Klokkan 16 í dag lata dyrnar upp til fyrsta LIVA-dagin í badmintonhøllini í Klaksvík við fyrilestrum um vælveru og um at njóta lívið, mótasýningum, tónleiki, upplivilsum og undirhaldi Alt sær út til at rigga eftir ætlan og tað er stórur áhugi fyri Njótingarfreka Leygardegnum í Klaksvík.
- Fólk koma allastaðni úr landinum og badmintonhøllin broytist og fyllist við nýggjum og spennandi innihaldi tíma fyri tíma, sigur Annika Steintórsdóttir, sum á sjálvum á Valetinedegnum kann bjóða kvinnum og monnum at forkela seg sjálvan og hvønnannan við upplivingum, vælveru, vitan og undirhaldi.
Nógv atgongumerki eru seld í forsølu, men tiltakið er alment og tað ber eisini til at keypa atgongumerki við dyrnar í badmintonhøllini fyri 450 krónur.
Í gjár komu útlendsku gestirnir til landið. Kendi tatovørurin, Fjølnir, úr Íslandi hevur longu gjørt sínu fyrstu vøkru listarverk á føroysk kroppskinn, meðan fitnesdrotningin, Anja Nielsen, hevur fingið ein góðan vakurleikablund sjómansheiminum áðrenn hon fer at halda fyrilestur um heilsu, vælveru, jaliga tankagongd og um at taka sær stundir til ymiskt.
Annars eru dansishow, mótasýningar fyrilestrar og tónleikur við kendum nøvnum, á skránni.
Øll fáa vælkomudrink og nakrar brellbitar. Høvi verður at keypa forkunnugan tailendskan mat við víni afturvið.
- Tað er í dag klokkan 16 at sjálvt tiltakið byrjar og fólk veruliga fara at liva í Klaksvík, sigur Annika Steintórsdóttir.
Drúgva og fjølbroytta skráiin er á liva.fo - og eftir ætlan ber eisini til at síggja myndir og fylgja LIVA í Klaksvík í vikuskiftinum her á Portalinum.