Leggja seinastu hond á føroysku klæðini

Á Føroya Hondarbeiðsskúla í Klaksvík er virksemið í hæddini í løtuni. Stevnur og prógvhandanir nærkast, so hjá nógvum á broderískeiðnum ræður nú um, at fáa pløggini til føroyska búnan liðug


Várskeiðini á Føroya Hondarbeiðsskúla eru um at verða liðug, og nógv skal fáast frá hondini áðrenn seinasta frálærudag. Serliga á broderískeiðnum sita tær og kýta seg at fáa føroysku klæðini liðug, nú stevnur og próvtøkuhandanir nærkast
Hóskandi avbjóðingar
Á hesum broderískeiðnum á Føroya Hondarbeiðsskúla eru umleið 14 luttakarar, og tað er Poulina Eliasen, sum stendur fyri frálæruni. Skeiðið er sum altíð fullteknað við luttakararum úr øllum landinum, har tað eisini er rættiliga ymiskt, hvussu nógvar royndir kvinnurnar hava við at brodera. Men tað skal ikki verða nøkur forðing fyri, at allar fáa nakað burturúr, sigur Poulina.
- Hvørt skeiðið byrjar við eini grundleggjandi innleiðlsu í teir ymsu broderíteknikkirnar og litsamansetingarnar. So kunnu allar verða við frá byrjan, eisini tær, sum ongantíð hava broderað fyrr, sigur Poulina. Hon leggur afturat, at tær meir royndu kvinnurnar skulu eisini hava møguleika at koma víðari, so tær fáa eisini hóskandi avbjóðingar. Tað finst nevniliga ikki bara eitt ótal av ymsum broderíteknikkum  til ber eisini altíð at menna kynstrið víðari. Eitt nú kann mátin, tú heldur nálini og leggur tráðin geva einum broderíi eina heilt øðrvísi og spennandi útsjónd.
Frá broderí til seyming
Flestu luttakararnir arbeiða við pløggum til føroyska búnan. Og í løtuni eru tær sum vera man fleiri, ið kýta seg at gera seg lidnar til stevnur ella prógvhandanir, tá føroysku klæðini skulu vera klár at fara í.
Ein av kvinnunum leggur í løtuni seinastu hond á fyriklæðið og turriklæðið, sum dótturin skal í, nú hon skjótt fær 10. floks prógvið. Dótturin hevur sjálv valt tilfar og litir  bleikar gul/grønar nuansur á ráhvíta silkigrund. Samansetingin er sera øðrvísi og óvanliga vøkur, gevur mest sum eitt fjøðurlætt inntrykk.
Um mannfólkini eisini hava havt ein fingur við í spælinum her á broderískeiðnum, er meir ivasamt, men eisini teir verða havdir í huga. Ein av luttakarnum, Gunvør Sigurðsson, er í løtuni í ferð við at gera vestin til føroysku klæðini hjá soninum lidnan, nú hon er á skeiðnum fyri aðru ferð. Fyrru ferðina fór nógv av tíðini til at velja mynstir og litir og annars koma í gongd. Sum allar hinar kvinnurnar, letur Gunvør sera væl at Poulinu sum lærara.
- Hon dugir ótrúliga væl at koma við hugskotum og seta litir saman. Og so er hon óvanliga tolin. Tá eg kom her fyrstu ferð, dugdi eg lítið meir enn at halda nálini, sigur Gunvør, sum hevur sett reyð/gulu litirnar á vestinum saman, so teir hóska litunum á hosubondunum. Tey ymsu bondini skulu sjálvsagt eisini til, áðrenn búnin er liðugur, og á hesum skeiðnum sita fleiri og gera bregdabond at seyma á troyggjuna, tólvtáttað bond til grindaknívin og virkað bond til hosubond.
Eisini bjóðar skúlin skeið í at seyma vestar til mannfólkabúnan. Harumframt er eisini møguleiki at tekna seg til eina røð av øðrum skeiðum, eitt nú vanliga seyming, leðurseyming, tøving, maskinbinding, patchwork og orkis, ið er eitt slag av millumting millum hekling og binding.
Føroya Hondarbeiðsskúli virkar sum dagskúli, við frálæru tveir dagar um vikuna í seks vikur.