hjá Apoteksverki Føroya fyri 1996. Í viðmerkingunum siga teir fýra grannskoðararnir, at í seinastu frágreiðing frá teimum frá feb. 97, tá roknskapurin fyri 1995 varð lagdur fyri tingið til samtyktar, mæltur [...] at Apoteksverkið varð tikið við á grein 6 á fíggjarlógina fram til 1992 og við eykafíggjarlógini fyri 1992 duttu játtanir undir grein 6 burtur. Grein 6 hevur í mong ár verið nýtt sum játtanargrein til
linjudómararnir hava tosað saman og gjøgnumgingið stevnuna fyri kappingarárið 1998. Í seinastuni hava dómararnir fingið nógvar atfinningar fyri ta sonevndu »linjuna«, sum verður koyrd í einum dysti. Spælarar [...] fótbóltssamgonguni. Hann er sera nógv avhildin úti í Europa og hevur eisini verið í Føroyum og dømt fyri nøkrum árum síðani. Hann var eisini sera væl nøgdur við ferðina í Føroyum, sum var eitt stórt frávik [...] vanliga gerandisdegi. Í næstum skal hann vera dómaraeygleiðari í returdystinum í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar millum Atletico Madrid og Chelsea. Í Føroyum kundi hann taka sær eitt sindur meira
februar. Hann spælir fyri tað mesta í álopinum, men kann eisini nýtast í tí defensiva. Gamla felagið hjá honum í Jugoslavia hevði lið við í bæði 1. og 2. deild, og Bibercic spældi fyri tað mesta í 2. deild [...] Tað er 22 ára gamli Thomas Birk, sum er væl fyri tekniskt, og sum skal styrkja liðið á miðjuni. Í fjør hevði Sumba eisini ein danskan spælara við í teimum fyrstu sjey landskappingardystunum, sum allir [...] tað sjálvandi eisini sjálv kappingin, sum harðnar í Suðuroynni. Felagið er væl fyri Sumbiar Ítróttarfelag er rímiliga væl fyri fíggjarliga og er sum heild eitt rættiliga væl koyrandi felag. Í fjør vóru millum
tey fægstu okkara sum minnast makan. Sosialurin hevur spurt veðurmannin Petur Skeel um hvat tað er fyri nakað hann borðreiðir við. Hann sigur, at tað ikki er nakað hann ger við vilja. ? Veturin kom so seint [...] eru útlit til eina lítla valluttøku til fólkatingsvalið í dag. Petur Skeel sigur, at veðurvánirnar fyri valdagin boða frá hvøssum vindi og frosti. Hitin fer at liggja 3 til 5 stig undir frostmarkinum. [...] vind og tá vænti eg, at tað eisini verður regn ella vátaslettingur, sigur Petur Skeel. Veðurvánirnar fyri hósdagin boðað frá hvøssum vindi. Um vikuskiftisveðrið sigur Petur Skeel, at tað ber ikki til at siga
vøkstri, hevur spælt á miðjuni. Hann hevur vunnið bóltar sum fáur, og serliga í teimum mest týdningarmiklu dystunum, teimum móti Fram og móti Fleyr, hevur hann verið dyggur stuðul. Ein annar er Jógvan Jacobsen [...] leikarar, og uttan teir hevði tað nyttað lítið. Hesir menn hava framtíðina fyri sær, og tað verður spennandi at fylgja teimum í framtíðini. ÍF fekk ongan møguleika Dysturin sunnudagin vísti, at Mjølnir [...] Mjølnir gjørdi tað sum skuldi til fyri at tryggja sær meistaraheitið 1998. Taptu teir dystin móti ÍFa sunnudagin, so skuldu teir vinna dystin móti Fleyr 22. mars, og so hevði staðið á gomlum nøglum í Klaksvík
svikagerð móti teimum kúgaðu í Suðurafrika. Og hesum var ÓB høvuðstalsmaður fyri. At ætlanin so eisini var at brúka hetta í føroyskum politikki móti einum javnaðarflokki, ið leflaði fyri teimum tvitnu svørtu [...] Suðurafrika, høvdu havt so ómetaliga stóran týdning fyri allar suðurafrikanarar. Gjørdi gjøldur burtur úr teimum svørtu Hví tá tengja hetta, sum hendi fyri nógvum árum síðani í einum heilt øðrum heimsparti [...] n við sær til Suðurafrika, fyri har at ?vísa?, hvussu gott tey svørtu hóast alt høvdu tað undir Hvíta apartheid-stýrinum. Fyri tey, sum hava fylgt við í stríðnum hjá teimum svørtu í Suðurafrika móti apartheid
ikki so ofta hendir í Føroyum. Málið fekk avleiðingar fyri teir, sum høvdu siglt skipið heim. Fyri leiðaran á Vaktar- og Bjargingartænastuni og fyri skiparin á túrinum heim úr Frankaríki. Teir eru nú báðir [...] skipunum kring Føroyar og, um tey komu í neyð, geva teimum eina hjálpandi hond. Men tá til stykkis kom, var tað Nólsoyar Páll, sum hevði mest brúk fyri hjálp. Skipið silgdi túrin til Føroya og hevur síðani [...] Eftir at dómurin var sagdur í Føroya Rætti, avgjørdu báðir at skjóta dómin inn fyri Eystara Landsrætt og har fall dómur fyri góðari viku síðan. Landsrætturin avhoyrdi teir ákærdu, tvey vitni og tveir skipakønar
Vandin fyri skalvalopi er stórur nú kavin blotnar. Í Vestmanna leyp ein skalvur í gjár, sum oyðilegði ein vatnbrunn. Vandi var annars fyri, at hann fór at raka nøkur sethús, sum stóðu nærhendis, men tíbetur [...] hava nýtt høvið til at siga føroyingum takk fyri hjálpina, við at bjóða spreingiserfrøðingar fram, um tað skuldi verið neyðugt. Higartil hava føroyingar boða teimum frá, at teir frætta nærri tá myndugleikarnir [...] tíbetur kom hann ikki so langt. Eisini aðrastaðni er vandin fyri skalvalopum stórur. Onkustaðni verða teir møguliga noyddir at spreingja kavan burtur, so at teir hava stýr á tí, sum fer á bólt. Íslendsk
afturfyri, og sum ein miðil í kappingini móti teimum stóru bankunum bjóðaði hesin nýggi bankin heimabankaskipanina. At tað var rætt, er í dag ongin ivi um. Talið av teimum sum hava telduútgerð heima við hús er [...] Danmark er ávísur ótti fyri uppsagnum í kjalarvørrinum á heimabankanum. Men í Finansforbundet eru teir ikki bangnir. ? Sjálvandi missa nøkur bankafólk størvini, men vit fáa brúk fyri fleiri EDV-fólkum, sigur [...] líka skjótt fram í Føroyum, sum tað kemur fram í útheiminum, men tað er ikki tað týdningarmiklasta. Fyri stuttari tíð síðani bjóðaðu føroysku peningastovnarnir og Elektron fram nýggja tænastu, kallað Heimabanki
reiðar at seta seg fyri ein fjálgan løgtingssess og fyri at fáa politiska makt, sigur Ingeborg Vinther. Verkamannafyrlkingin hevur ikki tænt sínum endamálið. Vit hava tvørturímóti brúk fyri einum flokki, [...] sum verjir áhugamálini hjá teimum lágløntu og teimum veiku í samfelagnum annars, tí tey eiga ongan góðan í hinum flokkunum. Tí er eisini ætlanin at Fylkingin stillar uppaftur Ingeborg Vinther nevnir eitt [...] Sjálv hevur hon lagt onkrar fyri tingið, og partamaður hennara, Luitjen Apol, legði aðrar fram ta stuttu tíðina, hann sat á tingi. Hetta eru t.d. lógir, ið skulu forða fyri hópuppsagnum, lógir, sum skulu