Nú kann útlendska mvg’ið afturrindast

Intrum Føroyar bjóðar fram tænastu, har viðskiftafólk kunnu fáa mvg, sum er goldið uttanlands, afturgoldið

mvg

Meirvirðisgjald er eitt av brúkaragjøldunum, sum seinastu mongu árini er vorðið alt meira standardiserað í okkara parti av heiminum.Endamálið við hesum er, at ein beinleiðis brúkaraskattur – heldur enn tollgjøld v.m. verður lagdur á allar vørur, tó at onkur undantøk so eisini eru.
Er talan um vinnulív, so fellur skatturin ikki, fyrr enn hesin kemur út til brúkaran, og tí er heldur ikki talan um meirvirðisjgald, tá talan er um út- ella innflutning. Ein regla, sum eisini ber við sær sonevndu tax-free keypini, har t.d. ein føroyingur kann fáa mvg endurgoldið av vørum, sum eru keypt á eini innkeypsferð til eitt nú Ikea í Noreg.

Sama regla er sum so eisini galdandi, um eitt føroyskt virki hevur umboð uttanlands í arbeiðsørindum. Hotel, matstovur, skeið, taxa-bilar. Ja, at kalla allar útreiðslur, sum eru tengdar at eini slíkari ferð, eru mvg-skyldugar, og tí hevur føroyska fyritøkan loyvi at bóka hetta sum inngangandi mvg.
Trupulleikin er bara, at hetta ikki kann mótroknast í uppgerðini yvir meirvirðisgjald, sum verður latin Toll- og Skattstovuni her heima. Meirvirðisgjald skal altíð framganga av serskildum roknskapi í landinum, har hetta er goldið, og tí er hetta eitt mál, sum flestu fyritøkurnar her heima ikki vilja leggja ov nógva orku í. Ikki minst tí raðfestingin av arbeiðinum í allar flestu førum skumpar hendan partin afturum.
Við Intrum, sum í fyrstu atløgu hevur sett seg á føroyska marknaðin sum innkrevjingarfyritøka, hava virkini tó fingið eitt nýtt amboð at heinta inn mvg, sum er goldið uttanlands. Við at tekna fyritøkuna sum “haldara” í mvg-afturberingini hjá Intrum, syrgir fyritøkan fyri øllum tí tíðarkrevjandi pappírsarbeiðinum, sum liggur í hesum, og tað einasta, sum føroyska fyritøkan skal gera, er at lata Intrum avrit av skjølunum.
- Tað eru ikki vit á Intrum her í Føroyum, sum umsita hendan partin. At fáa mvg afturborið úr útlandinum kann ofta vera ein tung prosess, men sum partur av einum størri samtaki hava vit fleiri stórdriftsfyrimunir. Og ein av hesum er, at vit í Finnlandi hava eina deild, sum burtur av arbeiðir við mvg-endurrindan kring alt Europa, sigur Jákup Bech Jensen, stjóri í føroysku deildini av Intrum.

Krevur ávísa nýtslu
Sum ein vinnurekandi fyritøka skal Intrum tó eisini hava sín part av køkuni, tá mvg verður afturgoldið, og tí skal nýtslan uttanlands upp um eitt ávíst mark, áðrenn sigast kann, at tað loysir seg hjá fyritøkuni at lata hetta yvir til Intrum at krevja inn.
Sum tummilfingurregul kann her sigast, at fer samlaða mvg-skylduga nýtslan í útlandinum upp um tær 25.000 kr., um árið, er peningur at heinta hjá fyritøkum, sum áður hava roknað hendan pening fyri mistan. Umframt fast gjald til Intrum í Føroyum, so tekur finska deildin ein ávísan %-part av mvg-upphæddini sum ómaksløn.
Men fyri føroysku fyritøkuna, sum ikki hevur fingið peningin áður, er hvør króna í so máta jú vunnin, so ivaleyst verða tað fleiri, sum fara at gera nýtslu av nýggju vøruni, sum nú er komin á marknaðin.