undirtali. Hetta vinnur H71, eingin ivi um tað. 56 Gongdin er tann sama. H71 er nú á odda 21-17. 53 H71 hevur fótað sær aftur, eftir at Kyndli vann seg aftur í dystin eftir steðgin. Støðan er nú 20-16. [...] Hoyvíkingar eru á sigurskós. Líkt er somuleiðis til, at teir vinna seg eitt týðandi fet nærri finalunum um føroyameistaraheitið. Støðan er 19-16. 46 Leikgongdin er tann sama. H71 er á odda við tveimum, 17-15. [...] hálvleiki! Nú er støðan 13-13. 30 Hálvleikur í høllini í Hoyvík. Støðan er 12-9 til H71. Hoyvíkingar eru á sigurskós, og tað er enn einki, sum veruliga bendir á, at Kyndil fer at hevja seg upp um heimaliðið
so tóktist ikki nakar ivi vera um, at hetta eisini var ein hugtakandi løta fyri tey. Og tað var tað so sanniliga eisini, tá tann lokala Roisin Elsafty trein á pallin. Enn er hon kanska ikki nakað stórt navn [...] framførdar uttan hjálp frá nøkrum øðrum enn røddini. Afturat sær hevði Eivør annars Cora Lunny, sum spælir violin, og eins og restin av kvøldinum, so eydnaðist samspælið teirra millum væl. Eisini hóast [...] framførslu á hugnaliga Hotel Holiday Inn, har trý írsk nøvn eisini vóru á skránni, umframt Eivør. Og einki er at ivast í, at tað var Eivør, sum flestu fólkini vóru komin at lurta eftir. Hóast hon alla tíðina tosaði
plássi á beinkinum, og her hevur B36 enn ikki sýnt, at teir hava fólkið til nakað gullmerki. Enn er krepputosið ikki av álvara farið at gera um seg, men verður hetta gongdin, kann tað í øllum førum skjótt [...] hinvegin vera alt annað enn gott, nú teir eftir tveir dystir hvørki hava fingið stig ella mál. Enn eru fýra dystir eftir, og lítið er at ivast í, at kravið til hesar eru níggju stig, dog so er spurningurin, hvørt [...] hugaheiminum hjá áskoðarunum fyri vakra spælið. Heldur var talan um ein dyst, har báðir partar royndu at stríða seg til sigurs, og sum so eydnaðist hetta betri hjá stórabeiggjanum úr HB. Sum skilst úr Gundadali
grunnurin er farin at gjalda út, kunnu vit helst fegnast um, at Samhaldsfastið er komin fyri at vera. Útgjaldið úr Samhaldsfasta er nú 500 krónur um mánaðin og hetta er sjálvsagt nógv lægri enn ætlanin var [...] hevur tú ikki frælsi, og treytin fyri at hava frælsi er, at javni er millum mannað. Hetta meinast ikki við, at øll skulu vera eins. Tvørturímóti er tað eitt ríkidømi, at menniskju eru ymisk, men øll skulu [...] sterkan Samhaldsfasta, ið er mentur at gjalda eina eftirløn, ið samfelagið kann lata sær linda. Útseta eftrilønarskipanir At fólk hava skipað egnar eftirlønargrunnar er at fegnast um, men tíverri ger inntøku
Aftur ? tí hetta er so langt ífrá fyrsta ferðin, at kyndliskvinnurnar hava upplivað eina slíka dystargongd. Tvørtur ímóti tykist hetta gerast ein keðiligur vani ? ella óvani ? tí tað tykist sum um liðið í [...] byrðurin er ímóti. Við hesum skal ikki sigast, at Kyndil hevði átt ein leiklut í oddinum, um treiskni bara var til tað, tí somikið stór er styrkin hjá liðnum ikki í løtuni. Hinvegin vildi hetta heilt avgjørt [...] StÍF er at finna á niðastu sessunum. Hjá Stjørnuni er støðan avgjørt sambærlig teirri hjá Kyndli. Klaksvíksgenturnar eru sum sagt aftur í ár fremsti kappingarneytin hjá VÍF, og spurningurin er so, um hetta
fyrr enn løgtingið hevði játtað teir. Og hetta eydnaðist væl. Bæði í samgonguni og andstøðuni var undirtøka fyri ætlanini. Í døminum við TROM vórðu 4 milliónir játtaðar til filmsvinnuna, og hetta hevði [...] filmsvinnan er ein teirra. Í farnu viku varð eg boðin við til at síggja, meðan upptøkur vórðu gjørdar til føroysku filmsrøðina TROM. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri filmsupptøkum, so hetta var ein spennandi [...] stríddist fyri at gera tað møguligt, at fáa hesar upptøkurnar gjørdar í Føroyum. Eg fekk tá at vita, at um Føroyar rindaðu 25% av kostnaðinum (til dømis 4 av 16 mió. krónum), so bleiv alt arbeiðið gjørt í Føroyum
Maðurin við navninum, Reza Baluchi, er langteinarennari, og málið hjá honum var at ferðast yvir Atlantarhavið og norður til New York, sum er ein teinur á fleiri enn 1600 kilometrar. Fólk á strondini fingu [...] navigatiónsútgerðini sum gjørdu, at "hamstrarahjólið" skolaði upp á land í Hammock-økinum um dagarnar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Reza Baluchi roynir seg á havinum við einum slíkum hjóli á longum teinum [...] í økinum ávarað Reza Baluchi um yvirhøvur at gera slíkar oyndir, sum tey meta vera vandamiklar. Fyrsta royndin hjá honum var í 2014, men heldur ikki ta ferðina eydnaðist honum at røkka sínum máli. Sjálvur
steypakappingini, so eydnaðist tað ikki. Dráttur var klárt betra liðið og vann dystin greitt 2-0. Vágakvinnurnar eru tí enn við í stríðnum um silvurmerkini, har tær togast við TB um annaðplássi. Settúrslitini [...] mikið at ÍF aftur kom við. Settúrslitini vóru 21-9, 21-6, 21-13, 21-16. Fram er enn við Seinasti dysturin í meistaradeildini hetta vikuskiftið var í Sørvági har Fram var á vitjan. Henda dytstin vann Fram 2-0 [...] Dystirnir í flogbóltslandskappingini um vikuskiftið endaðu, sum fólk flest høvdu væntað. ÍF hevði ongan kjans Hjá kvinnum høvdu nýkosnu meistararnir úr Mjølnir vitjan av ÍF, og tann dystin vunnu meistararnir
hevur lætt eitt sindur um, og riggar øgiliga væl. Hetta er annað ár á rað at Stina stendur fyri hesum, og hon er dugnalig og von at gera mat til nógv fólk. Hon hevur fingið rættiliga fríðar teymar, tó var [...] vóru á skránni. Hetta er fólk von at fáa á regattaini, og tí høvdu tey verið skuffa, um tað ikki var til sølu. Hóast veðrið var gott, og rættiliga fitt av fólki var savnað, var talið lægri enn í fjør, sigur [...] sigur Diana. T.d. vóru bara 200 fólk til dansin við Take Off, og hetta er munandi færri enn í fjør, sjálvt um verðrið var ringt í fjør. Men dansurin riggaði annars sera væl. Take Off spældi væl og dugdi væl
fleiri fólkatingssessir enn Nyrup og hansara stuðulsflokkar. Talan er sostatt um ein rættiliga greiðan meiriluta til andstøðuflokkarnar. Veljarakanningarnar eru ikki á einum máli um, hvussu stóran valsigur [...] merkir tó ikki, at allur spenningurin er farin úr valstríðnum. Enn er spenningurin sera stórur, og alt kann henda hesa seinastu vikuna, siga eygleiðarar. Seinasta vikan er altavgerandi, og nógv minnast aftur [...] seinasta atkvøðan er tald. Og Nyrup vónar, at hann einaferð enn skal megna at venda gongdini. At einki er avgjørt enn, sæst eisini aftur íveljarakanningunum. Tær vísa nevniliga, at fjórði hvør veljari ikki