Góða tíð til upphiting

Eingin sum helst ivi er um, at Týskland er stórfavorittur at vinna bólk A. Stóri spurningurin man heldur vera, hvussu langt Ballack megnar at toga Týskland hesaferð

HM-upptakt

»Fótbóltur er eitt spæl, har 22 mans stríðast í 90 minuttir  og har Týskland altíð vinnur at enda«.
Nakað soleiðis tók enski Gary Lineker til á sinni, og tað er nú ikki heilt einki um tosið. Síðani mest sum sensationella HM-sigurin á ungversku favorittunum í 1954 hevur Týskland nevnliga verið at rokna sum eitt av veruligu stórveldunum innan fótbóltsheimin. Bara tvær ferðir seinastu 36 árini hevur tað ikki eydnast týskarunum at spæla seg millum tey fýra fremstu.

Altíð rok
Ikki minst er tað merkisvert, at tað mest sum hvørja ferð eru greið krepputekin at hóma í týsku leguni, tá HM-endaspælið av álvara ferð ígongd. Meira enn eina ferð eru stóru stjørnurnar vorðnar ósamdar, og tað er nú als ikki óhugsandi, at hetta eisini hendir í summar.
Ikki minst hava miðlarnir gjørt nógv burturúr, at størsta stjørnan av øllum, Michael Ballack, nú fer úr Bayern München, og at hetta kann skapa onkrar trupulleikar mótvegis øðrum av týsku spælarunum.

Álopslegenda við róðrið
At stýra liðnum, hevur Týskland nú fingið sær Jürgen Klinsmann. Fyrrverandi áleyparin hevur kanska ikki tær stóru royndirnar sum venjari, men sum spælari var hann í drúgt áramál avgjørdi favoritturin hjá týsku áskoðarunum, og ivaleyst vónaði týska fótbóltssambandið, at tey við hesum høvdu funnið rætta mannin.
Tað hevur tó ikki styrkt um støðuna hjá Klinsmann, at hann alla tíðina hevur búleikast í USA. Nakað sum hevur fingið fólk at ivast í, hvussu høgt venjarin sjálvur metir starvið sum bundescoach.
Frá spælarunum tykjast boðini tó greið. Og ikki minst viga orðini frá Ballack nógv í hesum sambandi.
 Eg havi sjáldan arbeitt saman við einum venjara, sum er so ófatuliga positivur, og sum altíð megnar at motivera sínar spælarar, sigur týski miðvallargeneralurin.

Ballack sum lykilin
Og er tað nakað, sum hevur týdning hjá Klinsmann, so er tað at halda Ballack í góðum lag. Tí hóast týska legan telur fleiri sterkar spælarar, so eru fáir  um nakar  teirra í nær námind sama heimsklassa, sum Ballack er tað.
Ballack var høvuðsmaðurin á liðnum, tá Bayer Leverkusen fyri fáum árum síðani bara var ein vakran Zidane-fluktara frá Europeisku meistarakappingini. Sama ár vann liðið silvur í bæði lands- og steypakapping, og av miðvallarstøðu síni skeyt Ballack ikki færri enn 17 mál hetta árið.
Eftir at hann skifti til Baeyrn München í 2002, hevur gullið at kalla verið fastbúgvandi her, og eisini á týska landsliðnum hevur hann verið maðurin, sum roknast skal við. Tí mundi tað svíða nógv, tá Ballack sjálvur var leikbannaður til HM-finaluna fyri fýra árum síðani. Eina finalu, sum Týskland spældi seg against all odds, sum tikið verður til.
Heldur ikki hesa ferð er Týskland favorittur til sjálvt HM-heitið. Skulu teir røkka langt, so er tað eitt krav, at Ballack er á toppinum, og so bilar tað væl einki, um Podolski, Klose og Neuville vísa seg frá síni allar bestu síðu.