Nyrup á eggini

Nyrup er á veg út úr Forsætismálaráðnum, og Anders Fogh Rasmussen hevur beina kós í ovasta politiska sessin í Danmark. Men spenningur er framvegis íluftini, tí enn hevur fjórði hvør veljari ikki tikið støðu.

 

Fólkatingsval

Keypmannahavn


Ein vika er nú eftir av valstríðnum íDanmark, Føroyum og Grønlandi, og í Danmark byrjar ein greið mynd at koma til sjóndar: Poul Nyrup Rasmussen fer at tapa fólkatingsvalið, og Anders Fogh Rasmussen úr Vinstraflokkinum verður nýggjur forsætisráðharri.

Tað byrjaði gott hjá Nyrup og Radikala stjórnarflokkinum og stuðulsflokkunum SF og Eindarlistanum. Dagarnar eftir, at forsætisráðharrin hevði skrivað út nýval til Fólkatingið, helt framgongdin í veljarakanningunum fram. Men eftir eina baldruta viku við hørðum valstríðið, har innflytarar og flóttafólk vóru í brennideplinum, kom vend í. Anders Fogh Rasmussen og andstøðuflokkarnir tóku dik á seg, og nú bert ein vika er eftir av valstríðnum, er andstøðan klárt á odda.


Greiðan meiriluta

Skulu vit trúgva teimum mongu veljarakanningunum, sum verða gjørdar, so vinnur Anders Fogh saman við hinum borgarligu flokkunum umleið 15 fleiri fólkatingssessir enn Nyrup og hansara stuðulsflokkar. Talan er sostatt um ein rættiliga greiðan meiriluta til andstøðuflokkarnar.

Veljarakanningarnar eru ikki á einum máli um, hvussu stóran valsigur Anders Fogh Rasmussen fer at vinna, men allar hava tað til felags, at tær spáa um borgarligan valsigur. Nærri vit koma valinum, meira álítandi verða veljarakanningarnar, siga teir mongu serfrøðingarnir, sum dagliga nærlesa og tulka kanningarnar.


Ikki tikið støðu

Hetta merkir tó ikki, at allur spenningurin er farin úr valstríðnum. Enn er spenningurin sera stórur, og alt kann henda hesa seinastu vikuna, siga eygleiðarar. Seinasta vikan er altavgerandi, og nógv minnast aftur á seinasta val, tá ið Uffe Ellemann Jensen var so væl fyri í veljarakanningunum, at hann var næstan vísur íat gerast forsætisráðharri. Tað gjørdi hann sum kunnugt ikki, tí tað eydnaðist Nyrup at venda gongdini seinastu dagarnar upp undir valið.

Hetta minnist Anders Fogh Rasmussen eisini, og ferð aftaná ferð endurtekur hann, at einki er avgjørt fyrrenn seinasta atkvøðan er tald. Og Nyrup vónar, at hann einaferð enn skal megna at venda gongdini.

At einki er avgjørt enn, sæst eisini aftur íveljarakanningunum. Tær vísa nevniliga, at fjórði hvør veljari ikki hevur gjørt upp við seg sjálvan enn, hvar krossurin skal setast týsdagin. Tað hevur tísera stóran týdning hjá báðum pørtum at vinna undirtøku millum tey mongu ivandi, og stríðið verður hart komandi dagarnar.


Keðiligt valstríð

Tað eru tey, sum siga, at valstríðið ikki byrjar av álvara fyrrenn nú. Enn hevur tað verið eitt rættiliga keðiligt valstríð, har tað viðhvørt hevur verið trupult at síggja munin millum Fogh og Nyrup, tí teir eru so samdir á nógvum økjum. Harafturat vilja teir fevna um so stóran part av veljarafjøldini, at hvørgin teirra meldar nóg greitt út, hvønn politikk teir vilja reka. Flóttafólk og innflytarar hava fylt alt ov nógv ívalstríðnum, og ov lítið hevur verið tosað um aðrar gerandistrupulleikar hjá danska fólkinum, so sum eldrarøkt, bíðirøðir á sjúkrahúsunum, høga skattatrýstið og familjupolitikk.

Kanska bíðar tann fjórðingurin, sum enn ikki hevur tikið støðu, eftir greiðum útmeldinum á hesum og øðrum økjum. Í øllum førum verða tað hesir veljararnir, sum gera av, um forsætisráðharrin skal eita Fogh ella Nyrup.