Flogbóltur: Einki óvæntað úrslit

Dystirnir um vikuskiftið endaðu, sum fólk flest høvdu væntað. Mjølnir og Dráttur vunnu hjá kvinnum og Fram og Mjølnir hjá monnum

Dystirnir í flogbóltslandskappingini um vikuskiftið endaðu, sum fólk flest høvdu væntað.


ÍF hevði ongan kjans

Hjá kvinnum høvdu nýkosnu meistararnir úr Mjølnir vitjan av ÍF, og tann dystin vunnu meistararnir, hóast ÍF vann eitt sett.

Eftir at Mjølnir hevði tapt annað sett tóku tær seg saman og vunnu ruddiliga tað, sum eftir var av dystinum.

Settúrslitini í tí dystinum gjørdust 21-15, 18-21, 9-7, 21-10, 21-4.



Dráttur heldur seg framat

Á Giljanesi spældu Dráttur og Fleyr og hóast havnarkvinnur vildu hava hevnd fyri tapið í hálvfinaluni í steypakappingini, so eydnaðist tað ikki. Dráttur var klárt betra liðið og vann dystin greitt 2-0.

Vágakvinnurnar eru tí enn við í stríðnum um silvurmerkini, har tær togast við TB um annaðplássi.

Settúrslitini á Giljanesi vóru 21-17, 21-17, 21-10, 21-14.


Mjølnir rann frá ÍF

Hjá monnum hevði Mjølnir vitjan úr Fuglafirði og hóast ÍF hevur vunnið á Mjølnir í ár, so var einki at gera hjá teimum sunnudagin. Mjølnir var heilt einfalt nógv betri og tað sæst eisini á settúrslitunum.

Í seinna hálvleiki setti jugoslaviski venjarin hjá Mjølnir seg sjálvan uttanfyri og heldur ikki tað ávirkaði spælið hjá Mjølnir so mikið at ÍF aftur kom við.

Settúrslitini vóru 21-9, 21-6, 21-13, 21-16.


Fram er enn við

Seinasti dysturin í meistaradeildini hetta vikuskiftið var í Sørvági har Fram var á vitjan. Henda dytstin vann Fram 2-0 eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta sett.

SÍ hevur fyrr í ár vunnið á Fram, men sunnudagin høvdu teir ikki fólkið til tað, tí tveir av sterkastu leikarunum manglaðu. Fram var heldur ikki í sterkastu uppstilling, men tað bilti eftir øllum at døma ikki so nógv hjá teimum, sum hjá sørvingum.

Settúrslitini vóru 21-19, 12-21, 3-7, 18-21, 19-21