Hondbóltur - kvinnur
Einki var at ivast í, at Stjørnan var stórfavorittur, tá tær sunnudagin komu til Havnar at spæla móti Kyndli.
Hóast tær ikki megnaðu at gera nakað við meistararnar úr VÍF í fyrstu av fýra oddauppgerðum, so hevur Stjørnan í øllum hinum dystunum sýnt, at tær eiga at metast sum avbjóðarin til gullið hjá VÍF.
Kyndil hevur hinvegin hildið fram har, sum tær sleptu í fjør, og eftir fyrstu seks dystirnar vóru bert tvey stig innkomin á kontina, og at vænta at hetta talið fór at økjast sunnudagin, tóktist bert vera ein ynskisdreymur hjá teimum grønu.
Hildu hálvan veg
Fyrstu longu løtuna av dystinum var tó ikki nógv, sum bendi á, at hetta skuldi gerast ein dystur, har gullbiðilin bara skuldi avgreiða ein dyst ímóti einum botnliði.
Kyndil var tvørtur ímóti væl við í dystinum. Tær stríddust í verjupartinum, spældu skilagott í álopinum, og hetta hepnaðist somikið væl, at tær eitt skifti hildu seg frammanfyri Stjørnurnar úr Klaksvík.
Soleiðis var tað ikki fyrr enn seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, at Stjørnan smeyg sær framum, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki leikaði framvegis javnt á.
Ikki fyrr enn okkurt um triðingurin var farin av umfarinum, eydnaðist Stjørnuni at toga seg leysan. Innan góðar tveir minuttir togaðu tær seg fýra mál frá mótstøðuni, og so fall korthúsið hjá Kyndli aftur saman.
Afturvendandi
Aftur ? tí hetta er so langt ífrá fyrsta ferðin, at kyndliskvinnurnar hava upplivað eina slíka dystargongd. Tvørtur ímóti tykist hetta gerast ein keðiligur vani ? ella óvani ? tí tað tykist sum um liðið í løtuni væntar sálarligu styrkina til at stríðast, tá byrðurin er ímóti.
Við hesum skal ikki sigast, at Kyndil hevði átt ein leiklut í oddinum, um treiskni bara var til tað, tí somikið stór er styrkin hjá liðnum ikki í løtuni. Hinvegin vildi hetta heilt avgjørt viðført eina betran av verandi støðuni á stigatalvuni, har liðið saman við Sóljuni og StÍF er at finna á niðastu sessunum.
Hjá Stjørnuni er støðan avgjørt sambærlig teirri hjá Kyndli.
Klaksvíksgenturnar eru sum sagt aftur í ár fremsti kappingarneytin hjá VÍF, og spurningurin er so, um hetta fer at eydnast í størri mun hetta kappingarárið enn í fjør. Tá var ein av vansunum, at tað tók ov langa tíð at spæla Simonu Dziugyte inn á liðið, men hesa umberingina eigur Stjørnan so ikki í ár. Simona hevur víst seg sum avgjørt størsta kanónin higar til hetta kappingarárið, og megnar hon at halda ferðini allan veturin á tamb, kann hetta væl verða trumfurin, sum aftur lyftur Stjørnuna á ovastu rók.
Dysturin í tølum
Kyndil-Stjørnan 25-34 (11-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Annika Ljósstein 5(2), Palma Petersen 5(2), Lotte Sørensen 5(2), Ann-Mari Wang 3, Anja Johannesen 3, Erla H. Smith 3, Laila Jespersen
Stjørnan: Siona Dziugyte 13(3), Anna Kristina Samson 5, Joan M. Joensen 5, Andirjana Milodanovic 4(1), Ragna Andreasen 3, Beinta Klakstein 2, Una Olsen 1, Jastrid Gullaksen 1
Brotskøst: Kyndil 10, Stjørnan 4
Útvísingar: Kyndil 3, Stjørnan 5
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Hjalmar Petersen