H71 er á finalukós

Hoyvíkingar hava seinnapartin vunnið seg eitt týðandi fet nærri finaluplássi. Teir vunnu uppiborið við seks málum, tá Kyndil vitjaði í Hoyvíkshøllini. Úrslitið var 24-18. Hálvleiksstøðan var 12-9.

 

Tað var alt sum bendi á ein sigur til heimaliðið, tá liðini fóru at hvíla seg. Gestirnir løgdu kortini bragdliga fyri eftir steðgin, og eitt skifti stóð á jøvnum. H71 hevði neyðuga yvirskotið at reisa seg aftur og vann seg skjótt trý mál framum.

 

Seinastu minuttirnar ráddi bara um hjá hoyvíkingum at fáa sigurin til høldar. Tað eydnaðist væl og virðiliga.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

H71 - Kyndil 24-18 (12-9)

 

60 Liðugt í Hoyvíkshøllini! H71 vann 24-18.

58 23-17. Hoyvíkingar hava fingið tvey mál upp í slag, hóast teir hava verið í undirtali. Hetta vinnur H71, eingin ivi um tað.

56 Gongdin er tann sama. H71 er nú á odda 21-17.

53 H71 hevur fótað sær aftur, eftir at Kyndli vann seg aftur í dystin eftir steðgin. Støðan er nú 20-16.

52 Hoyvíkingar eru á sigurskós. Líkt er somuleiðis til, at teir vinna seg eitt týðandi fet nærri finalunum um føroyameistaraheitið. Støðan er 19-16.

46 Leikgongdin er tann sama. H71 er á odda við tveimum, 17-15.

43 Tað hevur verið fátækt við málum seinastu minuttirnar. H71 hevur vunnið seg tvey mál framum, 15-13.

36 Kyndil hevur lagt bragdliga fyri í seinna hálvleiki! Nú er støðan 13-13.

 

30 Hálvleikur í høllini í Hoyvík. Støðan er 12-9 til H71. Hoyvíkingar eru á sigurskós, og tað er enn einki, sum veruliga bendir á, at Kyndil fer at hevja seg upp um heimaliðið. Í øllum førum skal annað lag á hjá teimum grønu, um teir ætla sær fult í Hoyvík seinnapartin.

19 Kyndil hevur enn ikki megnað at svara aftur. H71 er nú á odda 7-4.

12 H71 hevur verið omaná fyrstu løtuna. Heimaliðið er á odda 4-1.

1 Dysturin er byrjaður