Framá við Toda

Talan var ikki bert um ein stóran dag fyri føroyskan fótbólt. Danska pressan var sera væl umboðað á tíðindafundinum, har framtíðar ætlanirnar fyri Fremad Amager vórðu kunngjørdar. Ætlanir, sum skulu lyfta nýggja FCA upp til tungu dreingirnar í donskum fótbólti

Fótbóltur

Nýggjur høvuðspartaeigari. Ein miðvís ætlan at menna føroyskan fótbólt. Og ein nýggj samanlegging, sum skal lyfta fótbóltin á Amager upp til superliguna.
Hetta vóru høvuðsyvirskriftirnar, tá Fremad Amager klokkan 14 týsdagin beyð til tíðindafund í hølum felagsins við Englandsvej á Amager.

Todi hevði nervar
Áhugin frá donsku pressuna var stórur fyri fundinum. Men tað var ikki sørt, at Todi bara fimm minuttir fyri byrjan hevði nervar. Sosialurin, Dimmalætting og eitt amagerkanskt lokalblað vóru tey einastu, sum vóru møtt, tá klokkan av álvara nærkaðist tvey, og føroyski høvuðspersónurin viðgekk aftaná, at hann var ikki sørt bangin, fyri tíðindafundurin skuldu gerast pínligur við bara trimum fjølmiðlaumboðum.
Men beint áðrenn evstamark tustu tíðindafólkini inn. Flestu donsku miðlarnir við respekt fyri sær sjálvum vóru til staðar, og tey fingu so eisini sína søgu.

Stoltleikin á Amager
Tí ætlanin við Fremad Amager er nógv meira enn at skapa eina føroyska lopfjøl. Fleiri av feløgum á høvuðsstaðaroynni hava ein stolta fótbóltssøgu, men seinastu nógvu árini hevur tað tó verið so sum so við stoltleikanum. Stutt sagt, so megnaðu hesi ikki at fylgja við, tá yrkisfótbólturin av álvara kom til Danmarkar.
Tí var tað við stoltleika og gleði, at ítøgiligar ætlanir um eitt oyggjalið vórðu lagdar fram. Samráðingar kring hetta hava verið í eini tvey ár, og nú verður tað fyrrverandi formaðurin fyri áhugadeildina hjá Fremad Amager, Karsten Østergaard, sum skal standa á odda fyri nýggju samanleggingini.
Navnið á hesari verður FC Amager, og fyrsta kappingarárið hjá nýggja yvirbygninginum byrjar á sumri 2008. At tað ikki verður fyrr enn hetta, kemst av, at boð um slíka samanleggin skal gevast DBU undan 1. mars, og tí eydnaðist akkurát ikki at fáa komandi kappingarár við í ætlanunum.

Uppflyting í 100 ára gávu
Hóast tað í seinasta enda helst er málið, at FCA skal taka dystin upp við FCK og Brøndby um valdið í høvuðsstaðnum, so verður tað ikki alt fyri eitt, at meddað verður somikið høgt.
Fyrsta ítøkiliga málið er, at felagið skal vera í superliguni, tá teir í 2010 fylla 100 ár, men undan hesum skal grundarlagið veruliga skapast.
Til hetta hava Todi & Co. fingið fatur á Nicolai Kaas-Heilmann, sum veruliga verður roknaður sum ein stór kanón innan danskt ítróttarlív.
Nýggi stjórin fekk ikki verið til staðar á tíðindafundinum, tí HIK, haðani hann nú fer, noktaði at sleppa honum. Men talan er um ein mann við drúgvum royndum. Ikki minst innan fyriskipan av tiltøkum, har hann í fleiri ár var knýttur at Forum. Eisini hevur hann í fimm verið partur av liðnum handan ítróttin á TV3, umframt at hann seinasta árið hevur stjórnað HIK.
Nú er so eftir at fara til verka. Yvirøkan er framd og ætlanirnar eru lagdar til rættis. Eftir er hjá Toda & Co at prógva setningin í verki. Ein arbeiðssetningur, har bæði føroyingar og amagerkanarar við áhuga og spenningini fylgja við, hvussu leikur fer.