Løgmanssteypið
Grannauppgerð var á skránni í Gundadali sunnudagin, tá HB og B36 hittust í fyrsta sínamillum dystinum á árinum. Ein dystur, sum vanliga savnar nógv viðhaldsfólk, og har spælið í nógvum førum hevur verið av tí heilt undirhaldandi slagnum.
Stríðssigur
Dysturin sunnudagin verður tó ikki hann, sum fer at standa fremst í hugaheiminum hjá áskoðarunum fyri vakra spælið. Heldur var talan um ein dyst, har báðir partar royndu at stríða seg til sigurs, og sum so eydnaðist hetta betri hjá stórabeiggjanum úr HB.
Sum skilst úr Gundadali, so var fyrri hálvleikur sera linligur, hvat málmøguleikum viðvíkur, men tað var tó HB, sum hevði leikligu yvirvágina.
Hetta helt eisini fram í seinna hálvleiki, men tað var tó um reppið, at B36 legði seg á odda, tá Heðin á Lakjuni einsamallur við málverjanum sendi bóltin framvið málinum.
Men teir úr HB svaraðu skjótt aftur, og tá teir høvdu møguleikan, var neyvleikin nógv størri. Fyrsta málið fingu teir, eftir at Carsten From hevði vunnið sær fríspark í vinstru. Nico Dugaru sendi bóltin innfyri, og har kundi ein leysur Tór-Ingar Akselsen snitta bóltin víðari í málið til stóra frøi fyri bæði seg, liðfelagar og áskoðarar.
Tepra leiðslan tóktist at skula halda allan dystin, tí hóast málið, so megnði B36 ikki at seta so mikið av ferð á, at HB veruliga kom undir trýst. Hinvegin vóru teir úr HB nú eisini meira varnir, men stutt fyri leiklok fingu teir tó staðfest sigurin.
Carsten From, sum annars varð mettur sum sera ivasamur undan dystinum, vann sær aftur fríspark uttan fyri brotsteigin. Hesa ferð gjørdi álopsmaðurin av, at hann skuldi skjóta sjálvur, og uttan stórvegis hóvasták hamraði hann bóltin í meskarnar.
Krepputos
Við sigrinum staðfesti HB, at teir eisini í ár ætla sær langt í steypakappingini, soleiðis sum teir eru vanir við. Og einki er at ivast í, at sigurin á grannunum í nógvar mátar styrkti um sjálvsálitið. Ikki minst í verjupartinum, sum annars tóktist vera stóra spurnartekini á liðnum undan kappingini. Álopið mátti hesa ferð standa seg uttan skadda Andrew av Fløtum, og hóast saknurin í honum var sjónligur, so stóð liðið kortini royndina.
Hjá B36 man lagið hinvegin vera alt annað enn gott, nú teir eftir tveir dystir hvørki hava fingið stig ella mál.
Enn eru fýra dystir eftir, og lítið er at ivast í, at kravið til hesar eru níggju stig, dog so er spurningurin, hvørt leikararnir megna at liva upp til hetta.
Undan kappingini varð annars mett, at stjørnusetti B36-hópurin fór at verða so nógv tann sterkasti í landinum, men enn hevur ikki verið nógv at sæð til hetta. Skaðar hjá lyklaleikarum eiga sjálvandi sín part av frágreiðingini í hesum, men styrkin á einum liði kann ikki bert metast eftir teimum fyrstu ellivu. Hon sæst eins nógv aftur í teimum, sum av og á mugu taka til takkar við plássi á beinkinum, og her hevur B36 enn ikki sýnt, at teir hava fólkið til nakað gullmerki. Enn er krepputosið ikki av álvara farið at gera um seg, men verður hetta gongdin, kann tað í øllum førum skjótt henda.
Dysturin í tølum
HB-B36 2-0 (0-0)
1-0: Tór-Ingar Akselsen
2-0: Carsten From
Dómari: Suni Johansen