku hoppi-og skreiðiborgirnar plaga at draga nógv fólk til sín, um viðrar. Vónbjørt Olsen, sum er í stevnunevndini, sigur, at tey [...] eina dag, men Vónbjørt leggur dent á, at tað er bíligari at keypa eitt band fyri allar tríggjar dagarnar, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Hon vísir á, at bondini fyri ein og ein dag í senn eru [...] tey fara at selja vikuskiftisbond til hoppiborgirnar, sum verða einar 5 ella 6 í tali, og hesi kunnu keypast fyri 300 krónur fyri tríggjar dagar. - Vit geva eisini systkina-avsláttur, soleiðis at er talan
millum bátarnar og bátar og brúgvar fyri at tryggja, at fólk ikki detta niður ímillum. Eftir at bátarnir eru bundnir trygt við brúgvarnar, verður um 15.30-tíðina høvi at vitja innar í stóra tjaldið, har fólk [...] og hesi fara vit at venda aftur til á Portalinum í dag. Longu í gjárkvøldið frættist úr Vestmanna, at nógv fólk er komið til bygdar, og eitt nú vóru millum 40 og 50 húsvognar longu at síggja á økinum, [...] ein tíma seinni er væntandi, at allir bátarnir eru komnir inn móti bryggjuni, har bátsmanningarnar fáa vegleiðing um, hvussu bátarnir skulu leggjast. Tá verður eisini høvi at keypa trygdarnet, sum skal spennast
fólkatingsmaður Í morgin er ein lagalig løta hjá landsstýrinum at byrja tilgongdina at vinna Føroyum eitt pláss í Europasamveldinum. Upplagda høvið at fáa ES-spurningin veruliga á dagsskrá er vitjanin hjá danska [...] dyrnar upp. Júst hetta eigur at vera fokus hjá landsstýrismanninum í morgin, sigur Edmund Joensen. - Seinastu fimm mánaðirnar hevur landsstýrismaðurin brúkt stóra orku upp á at skunda sær spakuliga. Samstundis [...] Ísland á veg inn í ES. Vit mugu tí sanna, at Landsstýrið hevur ligið besta sjóvarfallið av sær. Nú má handling til frá føroyskari síðu, og í morgin er møguleiki at koma á rætta sporið, sigur Edmund Joensen
og nakrar brellbitar. Høvi verður at keypa forkunnugan tailendskan mat við víni afturvið. - Tað er í dag klokkan 16 at sjálvt tiltakið byrjar og fólk veruliga fara at liva í Klaksvík, sigur Annika Ste [...] badmintonhøllini í Klaksvík við fyrilestrum um vælveru og um at njóta lívið, mótasýningum, tónleiki, upplivilsum og undirhaldi Alt sær út til at rigga eftir ætlan og tað er stórur áhugi fyri Njótingarfreka [...] kvinnum og monnum at forkela seg sjálvan og hvønnannan við upplivingum, vælveru, vitan og undirhaldi. Nógv atgongumerki eru seld í forsølu, men tiltakið er alment og tað ber eisini til at keypa atgongumerki
ovurstórur. Tí eigur Løgtingið at játta síðsta 1/4, so verkætlanin kann fara í gongd, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at Landsstýrið hevur í fíggjarlógaruppskotinum mælt til at nýta kr. 1,8 mió í meira umsiting [...] mió næstu tvey árini, kann ætlanin gerast veruleiki. Vit vóna at Løgtingið fer at taka undir við uppskoti Fólkafloksins, heldur enn bert at brúka peningin til meira umsiting, sigur Jørgen Niclasen, fól [...] Løgtinginum. Ætlanin er at gera eitt alduorkuverk við Trælanýpu. Samlaði kostnaðurin er mettur til uml. 40 mió. kr yvir 3 ár. Hagartil hava allir partar, uttan landsstýrið, játtað at verða við í fíggingini
ein part av tímunum til at hyggja eftir føroyskum bátasmíði. Tey hava verið í teirri hepnu støðuni, at lærari teirra, Jógvan Hansen úr Kollafirði hevur so stóran áhuga í hesum, at hann sjálvur hevur bygt [...] - Eg geri tað bara av áhuga mínum fyri at varðveita tann gamla føroyska árabátin, sigur hann. Í undirvísingini hevur hann lært tey so at siga alt, sum er vert at vita um føroyska árabátin. Í dag vita øll [...] til Kiwanis-felagsskapin, hevur gingið framá. Fyrrapartin í gjár var stundin komin, at næmingarnir sjálvir sluppu at síggja verkið: Í einum bilhúsi Undir Heygnum stóð tann lidni báturin fyri teimum. -