Magni Arge, stjóri sigur, at nú hon hevur havt uppgávur í frálandavinnuna í okkara grannalag varð avgjørt at taka hana heim eisini. Hon hevði júst flutt manning av seismikkskipi í bretskum sjógvi til Skotlands. Tyrlan, sum er av slagnum AugustaWestland, hevur hetta seinasta árið verið í vinnu í Italia, Danmark og Bretlandi.
AW 139 tyrlan telist millum tær mest framkomnu yvirhøvur. Farið varð undir framleiðsluna fyri fáum árum síðani. Tyrlan hjá Atlantic Airways var nummar 129 í røðini. Nógv verður spurt eftir hesum slagnum av tyrlum, og verksmiðjan hevur fulla ordrabók til 2011.
AW 139 er sera væl umtókt í frálandavinnuni. Fleiri oljufeløg eru farin at seta strangari krøv til tyrluflutning. AW 139 er millum tær tyrlurnar, sum feløgini viðurkenna, tí hon hevur so stóra motororku og gott pláss umborð. Tyrlan flytur 15 ferðafólk, men í frálandavinnuni verða sum oftast flogið við 12 fólkum í senn.
AW 139 er eisini væl umtókt sum bjargingartyrla. Tyrlan er rúmlig at arbeiða í, hevur stóra motororku og flýgur skjótt og langt. Í Bretlandi, Írlandi og Noregi eru gjørdir fleiri sáttmálar um at nýta AW 139 tyrlur til leiting og bjarging.
Ætlanin var at tyrlan skuldi hava støð í Vágum í summar í sambandi við boringina hjá ENI. Nú er hon so útsett til í várs. Magni Arge sigur, at teir fara nú helst at royna tyrluna í innanlanda flúgvingini í nakrar dagar fyri at vita, hvussu hon roynist her. Arbeitt verður annars við at fáa tyrluni sáttmála aftur.