Varmakelda
Tivoli-økið á varmakeldu plagar at vera vælumtókt av børnum og ungum, og ikki minst tær mongu og ymisku hoppi-og skreiðiborgirnar plaga at draga nógv fólk til sín, um viðrar.
Vónbjørt Olsen, sum er í stevnunevndini, sigur, at tey fara at selja vikuskiftisbond til hoppiborgirnar, sum verða einar 5 ella 6 í tali, og hesi kunnu keypast fyri 300 krónur fyri tríggjar dagar.
- Vit geva eisini systkina-avsláttur, soleiðis at er talan um meira enn tað eina barnið, verður 25% avsláttur latin. Hinvegin kunnu børn eisini keypa sær bond, sum vara í eina dag, men Vónbjørt leggur dent á, at tað er bíligari at keypa eitt band fyri allar tríggjar dagarnar, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.
Hon vísir á, at bondini fyri ein og ein dag í senn eru bíligast fríggjakvøldið og sunnudagin, tí hesir báðir stevnudagarnir eru styttri enn leygardagurin, sum er tann langi dagurin.
- Fyri 300 krónur, um eingin systkinaavsláttur er, kunnu børnini soleiðis hoppa akkurát, sum tey vilja í tríggjar dagar í slag, sigur Vónbjørt Olsen.
Hon vísir á, at alt tivoli-økið kemur at liggja á økinum við Mentanarhúsið.
- Fríggjakvøldið letur tivoli upp klokkan 19 og verður opið til klokkan 23, leygardagin letur uppaftur klokkan 14 og verður opið til klokkan 23. Sunnudagin klokkan 14 er aftur tivoli á skránni, sum letur aftur seinastu ferð á hesum sinni klokkan 21.30, sigur Vónbjørt Olsen