Í dag skipa vestmenningar fyri árligu - og ársins - bátastevnu, sum nú verður hildin áttanda árið á rað. Úr Vestmanna frættist, at nógv fólk longu eru komin til bygdar Hæddarpunktið á bátastevnuni, sum verður í Vestmanna í dag, er løtan, tá siglt verður inn á Vestmanna, og bátarnir verða bundnir við brúgvarnar.
Eins og undanfarin ár, savnast bátarnir, sum verða við í siglingini, við Fútaklett undir Vágalandinum. Gamli postbáturin Ólavur tekur ímóti, og klokkan 14.30 skipar Ólavur fyri siglingini inn á Vestmanna.
Umleið ein tíma seinni er væntandi, at allir bátarnir eru komnir inn móti bryggjuni, har bátsmanningarnar fáa vegleiðing um, hvussu bátarnir skulu leggjast.
Tá verður eisini høvi at keypa trygdarnet, sum skal spennast millum bátarnar og bátar og brúgvar fyri at tryggja, at fólk ikki detta niður ímillum.
Eftir at bátarnir eru bundnir trygt við brúgvarnar, verður um 15.30-tíðina høvi at vitja innar í stóra tjaldið, har fólk fáa feska suppu og okkurt leskandi. Tá kunnu gestirnir eisini bíleggja sær morgunbreyð, sum verður borið út morgunin eftir.
Nógv ymisk tiltøk eru á skránni í Vestmanna seinnapartin í dag og í kvøld, bæði til børn og vaksin, og hesi fara vit at venda aftur til á Portalinum í dag.
Longu í gjárkvøldið frættist úr Vestmanna, at nógv fólk er komið til bygdar, og eitt nú vóru millum 40 og 50 húsvognar longu at síggja á økinum, sum sett er av til hesar vognar.