Apoteksverkið við aftur á fíggjarlógina

Og løgtingsgrannskoðararnir skjóta eisini upp í uppskoti til samtyktar at leggja broytingar-uppskot fyri tingið viðvíkjandi Apoteksgrunn-inum, hvussu hesin skal skipast ella í øðrum lagi, um grunnurin skal takast av.

Í uppskotum frá løgtingsgrannskoðarunum eru fleiri upp-skot um góðkenning av roknskapum hjá teim ymisku stovn-unum undir landinum og tí eisini uppskot um góðkenning av roknskapinum hjá Apoteksverki Føroya fyri 1996.

Í viðmerkingunum siga teir fýra grannskoðararnir, at í seinastu frágreiðing frá teimum frá feb. 97, tá roknskapurin fyri 1995 varð lagdur fyri tingið til samtyktar, mæltur grannskoðararnir landsstýrinum til at fáa greiðu á viður-skiftunum viðvíkjandi Apoteksgrunninum, og hvussu Apo-teksverkið framyvir verður tikið við á fíggjarlógina.


Ikki avtakast

? Almanna- og heilsudeildin upplýsti at ætlanin var at taka virksemi hjá Apoteksverkinum við á komandi fíggjarlóg, og somuleiðis varð sagt, at deildin ikki var liðug at viðgera, hvat henda skuldi við Apoteksgrunninum. Ætlanin var í hvussu so er ikki beinleiðis at avtaka grunnin, men heldur at dagføra støðuna til nútíðar tørv.

Upplýst verður, at Apoteksverkið varð tikið við á grein 6 á fíggjarlógina fram til 1992 og við eykafíggjarlógini fyri 1992 duttu játtanir undir grein 6 burtur. Grein 6 hevur í mong ár verið nýtt sum játtanargrein til stovnar sum í stóran mun fíggja sítt virksemi við egnum inntøkum ella gjøldum.


Stýrisskipanarlógin

? Løgtingsgrannskoðararnir hava síðan spurt landsstýrið, um tað var í tráð við stýrisskipanarlógina, at telefonverkið og aðrir stovnar ikki longur vórðu tiknir við á fíggjarlógina, men landsstýrið metir ikki, at tað er í tráð við stýris-skipanarlógina.

Allir stovnar, sum vóru undir grein 6, eru síðani komnir við aftur á fíggjarlógina, men ikki Apoteksverkið, og tí skjóta grannskoðararnir hjá landinum upp, at hetta verk eisini verður tikið við aftur á fíggjarlógina, so løgtingið fær innlit í, og fær høvi til at taka støðu til og játta ætlaða fíggjarliga virksemið í einum fíggjarári hjá Apoteksverkinum og Apo-teksgrunninum, verður sagt í viðmerkingunum.