Regatta
Rættiliga fitt av fólki var komið saman í Ishøj næstseinasta leygardag, tá Róðrafelagið Neystið skipaði fyri 19. Færø Regatta, ið nú á døgum eitur Atlantic Airways Færø Regatta. Veðrið var gott, hóast eitt sindur av mjørka lá yvir Ishøj Havn. Hetta órógvaði sjálvandi eitt sindur, tí Kappróðurin er nú sum áður høvuðsparturin av regattaini. Har var so tjúkt, at bátarnar sóu ikki mál, tá starturin fór. Fólk fekk tó fylgt rættiliga væl við av landi.
Líkindini vóru annars sera góð, eingin streymur var, og tí gekk væl at leggja bátarnar, soleiðis at kappróðurin varð avgreiddur skjótari enn vanligt.
Tó mundu fleiri av limunum í Neystinum hava hug til at gerast eitt sindur skuffaði, tá bátarnir hjá Neystinum vóru við undirlutan fyri bátunum hjá hinum kappróðrarfelagnum í Keypmannahavn. Knørrur vann bæði hjá kvinnum og monnum.
Old Boys manningin á Tvøroyrabátinum, var ikki skuffa. Seinastu sjey árini hevur Havnarbáturin vunnið í 10 mannaførum fyri Old Boys, men í ár megnaðu manningin á Tvøroyrabátinum, ið millum annað taldi leiðaran í Føroyahúsinum Martin Fjallstein og Dánjal Petur Thorssteinsson eigara av Skarv, at koma á mál framman fyri Havnarbátinum. Hetta fegnaðust teir óført um, og lótu teir eisini Havnarbátin vita av hesum, tá steypið varð handað.
Regattain hevur øll árini havt tvær høvuðshendingar, kappróðurin tíðliga seinnapartin og so dansin um kvøldið. Vanliga er nógv fólk fari heim ímillum kappróðurin og dansin. Nógv eru so ikki komin aftur. Tí gjørdi Neystið í ár nógv fyri, at gestirnir skuldu vera verandi.
Barnafamiljurnar vóru í hásæti við undirhaldi við klovninum Hannibal og vinkonu hansara Angelu. Harumframt var andlitsmáling, har børnini vórðu málaði sum flogmýs og annað vandamikið og spennandi.
Skipað var eisini fyri livandi tónleiki í teltinum, umframt at íslendski kokkurin Stina, ið vanliga matgerð í Føroya Húsinum, bjóðaði gestunum góðan mat. Millum annað breyð við føroyskum viðskera sum rullupylsu og skerpikjøt. Hetta fall í góða jørð millum útisetarnar, ið ikki allir fáa tílíkan mat í gerandisdegnum.
Diana Reynstind nevndarlimur í Neystinum sigur við Sosialin, at tað eydnaðist væl hjá teimum at fáa fólk at vera verandi. Tað tyktist, sum um fólk vóru glað fyri tónleikin í teltinum, og nógv av eldra fólkinum fór ikki fyrr enn um tíggjutíðina, sigur hon.
Diana greiðir frá, at tey hava roynt at endurnýggja regattaina eitt sindur. Men arbeiðsorkan hjá felagnum er lítil, og tí eru eisini avmarkingar í, hvat tey kunnu gera. Tí hava tey rationaliserað eitt sindur, eitt nú hevur Neystið latið søluna av mati frá sær, men fáa so prosentir av søluni. Hetta hevur lætt eitt sindur um, og riggar øgiliga væl. Hetta er annað ár á rað at Stina stendur fyri hesum, og hon er dugnalig og von at gera mat til nógv fólk. Hon hevur fingið rættiliga fríðar teymar, tó var ein av treytunum, at føroyskur matur, sum skerpikjøt og rullupylsa vóru á skránni. Hetta er fólk von at fáa á regattaini, og tí høvdu tey verið skuffa, um tað ikki var til sølu.
Hóast veðrið var gott, og rættiliga fitt av fólki var savnað, var talið lægri enn í fjør, sigur Diana. T.d. vóru bara 200 fólk til dansin við Take Off, og hetta er munandi færri enn í fjør, sjálvt um verðrið var ringt í fjør. Men dansurin riggaði annars sera væl. Take Off spældi væl og dugdi væl at undirhalda gestirnar, greiðir hon frá. Kvøldið spældi friðarliga av, onkuntíð fyrr hava bardagar verið, men í ár skikkaðu øll sær væl.
Fyrireikararnir vóru væl nøgdir við dagin, tó at tað var irriterandi, at Neystið ikki vann, sigur Diana, ið sjálv róði við Old Girls.
Dagurin byrjaði við, at Løgmaður <st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?annes Eidesgaard"$?$end$!$Jóannes Eidesgaard</st1:PersonName$?$end$!$ helt setanarrøðuna. Diana sigur, at hon helt røðuna vera góða, og vera ein góðan hátt at seta hátíðarhaldið. Tó var røðan kanska eitt sindur ov politisk, heldur hon.<BR>
Manglandi limir
Komandi ár verða 20 ár síðan Neystið var stovnað, og felagið tók yvir fyriskipanina av Færø Regatta. Tí er nógv á skránni til hetta árið. Men ætlanin var upprunaliga eisini, at fleiri onnur tiltøk skuldu vera á regattaini í ár. Tildømis rógvikapping við róðrarmaskinum og beach volley, men tíanverri var ikki fólk til at taka sær av hesum.
Diana greiðir frá, at minkandi limatalið hjá Neystinum er ein stórur trupulleiki, alsamt færri fólk meldar seg sum lim. Í ár hevði felagið t..d. ongan gentubát, og í Old Boys róðrinum hevði felagið bert ein bát, í fjør hevði Neystið tveir, og áður plagdi talið at vera tríggir.