Heilsustarvsfólk framíhjárætt til koppseting

Koppsetingin móti H1N1 væntast fyrst klár um tríggjar mánaðir, men tá hon kemur, standa heilsustarvsfólk í fremstu røð at fáa koppsetingina

H1N1

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


Deildin fyri koppsetingargransking undir heimsheilsustovninum WHO staðfesti fyrradagin, at H1N1-heimsfarsóttin ikki er til at steðga, og viðmælti samstundis at starvsfólk í heilsuverkinum verða raðfest ovast, tá koppsetingarnar skulu gerast.

Serfrøðingarnir í bólkinum hava lagt dent á trý mál, ið lond eiga at taka við sum partur av teirra koppsetingarpolitikki.

Tað fyrsta er at varðveita eitt heilskapað heilsuverk og mest umráðandi partarnar av undirstøðikervinum.

Tað næsta er at minka um sjúkuna og deyðsføllini, og tað triðja at minka sum mest um smittuna innan í samfelagnum.


Fyrst heilsuverk, so børn og vaksin

Eisini í føroysku tilbúgvingarætlanini stendur tilskilað, hvørjir bólkar eiga at verða raðfestir, um avmarkað nøgd av koppingarevni verður tøk.

Raðfestingin er vanliga soleiðis, tó nú er mælt til at uppraðfesta heilsustarvsfólk:

• Fólk í kendum vandabólkum. Bólkarnir verða nærri lýstir, tá ið vit kenna sereyðkenni fyri heimsfarsóttina

• Heilsustarvsfólk

• Stuðulsstarvsfólk og aðrir myndugleikar

• Fólk á sosialum stovnum

• Fólk í flutningstænastu, postverki og telekommunikatión

• Fólk í serligum, týdningarmiklum starvi innan privat virksemi

Í Føroyum er talan her um eini 16.000 fólk tilsamans, ið er ein triðingur av fólkinum í landinum. Eftir hetta kemur eitt samlað punkt, ið eitur »Alt fólkið«.

Enn er einki koppingarevni tøkt, og væntað verður at koppingarevni verður fyrst tøkt um tveir til tríggjar mánaðir. Tó hava Føroyar tryggjað sær eina koppsetingargaranti, eins og hini Norðurlondini, tá hesi einaferð verða tøk.