Um framsýningina sigur Jóhan Martin Christiansen m.a. at í sambandi við at Tórshavnar kommuna hevur verið demokratisk vald kommuna í 100 ár, setti eg mær fyri at skipa fyri hesi framsýningini í Müllers Pakkhúsi. Framsýningin skal endurspegla ella viðmerkja tað at liva í einum fólkaræði, sum samstundis er eitt ræði, ið hevur støðu sum koloni. Hetta er eitt paradoks.
Alt, ið rørir seg í samfelagnum, verður á ein ella annan hátt definerað og skilt út frá hesum – tað at vera ein koloni. Tó er øllum greitt, at Føroyar eru ikki ein vanlig koloni, har Danmark virkar sum kúgandi vald.
Verkætlanin gongur út upp á at visualisera spurningin við at byggja nakrar kassar, sýnisgluggar ella rúm, ið eg velji at kalla Koloni Boxir. Í hvørjum kassa verður eitt evni, sum er ein tvørskurður gjøgnum søguna. Støðið verður tikið í ymiskum føroyskum viðurskiftum, ið siga nakað um hugburð og virðir í Føroyum, bæði í dag og fyrr, sigur Jóhan Martin Christiansen.
Jóhan Martin Christiansen er føddur í í Havn í 1987. Eftir lokið studentsprógv fór hann til Danmarkar á Holbæk Kunsthøjskole í 2007, og síðan 2008 hevur hann gingið á Ærø Kunsthøjskole. Eftir summarferiuna byrjar hann á Malmø Art Academy í Svøríki.
Jóhan Martin hevur verið við á fleiri framsýningum saman við øðrum bæði í Føroyum og í Danmark, umframt at hann hevur havt sjálvstøðugar framsýningar í Føroyum.
Framsýningin verður opin frá 3. til 24. juli, allar dagar frá kl. 12-18. Heimasíða: jmc-art.net