Sunnukvøldið sótu føroysku menninir og hugdu at dystinum millum Áland og Gotland, sum Áland vann sannførandi 3-0. Og við tí vána innsatsi, Gotland vísti har, mundi lítið vera at ivast í, at okkara menn væntaðu at vinna í gjár á júst Gotlandi.
Men tað skuldi vísa seg at gangast heilt øðrvísi, tí Gotland veruliga reistist og megnaði til fulnar at lúra føroyska spælið av. Nógvir á gotlendska liðnum eru royndir og gamlir og garði, og tað var kanska júst tann stóri munurin á liðunum í gjár.
Føroyar fingu eina góða byrjan og vóru eitt skifti frammanfyri 19-13, men so fór Gotland at gera um seg og át seg spakuliga inn á føroyska liðið. Talan gjørdist um eitt sera drúgt fyrsta sett, har Føroyar høvdu ikki færri enn fýra settbóltar, men kortini taptu 28-30.
Tað skuldi vísa seg, at hetta bakkastið var ov nógv fyri føroyska liðið, sum mátti lúta fyri gotlendsku rutinuni. Tey bæði seinnu settini vóru okkara menn ongantíð í nánd av at gera nakað við Gotland, sum sera trygt stýrdi dystinum líka til endan og vann tey bæði seinnu setttini 25-15 og 25-17.
Slík úrslit eru í veruleikanum avsmurningur í flogbólti, og soleiðis sá tað eisini út á vøllinum, har tað sjálvt ikki við góðum servum eydnaðist at trýsta Gotland nóg mikið. Og hóast móttøkurnar á føroyska liðnum vóru heilt góðar, fekst ongantíð gongd á álopsspælið, og so var fyrsti ósigurin hjá monnunum ein veruleiki.