Toll- & Skattstovan hevur seinasta árið upplivað eitt satt mannfall av starvsfólkum. Av økisskrivstovuni fyri Streymoyarøkið eru 11 av 62 fólkum farin seinasta árið, og enn verri stendur til við gjøgnumtrekkinum í Albert Hall, har 7 av 30 starvsfólkum hava sagt starvið frá sær seinasta hálva árið.
Vælvitandi keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at fleiri orsøkir eru til stóra exodus’ið úr stovninum. Ein av orsøkunum eru drúgvu bygnaðarbroytingarnar, sum ikki tykjast fáa ein enda. Onnur orsøkin er vánaligi trivnaðurin, ið stendst av hesum umskipanum og í triðja lagi rýma best útbúnu starvsfólkini til onnur arbeiðspláss, ið kunnu bjóða betri sømdir og betri løn.
So trupulleikin má sigast vera, ikki bert at fólk rýma av stovninum, men tað er hartil best útbúnað fólkið, ið søkir aðrar avbjóðingar.
Broytingar og umskipingar á stovninum hava ført samanleggingar við sær. Og hetta hevur so aftur ført til, at starvsfólkatalið náttúrliga minkar. Men tann veruleikin er ikki einasta orsøkin til starvsfólkaflýggjanina. Hesar broytingarnar hava nú staðið við í meiri enn trý ár, og enn er eftir øllum at døma ikki komið á mál. Tíðirnar eru góðar, og við ótryggleikanum í huga er einki at siga til, at fólk, ið til dømis fáa bjóðað annað - og betri – starv, gleðiliga taka av.
Góðar tíðir
Deildin í Runavík, deildin í Norðoyggjum og í Vágum eru lagdar saman í eina deild, sum skal flyta í hølir í Gøtu. Har skulu hølir byggjast at húsa samanløgdu deildini, og eftir ætlan skal nýggja deildin flyta til Gøtu í seinasta lagi í mars mánaði komandi ár. Har eru eingi starvsfólk farin úr starvi sum skilst.
Arnold Hjelm Nielsen er stjóri á Toll- & Skatt, og hann váttar, at gjøgnumtrekkurin av starvsfólkum hevur verið størri enn vanligt. Men hann vísir á, at almenn arbeiðspláss vanliga hava ávísar trupulleikar at halda upp á fólkið í góðum tíðum.
Tað er einki óvanligt, at fólk í góðum tíðum fáa tilboð frá privatum arbeiðsplássum um betri løn og arbeiðsviðurskifti, og tí síggja vit hetta fyribrigdi í hesum døgum, sigur Arnold Nielsen.
Men hann viðgongur eisini, at broytingarnar á stovninum kunnu hava sína ávirkan á stóra talið av starvsfólkum, ið søkja aðrar leiðir.
Nýggj leiðsla er komin á stovnin, har hann sjálvur sum stjóri er partur. Og Arnold leggur dent á, at ein av uppgávunum hjá nýggju leiðsluni er at umskipa stovnin og savna somu uppgávur á sama stað, so uppbyggjast kann ein servitan á økjunum. Longu í 2003 varð byrjað at tosa um broytingar, og í løtuni verða so ætlaðu broytingarnar settar í verk. Men hetta tekur tíð og kreftir.
Sjálvt um nógv fólk er farið seinastu tíðina, so royna vit at seta nýtt fólk í staðin sum skjótast. Og vit meta sjálvi, at vit hava spennandi og avbjóðandi uppgávur til starvsfólkið, sigur Arnold Hjelm Nielsen, stjóri á Toll- & Skatt.
Myndatekstur: Starvsfólk eru seinasta árið rýmd í stórum tali frá Toll- & Skatt. Góðu tíðirnar fáa ein part av skuldini.










