Nýbygningurin verður handaður leygardagin

einasta leygardag varð trolbáturin, sum Bjarni Kass hevur latið byggja á Tórshavnar Skipasmiðju, flotaður, og ætlandi verður hann navngivin og handaður leygardagin

Nýbygningur

 

Skrokkurin er smíðaður í Póllandi, men tað er Tórshavnar Skipasmiðja, sum eigur allar tekningar og snið.

Nýggi trolbáturin, sum verður navngivin og latin eigaranum komandi leygardag, kemur í flotan fyri gamla Fiskaklett.

Vit skulu ikki gita um navnið, men hugsandi er, at trolbáturin hjá Bjarna verður ein nýggjur Fiskaklettur.

Bjarni Kass eigur frammanundan trolbátin Varðan, sum hann keypti av Viðareiði í august 2005 fyri 15,8 miljónir krónur – við veiðirættindum.

Varðin, sum í løtuni stendur á bedingini hjá Tórshavnar Skipasmiðju, fiskaði í fjør fyri 9,1 miljónir krónur, og tað má sigast vera óført.

Varðin er bygdur í Hvide Sande í Danmark.

 

Tepurt við døgum

- Varðin eigur tilsamans 149,6 fiskidagar, og nýggi báturin eigur 83,5. Til ber at býta dagarnar ímillum bátarnar, soleiðis at teir hesir umleið 118 til hvønn bátin. Hinvegin ber eisini til at keypa dagar frá partrolarum og línuskipum, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum – væl at merkja, um hesir skipabólkar tá hava dagar til avlops, sigur Bjarni Kass.

Fýra mans eru við Varðanum í senn, og manningartalið við nýggja bátinum verður hitt sama.

- Vit hava manningina, sum var við Fiskakletti, men noyðast helst at hava onkran mann aftrat til avloysing, sigur hann.

Bæði Varðin og nýbygningurin eru í bólkinum, sum hevur loyvi at trola á landleiðini um summarið.

Nýbygningurin hjá Bjarna fer ætlandi tekniskan royndartúr í morgin, og væntandi letur Tórshavnar Skipasmiðja bátin av hondum leygardagin, tá hann eisini verður navngivin.

- Okkurt er eftir at gera enn, og maskina og útgerð annars skulu roynast. Hurðarnar, sum komu til skipið, vóru ov breiðar, og nú verða røttu hurðarnar settar í skipið.

Nýbygningurin er av sama slagi, sum Hansa Maria á Toftum og Skálafossur í Vestmanna. Skrokkarnir á hesum báðum skipum vórðu eisini smíðaðir í Póllandi.

- Longsta longd á nýbygninginum er 21,30 metrar, og breiddin er 5,75 metrar, sigur skipaeigarin.

 

Væl nøgdur

Byggikostnaðurin fyri nýbygningin er millum 12 og 13 miljónir krónur, og tað heldur eigarin vera rímiligt.

- Stálið er dýrkað, og tað eru arbeiðslønirnar eisini. So, eg haldi, at hetta er á góðari leið, sigur hann.

Bjarni sigur, at hann er stak væl nøgdur við bátin og heldur, at Tórshavnar Skipasmiðja hevur gjørt eitt gott arbeiði.

- Einasta, sum kemur av gamla Fiskakletti yvir á nýggja bátin, er scanmar-útgerðin, ið sigur, hvussu trolið gongur, og um fiskur gongur inn í trolið. Annars er at kalla allur útbúnaðurin nýggjur, leggur hann aftrat.

Gamli Fiskaklettur er lagdur og seldur. Keypari er Ólavur Poulsen í Klaksvík. Ætlandi verður báturin umbygdur til línuveiði.

- Jú, eg haldi, at útlit eru til, at hetta fer at bera til. Eingin kennur framtíðina, men soleiðis sum gongdin hevur verið við Varðanum, eigur hetta at fara at bera til, sigur reiðarin og eigarin, Bjarni Kass.

Tað eru feløgini, P/F Mælinsfjall, sum eigur nýbygningin og P/F Varðin, sum eigur Varðan.

Sjálvur eigur Bjarni Kass bæði feløgini.