Dómararnir fara at geva harða revsing fyri hart spæl

Fótbóltur: Føroysku fótbóltsdómararnir fyrireika seg eisini til kappingarárið, sum byrjar í næstum

Farna vikuskiftið hevði kendi svenski fótbóltsdómarin Bo Karlsson dómaraskeið á Hotel Föroyum í Havn. Skeiðið var sera væl vitjað, tilsamans 45 dómarar og linjudómarar luttóku.

Og teir fingu nógv burturúr.

? Tað var eitt ógvuliga positivt skeið, og eg haldi eisini, at øll vóru nøgd aftaná, sigur Andreas Poulsen, sum situr í nevndini hjá Fótbóltsdómarafelag Føroya (FF).

Fleiri spurningar vórðu viðgjørdir á skeiðnum. Bo Karlsson brúkti ein eitt sindur øðrvísi undirvísingarhátt í sambandi við rangstøðu. 25 dømi um rangstøðu ella ikki rangstøðu vórðu víst á sjónbandi (bert einaferð, eins og dómararnir og linjudómararnir síggja tað í veruligum dysti), og so skuldu luttakararnir á einum pappíri krossa av, um tað ávísa dømið var rangstøða ella ikki. Sum skilst vóru luttakararnir sera væl nøgdir við hendan undirvísingarháttin.

Eisini kom svenski dómarin á skeiðnum inn á tað at revsa hart spæl og tað, at spælarar halda í øðrum spælarum, og hetta er eisini nakað, føroysku dómararnir fara at leggja seg eftir at revsa í ár.


Nógv avhildin

úti í Europa

Bo Karlsson var FIFA-dómari í nógv ár, men virkar nú sum eygleiðari hjá altjóða fótbóltssamgonguni. Hann er sera nógv avhildin úti í Europa og hevur eisini verið í Føroyum og dømt fyri nøkrum árum síðani. Hann var eisini sera væl nøgdur við ferðina í Føroyum, sum var eitt stórt frávik frá hansara vanliga gerandisdegi. Í næstum skal hann vera dómaraeygleiðari í returdystinum í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar millum Atletico Madrid og Chelsea. Í Føroyum kundi hann taka sær eitt sindur meira av løttum, og Andreas Poulsen sigur, at um føroyingar biðja hann koma aftur, kemur hann uttan iva.

Tað var dómaranevndin undir FSF, sum skipaði fyri at fáa Bo Karlsson til Føroya. Í dómaranevndini sita tvey umboð úr FSF og tvey úr FF.


Greið linja frá byrjan

Føroysku fótbóltsdómararnir eru eisini farnir at fyrireika seg til kappingarárið, sum byrjar í næstum.

Andreas Poulsen sigur, at dómararnir og linjudómararnir hava tosað saman og gjøgnumgingið stevnuna fyri kappingarárið 1998.

Í seinastuni hava dómararnir fingið nógvar atfinningar fyri ta sonevndu »linjuna«, sum verður koyrd í einum dysti. Spælarar og venjarar hava hildið, at linjan hevur verið ov ymisk frá dómara til dómara, og Andreas Poulsen ásannar eisini, at hetta hevur verið ein trupulleiki.

? Vit hava tosað saman um linjuna og fara at royna at halda somu linju hjá øllum dómarunum, sigur hann.

Andreas sigur, at dómararnir ætla at leggja eina greiða linju frá byrjan av og so royna at halda hana gjøgnum árið.

Eisini fer hart spæl at verða revsað harðari enn higartil. Fyri nøkrum árum síðani gav FIFA dómarunum boð um at sekta eitt nú takklingar aftanífrá við reyðum korti, men tað hevur verið rættiliga ymiskt, hvussu hesi boðini hava verið tulkað og útint. Í ár verða tílík misbrot harðari revsað av dómarunum, eins og tað kann roknast við, at spælarar, sum halda í troyggjuni á øðrum spælarum, fáa gult kort.


Fundur við venjararnar

Tað hevur verið upp á tal millum dómarar og venjarar at fáa ein fund saman áðrenn kappingin byrjar, so venjararnir vita, hvussu útgangsstøði hjá dómarunum er.

Andreas Poulsen sigur, at áhugi so avgjørt er til staðar millum bæði dómarar og venjarar fyri einum slíkum fundi, og tað er væl møguligt, at hesin fundur verður hildin ein av fyrstu døgunum, áðrenn kappingin byrjar.

Ein tílíkur fundur hevur ongantíð verið fyrr, men tað kann í øllum førum ikki skaða at hava hann, og ivaleyst hevði okkurt skilagott eisini komið burturúr, heldur Andreas Poulsen.

Hann heldur eisini, at føroyskir dómarar tosa ov lítið saman, og at hetta eigur at verða rættað uppá.

? Tað átti ikki at verið nakað til hindurs fyri, at dómararnir tóku ein fund eitt nú í summarsteðginum, har teir tosaðu saman og hugdu at, hvussu gingist hevur fram til steðgin, sigur Andreas Poulsen.

Sum oftast hava dómararnir ein fund fleiri mánaðir eftir, at kappingin er endað, men Andreas heldur ikki, at tann fundurin gevur eins nógv, og ein fundur mitt í kappingini hevði gjørt.

Eisini hevur verið upp á tal, at linjudómarar skulu skifta millum dómaratrioirnar, so dómararnir og linjudómararnir eisini sleppa at royna at døma saman við øðrum enn teimum vanligu. Men tað er enn óvist, hvussu verður við hesum.


Størri krøv

til dómararnar

Andreas Poulsen hevur fingist við døming síðani fyrst í 80-árunum, og sum oftast hevur hann verið linjudómari (fyrr æt tað linjuverji) hjá Niklas á Líðarenda í dómaratrioini hjá GÍ.

Andreas sigur, at tað heilt greitt er munur á at døma og »vinka« í dag í mun til fyrr.

? Graslíkisvøllirnir hava sjálvandi gjørt ein stóran mun. Støðið á spælinum er hækkað nógv, og uppgávurnar hjá dómarunum eru nógv meira krevjandi í dag enn fyrr, sigur hann.

Hann vísir á, at tað kann vera stórt trýst á einum dómara, sum t.d. dømir ein dyst, har pengar eru upp á spæl.

? Um nú ein dómari dømir eitt avgerandi brotsspark í einum dysti millum nummar eitt og nummar tvey, kann liðið, sum endar nummar tvey, missa eina heila millión í pengum frá UEFA, sigur Andreas.

Føroyskur fótbóltur hevur broytt seg nógv seinastu árini. Trýstið á spælararnar er størri, tí meira stendur upp á spæl, og tað merkja dómararnir eisini.

Og harumframt eru nógvir útlendskir spælarar komnir til Føroya seinastu árini ? spælarar, sum í fyrstani kunnu hava ringt við at umstilla seg til føroysk viðurskifti. Hetta eru sum oftast góðir spælarar, ið verða hart vardir, og sum tí lætt kunnu ilskast inn á dómaran.

Men tann so ofta útskeldaði maðurin, sum stýrir fótbóltsdystinum, er framvegis bert eitt menniskja. Hann kann ikki síggja alt, hóast tey flestu krevja tað av honum...