dag hátíðarhalda vit, at Helga Gaard hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 30 ár og Anna Byrgadóttir í 25 ár. Helga byrjaði sum ung genta at ansa eftir børnum. Seinni fór tú at arbeiða hjá dagrøktini [...] 1991 fór tú at lesa til námsfrøðing, og seinni á listháskúla í Keypmannahavn. Tú arbeiddi í Øksnagerði í 18 ár, og í 2019 kom tú so her á stovnin at arbeiða. Anna, starvsfelagarnir siga um teg, at tú er kreativ [...] tú dugir væl at finna uppá og skipa fyri. Tú hugsar nógv um, at børnini fáa okkurt gott í viðførið, tá tey fara út í lívið. Tú lærir tey nógv um náttúruna, og ikki minst, - so lærir tú tey at telva. Góðu
ferðina noyddist Bárður á Reynatrøð at stórbjarga. -1-1 er ikki heimsins endi, men eg haldi, av vit áttu at vunnið. Nógvi hitin darvaði, men tað eigur ikki at vera orsøk til, at vit ikki vunnu. Fyrstu løtuna [...] klokkan 18 fer B36 at eiga heimavøll á ovara vølli í Gundadali, og hósdagin í næstu viku klokkan 19 fer Víkingur at eiga heimavøll í Klaksvík. Fyritreytir eru hjá báðum teimum føroysku liðunum at vinna seg víðari [...] verður tað tak at venda 2-0 tapi til samlaðan sigur, meðan tað sær gott út hjá Víkingi. Javnleikur á útivølli er gott úrslit, men tað kann gott vera, at víkingarnir, sum nú rigga seg til at fara til hús
Gunvør sera væl at Poulinu sum lærara. - Hon dugir ótrúliga væl at koma við hugskotum og seta litir saman. Og so er hon óvanliga tolin. Tá eg kom her fyrstu ferð, dugdi eg lítið meir enn at halda nálini, [...] bregdabond at seyma á troyggjuna, tólvtáttað bond til grindaknívin og virkað bond til hosubond. Eisini bjóðar skúlin skeið í at seyma vestar til mannfólkabúnan. Harumframt er eisini møguleiki at tekna seg [...] Várskeiðini á Føroya Hondarbeiðsskúla eru um at verða liðug, og nógv skal fáast frá hondini áðrenn seinasta frálærudag. Serliga á broderískeiðnum sita tær og kýta seg at fáa føroysku klæðini liðug, nú stevnur
nú als ikki óhugsandi, at hetta eisini hendir í summar. Ikki minst hava miðlarnir gjørt nógv burturúr, at størsta stjørnan av øllum, Michael Ballack, nú fer úr Bayern München, og at hetta kann skapa onkrar [...] fótbóltssambandið, at tey við hesum høvdu funnið rætta mannin. Tað hevur tó ikki styrkt um støðuna hjá Klinsmann, at hann alla tíðina hevur búleikast í USA. Nakað sum hevur fingið fólk at ivast í, hvussu [...] 1954 hevur Týskland nevnliga verið at rokna sum eitt av veruligu stórveldunum innan fótbóltsheimin. Bara tvær ferðir seinastu 36 árini hevur tað ikki eydnast týskarunum at spæla seg millum tey fýra fremstu
væl við í hvat fyrifórst í samfelagnum. Henni dámdi væl at lesa og ikki at tala um krossorðagáturnar, sum hon hevði sum dagdvølju. Mamma dugdi væl at gera mat, og fáir føðingadagar eru farnir burturúr her [...] var strævin. Vit hildu øll, at tá ið hon hevði vunnið á ringu sjúku síni í fjør, fór hon at uppliva nøkur góð ár afturat, men so skuldi ikki verða. Hon datt, og fekk boð um at sita í koyristóli í tríggjar [...] seinnapartin. Lagið var sera gott, hon helt, at nú gekk alt framá, og eg gleddist við henni. Tí komu deyðsboðini sama dagin sera dáttliga við. Tað uggar meg tó at vita, at hon í dag er sloppin undan allari pínu
taxa-bilar. Ja, at kalla allar útreiðslur, sum eru tengdar at eini slíkari ferð, eru mvg-skyldugar, og tí hevur føroyska fyritøkan loyvi at bóka hetta sum inngangandi mvg. Trupulleikin er bara, at hetta ikki [...] um eitt ávíst mark, áðrenn sigast kann, at tað loysir seg hjá fyritøkuni at lata hetta yvir til Intrum at krevja inn. Sum tummilfingurregul kann her sigast, at fer samlaða mvg-skylduga nýtslan í útlandinum [...] í okkara parti av heiminum.Endamálið við hesum er, at ein beinleiðis brúkaraskattur – heldur enn tollgjøld v.m. verður lagdur á allar vørur, tó at onkur undantøk so eisini eru. Er talan um vinnulív, so
Tað plagar at vera á aðalfundinum hjá FSF, sum plagar at vera í februar, at uppskotið til leikskrá fyri næsta kappingarárið verður lagt fyri feløgini at gera viðmerkingar til. Eitt tað fyrsta, sum eyguni [...] síðani verið mong um, at úrslitini í fleiri dystum í síðsta umfarinum hava verið avgerandi fyri, hvør fór at vinna FM. Gott dømi um hetta var síðsta umfarið í fjør. Tá stóð tað at bresta í báðum endum. [...] so eydnaðist havnarmonnum bara at skjóta eitt mál og harvið at javna til 1-1. Tí var GÍ á FM kós. Men so legði NSÍ seg framum 2-1 og 3-1, og so vendist vónbrotið um bara at hava megnað 0-0 á heimavølli móti
Toll- & Skatt, og hann váttar, at gjøgnumtrekkurin av starvsfólkum hevur verið størri enn vanligt. Men hann vísir á, at almenn arbeiðspláss vanliga hava ávísar trupulleikar at halda upp á fólkið í góðum tíðum [...] leggur dent á, at ein av uppgávunum hjá nýggju leiðsluni er at umskipa stovnin og savna somu uppgávur á sama stað, so uppbyggjast kann ein servitan á økjunum. Longu í 2003 varð byrjað at tosa um broytingar [...] til, at starvsfólkatalið náttúrliga minkar. Men tann veruleikin er ikki einasta orsøkin til starvsfólkaflýggjanina. Hesar broytingarnar hava nú staðið við í meiri enn trý ár, og enn er eftir øllum at døma
til línuveiði. - Jú, eg haldi, at útlit eru til, at hetta fer at bera til. Eingin kennur framtíðina, men soleiðis sum gongdin hevur verið við Varðanum, eigur hetta at fara at bera til, sigur reiðarin og eigarin [...] fiskidagar, og nýggi báturin eigur 83,5. Til ber at býta dagarnar ímillum bátarnar, soleiðis at teir hesir umleið 118 til hvønn bátin. Hinvegin ber eisini til at keypa dagar frá partrolarum og línuskipum, tá [...] og tað eru arbeiðslønirnar eisini. So, eg haldi, at hetta er á góðari leið, sigur hann. Bjarni sigur, at hann er stak væl nøgdur við bátin og heldur, at Tórshavnar Skipasmiðja hevur gjørt eitt gott arbeiði
yvirbygninginum byrjar á sumri 2008. At tað ikki verður fyrr enn hetta, kemst av, at boð um slíka samanleggin skal gevast DBU undan 1. mars, og tí eydnaðist akkurát ikki at fáa komandi kappingarár við í ætlanunum [...] helst er málið, at FCA skal taka dystin upp við FCK og Brøndby um valdið í høvuðsstaðnum, so verður tað ikki alt fyri eitt, at meddað verður somikið høgt. Fyrsta ítøkiliga málið er, at felagið skal vera [...] ítróttin á TV3, umframt at hann seinasta árið hevur stjórnað HIK. Nú er so eftir at fara til verka. Yvirøkan er framd og ætlanirnar eru lagdar til rættis. Eftir er hjá Toda & Co at prógva setningin í verki