Tað plagar at vera á aðalfundinum hjá FSF, sum plagar at vera í februar, at uppskotið til leikskrá fyri næsta kappingarárið verður lagt fyri feløgini at gera viðmerkingar til. Eitt tað fyrsta, sum eyguni verða fest við, er, hvussu skráin sær út í fyrsta umfari og so í síðsta umfari. Metingar verða gjørdar, um tað fer at vera einstakur dystur í síðsta umfari, sum verður sonn finala um FM heitið.
Í gomlum døgum – tað vil í hesum sambandinum siga inntil feløgini í Eysturoy fyri stórari fjórðings øld síðani av álvara fóru at blanda seg í FM kappingina – var tað oftast soleiðis, at t. d. HB og KÍ ella HB og TB kappaðust um FM, og fleiri ferðir vóru sannir finaludystir millum tvey av hesum feløgunum. Dømini hava síðani verið mong um, at úrslitini í fleiri dystum í síðsta umfarinum hava verið avgerandi fyri, hvør fór at vinna FM.
Gott dømi um hetta var síðsta umfarið í fjør. Tá stóð tað at bresta í báðum endum. GÍ, TB og VB vóru í niðurflytingarvanda, og í síðstu sekundunum varð tað greitt, at TB skuldi flyta niður. B36, HB og Skála stríddust um FM heitið. B36 og HB spældu finaludyst, og samstundis var Skála á heimavølli móti GÍ møguligur meistari. B36 vann 2-1 í Gundadali og gjørdist meistari. Eina løtu í síðsta umfarinum var Skála á FM kós.
Minnisríkur endi
Eitt annað minnisríkt dømi um stóran dramatikk í síðsta umfarinum var í 1987, sum var síðsta árið við átta feløgum í bestu deildini. Tá stóð FM heitið upp á spæl í trimum av fýra uppgerðum í síðsta umfarinum.
GÍ og TB høvdu undan 14. og síðsta umfari 17 stig (málmunurin hjá GÍ var betri) og HB hevði 16 stig. GÍ spældi í Runavík, HB í Klaksvík, og TB hevði vitjan av VB, sum eisini fyri 19 árum síðani í síðsta umfari stríddist fyri at varðveita plássið í bestu deildini.
Inntil tað restaðu tíggju minuttir stóð á jøvnum í øllum trimum plássunum. Á Tvøroyri endaði tað málleyst, og hóast HB eftir KÍ leiðslu trýsti nógv í 2. hálvleiki, tá ið teir eisini høvdu nógvar málmøguleikar, so eydnaðist havnarmonnum bara at skjóta eitt mál og harvið at javna til 1-1. Tí var GÍ á FM kós. Men so legði NSÍ seg framum 2-1 og 3-1, og so vendist vónbrotið um bara at hava megnað 0-0 á heimavølli móti VB til gleim og gaman og FM fagnað á Sevmýri. Hetta var síðsta ferðin higartil, at TB hevur vunnið FM heitið.
Undanfarnu árini hava merkisverd úrslit verið at sæð í síðsta umfarinum. Hetta er kanska serliga komið fyri í dystum, har FM, Europa Cup og niðurflyting ikki hava staðið upp á spæl. Eitt dømi um hetta var í fjør, tá ið dysturin í Klaksvík millum KÍ og NSÍ endaði 5-6!